fríggjadagur 9. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 29 - 9. februar 2007
Á farna bygdarráðs
fundi var samtykt,
at hálvthundrað
túsund krónur skulu
brúkast til eina
royndarverkætlan
fyri ung á gamla
dagstovninum á Oyri
MENTAN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Oyri: Í vár fær ungdómurin
í Sundalagnum sítt egna
hús. Dagstovnurin á Oyri
hevur staðið tómur síðani
nýggi stovnurin á Oyrar
bakka, Dagstovnurin á
Flatinum, var tikin í nýtslu
í 2005. Men nú er ætlanin,
at ungdómurin í kommununi
skal sleppa at brúka ovaru
hæddina á gamla barna
garðinum.
Á bygdarráðsfundi 22.
januar vóru 50.000 krónur
játtaðar til eina royndar
verkætlan fyri ung. Hans
Andrias Dam Joensen er
formaður í sosialu deild í
kommununi, og hann greið
ir frá, at ætlanin er, at ung
dómurin skal sleppa at hús
ast í ovaru hæddini á gamla
barnagarðinum nøkur kvøld
um vikuna.
Í kommununi hava tey
ásanna, at verður sæð burt
ur frá ítróttini, hevur
kommunan ikki nógv tilboð
at bjóða teimum ungu. Tí er
tað, at tey hava tikið stig til
hetta nú. Hans Andrias
Dam Joensen sigur, at tey
nú leita eftir einum persóni,
sum kann hava ábyrgdina
av hesum húsinum, sum –
um tað gongur væl – møgu
liga verður ein spíri til eitt
virkishús í kommununi.
– Tær 50.000 krónurnar
skulu brúkast til at fríska
ovara hæddina upp við,
sigur formaðurin í sosialu
deild í Sunda kommunu.
Ikki nýtt hugskot
Hugskotið við at nýta
gamla dagstovnin sum ung
dómshús, er tó á ongan hátt
nýtt, og 13. november í fjør
samtykti kommunan eisini
eina eykajáttan áljóðandi
50.000 krónur til júst hesa
verkætlanina. Men projekt
ið kom ongantíð í gongd,
og tí vórðu pengarnir ei
heldur brúktir. 15. januar í
ár mælti Trivnaðarnevndin
til at endurjátta somu upp
hædd, soleiðis at skjøtul
kann setast á royndarverk
ætlanina. Hetta var einmælt
samtykt á bygdarráðsfundi
22. januar, og í vár skal
ungdómurin ætlandi sleppa
at nýta ovaru hædd á húsi
num.
Eldru í neðra
Hans Andrias Dam Joensen
veit eisini at siga, at tá ung
dómurin kemur at húsast í
erva, so merkir tað kortini
ikki, at niðara hæddin kem
ur at standa óbrúkt. Har er
ætlanin, at eitt dagtilhald
fyri tey eldru í kommununi
skal vera. Hetta hava nøkur
fólk bjóðað seg til at staðið
fyri, og Hans Andrias Dam
Joensen sigur, at meiri
kunning um hesa ætlanina
kemur í komandi viku.
Sunda kommuna:
50.000 krónur til ungdómin
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá góðskuleiðaranum
er at skipa og standa fyri innaeftirlitinum
eftir teimum góðkenningum fyritøkan
hev ur. Góðskuleiðarin skal menna og
viðlíkahalda okkara góðskuskipan, har
aðalmálið er at tryggja eina høga og
støðuga vørugóðsku av okkara vørum
í tráð við okkara góðskupolitikk og við
nationalar og internationalar lógir og
krøv. Góðskudeildin kannar og skrásetir
áhaldandi allar rávørur, vørur í gerð og
liðugtvørur.
Tú kemur at hava ábyrgdina av innanhýsis
mannagongdum, vørugóðsku, umhvørvi
og djóravælferð.
Starvið er fyriskipað sum ein stápsfunk-
tión við beinleiðis tilvísing til stjóran.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður, skal hava eina
hægri útbúgving sum til dømis matvøru-
verkfrøðingur, lívfrøðingur, djóralækni
e.l. Royndir frá privatu og/ella almennu
vinnuni eru ein fyrimunur, men ikki nøkur
treyt.
Setanarviðurskifti
Til rætta viðkomandi verður latin kap p-
ingarfør løn í samsvari við útbúgving og
royndir.
Talan er um fulltíðarstarv, har roknast
má við skeivum arbeiðstíðum í ávísan
mun. Arbeiðsstaðurin er fyrst og fremst á
høvuðsskrivstovuni á Glyvrum, men eisini
á framsleiðslustøðunum í Norðoyggjum
og Suðureysturoy.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvi og møgu-
li gum viðmælum skal vera okkum í hendi
innan 23. februar 2007 og skal sendast til:
P/F Bakkafrost
Bakkavegur 8
625 Glyvrar
Bakkafrost@bakkafrost.com
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Regin Jacobsen, stjóra,
á tel. 40 50 00.
Góðskuleiðari til Bakkafrost
P/F Bakkafrost · FO-625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel: +298 40 50 00 · Fax: +298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com
Sansir.fo
Bakkafrost samtakið rekur
alivirksemi í Norðoyggjum
og Suðureysturoy í felagnum
Faroe Salmon. Framleiðslu-
eindirnar eru á 3 smoltstøðum
og 7 sjógvalistøðum umframt
á kryvjivirkinum í Klaksvík og
portiónsvirkinum á Glyvrum.
Okkara vøruúrval er breitt
innan fyri laksavørur; men
høvuðsfokusumráðið er innan
vørur til retailmarknaðin serliga
í ES. Talið á starvsfólkum er 160.
Vit sóknast eftir einum góðskuleiðara til laksaframleiðslu okkara í Bakkafrost samtakinum.
Talan er um nýtt starv.
®
Gamli dagstovnurin á
Oyri skal í vár húsa bæði
ungdómi og aldurdómi