hósdagur 8. februar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2007
gv skappari enn Nyrup
tíðindi
25
– Det er ligesom i Dan
mark, sum hann tekur til.
Fer ein 15 ár aftur í tíðina,
tá búskaparliga kreppan her
jaði í Føroyum, so er Poul
Schlüter sera bilsin um,
hvussu skjótt føroyingar
megnaðu at koma fyri seg
aftur.
Hann hevur eisini sína
frágreiðing um, hví tað ven
di so skjótt:
- Høvuðsorsøkin til hetta
var, at ein fekk avviklað tað
mesta av almenna stuðlinum
til skip og trolarar. Hetta
var til stóran skaða.
- Í dag sær ein tí, at tingini
eru nógv meiri sjálvhjálpin.
Tað var klókt av føroyingum
at gera tað so, sigur royndi
danski politikkarin.
At fiskur aftur kom á
grunnarnar hevur eisini bøtt
munandi um búskaparligu
støðuna.
Nógv skrappari
Ta tíðina Schlüter var for
sætisráðharri – í árunum
1982 til 1992 – fylgdi hann
væl við í føroyskum politik
ki.
Tað ger hann sjálvandi
ikki so væl longur, men
hann roynir tað framvegis.
Men árini undan - og ikki
minst við - búskaparligu
kreppuni er hann væl kunn
aður um.
Kreppan
byrjaði
stutt
áðrenn hann fór frá sum for
sætisráðharri. Og sum hann
sigur: - Eg náddi at staðfesta
at kreppa hevði rakt Føroy
ar.
- Men loysnin á kreppuni
varð latin upp í hendurnar á
Nyrup-stjórnini.
- Høvdu tygum gjørt nøkur
ting øðrvísi enn Nyrup, til
tess at fáa føroyska samfel
agið úr aftur kreppuni?
- Hatta er jú ein teoretiskur
spurningur. Tað tori eg ikki
at svara uppá.
- Men eg haldi, at eg
hevði verið nakað væl
skrappari enn Nyrup var,
staðfestir Schlüter.
Eftir hansara meting fin
gu føroyingar eina ótrúliga
góða skipan, og hevur hen
da verið við til at beina før
oyska samfelagið aftur á
rætta leið.
Freistar
Poul Schlüter er komin
higar at halda fyrilestur
saman við íløgufyritøkuni
Garanti Invest, har Eik Ban
ki er partaeigari.
Hóast hann ikki hevur
beinleiðis politiska ávirkan
í dag, so staðfestir hann
kortini at nógvir møguleikar
eru fyri at gera íløgur í Før
oyum.
- Tá tað gongur so gott
við føroyska búskapinum,
so freistar tað útlendskar
fyritøkur at gera íløgur í
Føroyum.
- Tær fara heilt víst at
koma higar, tí menningin er
so stór innan fiskivinnu,
byggivinnu og annað sum
hevur
stóra
ávirkan
á
búskapin.
Atli Dam, táverandi lølgmaður og Poul Schlüter, táverandi danskur forsætisráðharri
undirskriva avtaluna um føroysku undirgrundina beint undan jólum í 1992
Mynd: Kalmar
- Eg náddi líka at staðfesta at kreppa var í Føroyum, áðrenn eg fór frá sum forsætisráðharri, sigur Poul Schlüter
Mynd: Jens Kr. Vang
Eitt av tí, sum Schlüter er vorðin kendur
fyri í Føroyum, er avtalan um føroysku
undirgrundina sum varð gjørd í 1992.
- Hetta var í roynd og veru tað seinasta,
eg gjørdi sum forsætisráðharri.
- Eg avgjørdi beint undan jólum, at nú
skuldi tað altso vera. Nú skuldi avtalan
gerast, greiðir hann frá.
Henda avtalan varð undirskrivað fáar
dagar undan jólum hetta árið. Fyri
Føroyar skrivaði Atli Dam, táverandi
løgmaður undir.
- Henda avtalan gekk í stuttum út uppá,
at undirgrundin verður yvirtikin av
føroyingum, men at Danmark fekk rætt
at blanda seg uppí, um olja varð
funnin.
- Í so fall kundi blokkstuðulin verða
niðurskorin. Á tann hátt var avtalan til
fyrimunar hjá báðum pørtum, um olja
varð funnin, sigur Schlüter sum annars
er útbúgvin løgfrøðingur.
Hann vónar framvegis, at olja verður
funnin á føroyskum øki. Olja er haraftrat
funnin í norskum øki og bretskum øki.
- Tað vildi tí verið løgið, um øll oljan
gekk uttanfyri føroyskt havøki!, sigur
hann.
Tað er ótrúliga gott at síggja, at
meginparturin av inntøkuni hjá Eik
Banka kemur frá inntøkum í øðrum
londum. Tað eri eg imponeraður yvir
at síggja. Slíkt er gott
”
- Olja er eisini í føroyskum øki
Poul Schlüter (føddur 3. apríl 1929) var danskur
forsætisráðharri frá 1982-1993. Hann varð føddur í Tønder
í Suðurjyllandi, og varð cand. jur. í 1957 og gjørdist seinni
advokatur í 1960.
Poul Schlüter gjørdist limur í Folkatinginum frá 1964-1994
fyri Konservativt Folkeparti, sum hann var landsformaður
fyri frá 1974-1977 og 1981-1993.
Hann hevur higartil verið limur í Europaráðnum fra 1971-1974
og leiðari av donsku sendinevndini í Norðurlandaráðnum
og limur í formansskapinum har í 1978-1979. Í 1984 varð
hann kosin sum "Årets politiker i Norden".
Poul var limur í Europatinginum 1994-1999.
Poul Schlüter hevur skrivað sjálvbiografi’ina “Sikken et liv”
sum kom út í 1999.
FAKTA UM SCHLÜTER