Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 28 - 8. februar 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Ungir og evnaríkir fótbóltsspælarar í Føroyum fáa nú eitt nýtt tilboð. Frá í heyst at rokna fer Handils­ skúlin á Kambsdali at hava serliga linju, har skúlin í samstarvi við Ítróttarsambandið og Fótbóltssambandið gevur nýtt undir­ vísingartilboð. Eitt tilboð, sum vónandi eisini kann útbyggjast til aðrar skúlar og ítróttagreinar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroya Handilsskúli á Kambs­dali, Ítróttarsam­ band Føroya og Fótbólts­ sam­­band Føroya hava av­ gjørt at fara undir eina roynd­ar­verkætlan, ið byggir á somu skipan, ið feløg í hin­um norðurlondunum nýta í samstarvi við mið­ náms­skúlarnar fyri at menna evnarík ítróttarfólk enn meira. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Endamálið við nýggja skúlatilboðnum er at geva ungur evnaríkum leik­arum ein serstakan møgu­leika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár. - Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnáms­ skúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venj­ ing geva góð úrslit. - Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur livi­háttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu til­vitað velja at liva sum ítrótta­fólk. Teori og praksis Tilboðið, sum skúlin nú fer at bjóða, fevnir um bæði prakt­iska venjing og ástøði­ liga partin av hesum. Umframt vanligu skúla­ gongdina, skal næmingurin hava seks tímar eyka um vik­una. Fýra av hesum tím­ um verður fótbóltsvenjing, sum Eyðun Klakstein stend­ ur fyri. Hinum báðum tím­ unum stendur Sølvi R. Han­ sen, ítróttarráðgevi, fyri, og verður talan her um ástøði­ liga partin av ítróttar­lívi­ num. Bara spírin Gongst sum ætlað, so er kom­andi skúlaárið bara spírin til eitt tilboð, har evna­rík­astu føroysku ítrótt­ ar­fólkini fáa ein møguleika at mennast her á landi. - Vit hava fleiri dømi úr útlandinum, har ítróttarfeløg hava síni egnu college, har spælarar innan ymsar ítrótta­ greinar verða mentir. Enn er talan um royndarár hjá okkum, og fíggingin røkkur í løtuni bert til tað eina árið á FHS, Men vit síggja hetta sum eitt tilboð, ið hevur eina góða framtíð. Og vón­ andi fáa við tíðini eitt til­ boð, sum eisini fevnir um aðrar ítróttagreinar og aðrar skúlar. - Í løtuni er støðan ofta tann, at ung ítróttarfólk mugu velja, tá miðnáms­ skúla­árini standa fyri framm­an. Velja tey ítróttin fram­um, mugu tey uttan­ lands á skúla, og tað er ikki so víst, at hetta altíð er tað rætta. Hinvegin steðga tey al­oftast upp í ítróttarligu menningini, um tey vilja gera skúlagongdina lidna í Føroyum. Vit hava jú hópa­ tals dømi um, at munurin til javnaldrar uttanlands ikki er so stórur um 15-16 ára aldur, men at sami munur síðani økist, tí føroyskir spæl­­arar ikki fáa somu venj­ ing, sum tey fáa uttanlands, sigur Páll Isholm, skúla­ stjóri. Handilsskúlin sum ítróttarskúli Samskiparin Samskipari av verkætlanini verður Sølvi Reinert Hansen, ítróttar og ungdómsráðgevi hjá ÍSF. Sølvi hevur áður starvast á Handilsskúlanum og hevur eisini nomið sær útbúgving innan lestrarvegleiðarayrki. Sølvi hevur harumframt drúgvar royndir sum virkin íðkari inni frælsan ítrótt. Venjarin Høvuðsvenjari verður Eyðun Klaksstein, ið hevur UEFA A- venjaraprógv og drúgvar royndir sum ungdómsvenjari. Í ár er hann hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum hjá KÍ. Eyðun hevur eisini drúgvar royndir sum leikari á hægsta stigi í Føroyum. FAKTA Ein fortreyt fyri menning Størri tilvitan og meira venjing. Tað eru tvær avgjørdar fortreytir, um føroysk ítróttarfólk skulu mennast meira, heldur ítróttarráðgevin hjá ÍSF Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sølvi Reinert Hansen, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, er sam­ skipari av verkætlanini við Handilsskúlan á Kambsdali. Eini verkætlan, sum fyrsta árið eisini verður stuðlað fíggjarliga av Fótbóltssambandinum. Og hann er ikki í iva um, at hetta er eitt átak, sum væl kann vera við til at hækka støði á føroyskum ítrótti. - Tað eru fyrst og fremst tvinnir lutir, sum eru neyð­ ugir, um vit skulu hækka støðið, og tað eru eru eisini hesir lutir, sum vit medda eftir í verkætlanini. - Ástøðiliga, so er tað av stórum týdningi, fólk á ung­ um árum læra, hvat tað vil siga at liva sum elitu-ítróttar­ fólk. Tú skalt snøgt sagt velja rætta lívsstílin, har kost­ ur, hvíld og venjing eru ein integreraður partur av ger­ andisdegnum. Verður hetta ikki gjørt, síggja vit ofta støðuna, har t.d. ein evnaríkur fótbóltsspælari fær hóp­ in av skaðum at dragast við, tá hann fær sáttmála uttan­ lands. Kroppurin er als ikki vanur við somikið nógva venjing, tí spælarin ongan tíð hevur lært, hvat tað vil siga at liva sum elitu-ítróttarfólk. - Í øðrum lagi, so er sjálv venjingin sjálvandi ein for­treyt fyri menning. Uttan mun til ítróttargrein, so er økt venjing viðvirkandi til øktan førleika. Og umframt hetta, so er tað eisini ein fyrimunur, at venjingin fevnir um heilt skúlaár. Ein stórur trupulleiki innan føroyska ítrótt er, at steðgurin í venjingunum er alt ov langur. Heldur tú pausu í fleiri mánaðir um veturin, so skal ein alt ov stórur partur av venjingini í nýggja árinum nýtast til at koma á sama støði, sum tú vart á, heldur enn til at byggja víðari upp á tað, sum varð vunnið árið fyri. Við at venja alt árið, slepst eisini undan hesum trupulleikanum, vísir Sølvi á. Hann vísir tó samstundis á, at tað er umráðandi, at venjingin fer fram í góðum samskifti við tey feløg, hað­ani spælararnir stava. - Tað skal jú heldur ikki gerast ov møtumikið hjá spælarunum. Tí verður ein ætlan løgd saman við venj­ ar­unum í einstøku feløgunum. Hevur felagið harða fysiska venjing onkran dagin, so verður talan kanska um meira taktiska og tekniska venjing í skúlanum. Og so kann tíðarskeiðið, har fótbólturin liggur stillur, kanska í størri mun nýtast til fysiska partin av venj­ing­ ini, sigur Sølvi. Handilsskúlin á Kambsdali tekur nú eitt veruligt stig mótvegis føroyskari elitumenning. fyrsta árið verður royndarár, men skúlastjórin vónar, at átakið kann mennast