hósdagur 8. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 28 - 8. februar 2007 ]
Flogbóltskvinnurnar
hjá KÍF hildu fram
við síni sigursrøð, tá
tær vunnu tryggan
sigur á oddaliðnum,
ÍF, í Kollafirði í
gjárkvøldið. Við
sigrinum hava tær nú
vunnið fýra dystir á
rað
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
KÍF hevur havt eitt heldur
ójavnt kappingarár í meist
aradeildini hjá kvinnum,
har tær stóran part av ári
num hava havt trupulleikar
at avgera sínar dystir. Í sein
astuni hevur tó borið til.
Síðstu tríggir dystirnir eru
nevniliga endaðir við sigri,
og mikukvøldið skuldu tær
aftur í dyst, tá tær tóku
ímóti oddaliðnum úr Fugla
firði.
KÍF er flúgvandi
Nógv fólk vóru komin sam
an í høllini í Kollafirði hetta
kalda vetrarkvøld, tá ið KÍF
tók ímóti ÍF. Høvdu tey
væntað sær ein spennandi
dyst, so fóru tey skuffaði
heim aftur, tí spenningur
kom sum so ongantíð í dyst
in. Til tess var munurin á
liðunum alt ov stórur henda
dagin.
Í fyrsta setti fylgdust lið
ini leingi, men mitt í settin
um dró KÍF frá, og eftir
hetta var eingin slingur í
valsinum. Tær vunnu ein
tryggan 25-19 sigur, og so
høvdu tær lagt støðið fyri
restini av dystinum.
Í øðrum setti byrjaðu
kvinnurnar úr Kollafirði
har, sum tær høvdu slept í
fyrsta setti. Tær fóru frá ÍF
beinanvegin, og eitt skifti
førdu tær heili 15-3. Móti
endanum kom ÍF tó eitt
sindur betri við í hetta sett
ið, men leiðslan hjá KÍF
kom tó ongantíð í vanda, og
tær vunnu eisini hetta settið
trygt, 25-15.
Nú mundu flest øll vænta,
at KÍF eisini fór at taka sær
av triðja setti, og fyrstu løt
una sá eisini væl út. Mest
sum alt fyri eitt løgdu tær
seg á odda við seks stigum,
men so steðgaði upp. Frá at
vera aftanfyri 9-12 megnaði
ÍF at vinna seg upp á 19-13,
og so var triðja sett í roynd
og veru avgjørt. ÍF vann
hetta 25-17, og so var spenn
ingur í aftur dystinum.
Spenningurin helt sær tó
ikki leingi, tí í fjórða setti
var KÍF aftur oman á. Eftir
eina javna byrjan, har liðini
fulgdust í eina løtu, dró KÍF
frá mitt í settinum. Móti
endanum var slett eingin
ivi, og KÍF vann fjórða sett
25-16. Harvið tryggjaðu
tær sær tann fjórða sigurin
á rað, og nú byrja tær veru
liga at nærkast heiðursmerkj
unum.
Uppiborin sigur
Liðið hjá KÍF má sigast at
vera nógv broytt síðstu dyst
irnar. Leikararnir eru teir
somu, men nú eru tær brád
liga byrjaðar at vinna sínar
dystir. Sigurin ímóti ÍF var
eisini fult uppiborin, og
sjálvt um ÍF fekk spenning
í dystin, tá tær vunnu triðja
sett, so var at kalla eingin
sum helst ivi um úrslitið.
Blokkurin hjá KÍF hevur
verið sera góður síðstu dyst
irnar, og hesin gav eisini
álopinum hjá ÍF stórar
trupulleikar. Hetta var tó
ikki einasti munurin á liðun
um. KÍF tóktist eisini spæla
meir fjøllbroytt í sínum
álopsspæli, og hetta gjørdi
tað ofta ringt hjá ÍF at lesa
av, hvaðani álopini fóru at
koma. Sum heild ein fult
uppiborin sigur til KÍF, og
megna tær at halda fast um
góða spælið, so er ikki
óhugsandi, at tær fara at
enda millum trý tey ovastu.
Steypakappingin í
Bridge skal avgerast
leygardagin, og longu
nú stendur greitt, at
oddaliðið í fyrstu
deild ikki fær hond á
steypið
Bridge
tíðindaskriv
Leygardagin 10. februar
verða hølini hjá Dimmalætt
ing á Smyrilsvegi í Havn
karmurin um hálvfinalur
og finalu í steypakappingini
í bridge 2007. Per Kallsberg
og hansara menn: Dánjal
Pauli Mohr, Jóannes Mourit
sen og Heðin Mouritsen
vunnu á liðnum hjá Boga
Simonsen í undankapping
ini, so oddaliðið í fyrstu
deild er ikki millum tey
fýra, ið kappast um ferða
steypið frá Trygd.
Liðini hjá Áranti Berja
stein og Allani Dal-Christ
iansen eru bæði mannað
við sterkum spælarum úr
fyrstu deild, og bæði kunnu
enda sum vinnarar av kapp
ingini. Árant spælir saman
við Símini Lassaberg, með
an Marner Joensen og Arn
bjørn Sivertsen manna hitt
parið á liðnum. Allan Dal-
Christiansen
og
Robert
Langgaard eru á liði saman
við Róa á Rógvu Joensen
og Jógvani Juel Rasmussen.
Danny Danielsen stendur á
odda fyri fjórða liðnum í
hálvfinaluni.
Hann
og
makkarin Jens Pauli G.
Nolsøe spæla í aðru deild
meðan hitt parið á liðnum:
Hanus
Bærentsen
og
Eyðbjartur Danielsen ikki
eru við í deildarkappingi.
Tey 32 spølini í hálvfinaluni
verða í mótbrekku fyri teir
fýra, uttan mun til, hvørt av
hinum liðunum teir skulu
spæla í móti.
Byrjað verður klokkan
10 og hálvfinalurnar eru
liðugt spældar klokkan 14.
Sjálv finalan er 40 spøl og
byrjar ein tíma seinni. Vinn
andi liðið fær eisini 8.000
krónur
sum
fíggjarligt
ískoyti til luttøku í Vingsted
Bridge Festival í Danmark
komandi summar.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild kvinnur
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
16
11
-
5
39
28
11
15
2 SÍ
15
10
-
5
35
24
11
14
3 Dráttur
16
10
-
6
37
30
7
13
4 TB
15
8
-
7
30
23
7
10
5 KÍF
16
6
-
10
31
34
-3
10
6 Mjølnir
16
2
-
14
12
45
-33
2
Meistaradeild menn
v
t
d
v
-
t
sett
sett
+/-
stig
1 ÍF
13
11
-
2
35
16
19
15
2 Mjølnir
12
9
-
3
30
17
13
12
3 Fram
13
7
-
6
26
26
0
10
4 Fleyr
13
4
-
9
19
31
-12
6
5 SÍ
13
1
-
12
18
38
-20
1
Bridge-finalurnar á skránni
KÍF-ÍF 3-1 (25-19, 25-15, 17-25, 25-16):
KÍF bukaði oddaliðið
KÍF vann ein fult uppibornan sigur á oddaliðnum, ÍF
mikukvøldið. Hetta var fjórði sigurin hjá KÍF á rað, og nú byrja
tær veruliga at nærkast heiðursmerkjum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Fram-ÍF 3-2 (10-25, 25-20, 27-25, 22-25,
15-13):
Fram steðgaði
fuglfirðingum
Fram steðgaði sigursrøðini hjá ÍF í
meistaradeildini hjá monnum í
gjárkvøldið, tá teir vunnu ein javnan og
spennandi dyst. Nú er dysturin um
meistaraheitið aftur púra opin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spennandi dyst í Hoyvíkshøllini
í gjárkvøldið, tá Fram tók ímóti oddaliðnum, ÍF, í
meistaradeildini hjá monnum. Í undanfarnu dystunum
millum liðini hevði ÍF havt munin, og vunnu teir henda
dystin, so kundu teir taka eitt stórt fet ímóti meistara
heitinum. Fram vildi tó ikki lata sær lynda við enn
einum tapi, tí teir vunnu nevniliga dramatiska dystin
eftir javnbrótara, og við sigrinum hava teir veruliga
blást lív í aftur dystin um meistaraheitið.
Í fyrsta setti var annars einki, sum bendi á, at Fram
fór at hava nakran møguleika henda dagin. ÍF stutt og
greitt blásti heimaliðið av vøllinum. Gestirnir úr Fugla
firði løgdu seg á odda alt fyri eitt, og Fram fekk slett
ikki fótin fyri seg í hesum settinum, sum endaði heili
25-10 til ÍF.
Fram fekk gongd á
Í øðrum setti vóru spælararnir hjá Fram tó vaknaðir, og
nú gekk heldur javnari á. Tað tóktist tó, sum Fram hevði
munin í hesum settinum, og móti endanum drógu teir
eisini frá ÍF, soleiðis at teir vunnu annað sett 25-20.
Triðja sett var enn javnari, og her var at kalla slett
eingin munur á liðunum. Enn einaferð megnaði Fram
tó at hála seg fram við ÍF í seinastu bóltunum, og hetta
settið vunnu teir eisini. Hesaferð gjørdist úrslitið 27-
25, og nú var tað brádliga Fram, sum lá betur fyri at
vinna dystin.
Nú sóu fulgfirðingarnir tó, hvønn veg tað bar, og í
fjórða setti fingu teir aftur rætta uppá spælið. Teir vóru
heldur betri við allan vegin, og ÍF megnaði eisini at
vinna hetta settið 25-22, og so skuldi ein javnbrótari
til fyri at finna ein vinnara.
Hesin javnbrótarin gjørdist sera javnur og spennandi,
men í seinastu bóltunum hevði Fram betru nervarnar.
Teir vunnu 15-13, og sostatt tryggjaðu teir sær sín
fyrsta sigur ímóti oddaliðnum, ÍF, í ár.
Við sigrinum hevur Fram eisini blást nýtt lív í odda
stríðið, har Mjølnir nú hevur ein hampiligan møguleika
at finga ÍF aftur.