fríggjadagur 9. februar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Næstseinasta
hósdag landaði
snelluskipið Havs
brún í Klaksvík.
Veiðan var stívliga
30.000 pund av
upsa, harav stívliga
20.000 pund vórðu
fingin dagin fyri
Havsbrún er gamal bátur, bygdur
úr eik og bók í Danmark sama
ár, sum Føroya fólk atkvøddu
fyri loysing millum Føroyar og
Danmark – í 1946.
Skipið er sløk 50 tons, og út
gerðarmaður er Olgar S. Andrea
sen í Klaksvík.
Skipari er klaksvíkingurin Óli
Olsen, sum hendan dagin var
fremstur á bryggjuni. So hvørt,
sum kassarnir komu upp, lempaði
hann ein stóran spaka við ísi
niður yvir fiskarnar.
– Eg ringi onkran dagin, so vit
fáa eitt lítið prát um fiskiskap,
sigi eg við mannin.
Hann tóktist ikki gera stóran
háva burtur úr sær, men helt fyri,
at tað var í lagi.
Mikukvøldið í hesi vikuni ringdu
vit so aftur, men ansaðu eftir, at
tað fyrst var vorðið myrkt, so vit
ikki órógvaðu, um teir lógu við
kenni.
– Ja, halló. Hetta er Regin.
– Regin? Er tað ikki Óli?
– Nei, Óli verður skjótur. Vit eru
júst lidnir og fara nú at fáa okkum
at eta.
– Hvar eru tit?
– Vit eru norðanfyri. Hetta er
fyrsti dagurin hendan túrin. Í dag
hava vit fingið 13.000 pund.
– Óført, so hava tit havt ein
góðan dag. Og slagið?
– Jú, tað hevur gingið væl.
Slagið er, sum tað plagar, mest
3’arar.
– Fínt, eg ringi aftur, um Óli ikki
fer beint í koyggjuna.
– Nei, tað fer hann ikki. Ring
bara um eina løtu.
Løtan gongur, og vit royna aftur,
men heldur ikki hesaferð tekur Óli
telefonina.
– Hann fær sær fyrst eina
sigarett. Eg haldi, hann er
nervøsur, sigur maðurin og
flennur.
Óli tekur telefonina.
– Jú, vit eru nøgdir í dag.
Kastaðu fyrstu ferð klokkan 8.30,
men allan fyrrapartin var lítið. Tað
var ikki fyrr um 13-tíðina, tá vit
høvdu flutt okkum longur vestur,
at nakað bleiv at tosa um.
Mikukvøldið lotaði hann av
landnyrðingi, men segði gott
veður til dagin eftir.
– Veðrið verður helst gott í
morgin, men síðan sigur hann
aftur meira vind til fríggjadagin.
Vit fáa væntandi bara tveir dagar
í hesum umfari, sigur Óli.
At royna við snellu, nyttar einki
tá tað er vorðið myrkt. Heldur
einki nyttar at kasta, fyrr enn tað
er ljóst aftur á morgni.
– Tú kanst fáa nakrar fiskar í
skýmingini, um tú liggur í fiski,
sigur hann.
Óli hevur verið við Havsbrún
síðan oktober 1993.
– Eigarin, Olgar og eg, hava
ført bátin, men síðan mars í fjør
hevur hann ikki verið umborð
vegna skaða. Tískil havi eg verið
skipari alla tíðina síðan tá. Olgar
hevur annars alt sítt lív verið á
sjónum.
Óli tosar lítið um, hvussu hann
hevur balst á havinum øll síni
bestu ár, men vit vita, at hann
eigur nógv ár á sjónum, eitt nú
umborð á Seglhús-bátunum,
eisini sum stýrimaður.
Seinni var hann eitt skifti
arbeiðsformaður á virkinum hjá
Joensen & Olsen.
Flestu árini við Havsbrún hava
teir roynt við línu og egnt í landi.
Men línuveiðan er dýr í rakstri, og
tí gjørdu teir av at leggja um til
snellu seint í fjør vár.
– Vit eru vanliga fýra mans
umborð, hava 11 snellur. Hvør
dorgin hevur seks húkar, sum vit
halda vera hóskandi.
Óli vísir á, at tað er so sjáldan,
at dorgin er full, men tá kennið
er gott, eru vanliga 4 og 5 fiskar
á hvørji dorg í senn. Teir halda tí
ikki, at tað loysir seg at hava fleiri
enn hesar seks húkarnar undir.
Hvussu hevur so vignast?
– Jú, eg haldi, at tað hevur
verið so nøkulunda. Tað viðrar
bara so illa, og tí eru so nógvir
dagar, har ikki er útfarandi.
Við degnum mikudagin hevur
Havsbrún fiskað umleið 100.000
pund higartil í ár – eftir roynd í
einar sjey dagar tilsamans.
Vit spyrja, um frívaktin er
nóg long til hvíld hesa tíðina á
árinum.
– Ja, er veðrið hampiliga gott,
er hetta eisini rímiliga gott lív.
Skipið er gamalt, men tað koyrir
so nøkulunda. Hinir menninir sova
har frammi. Eg plagi at leggja
meg her afturi.
Sum dagarnir gerast longri,
verður eisini staðið longri við
snellurnar.
Hvat hava tit at stytta tykkum
stundir við, tá ið dagur er lokin?
– Ein slíkan dag sum hendan
eru vit lidnir um 22-tíðina, og tá
er leingi, til tað lýsir aftur.
Hvat vit gera, endurtekur Óli?
– Vit sita og práta og tvætla.
Hevur nógv verið at fingið, eru
menn troyttir og fara nokso skjótt
í koyggjuna. Vit hava ikki fingið
sjónvarp umborð enn, men tað er
á veg. Hetta gleða vit okkum til,
sigur Óli.
Snelluskipini drepa ongan tosk.
– Vit hava ongan gráan fisk
fingið síðan einaferð í november,
haldi eg.
Ymiskt er, sum várróðurin
roynist, men tað skal fitt av
gráum fiski vera at fáa, áðrenn
eitt snelluskip sum Havsbrún
leggur seg eftir at fiska tosk,
nú prísurin á upsa er góður, og
veiðan er nógv størri.
– Vit vænta, at veiðan hjá
okkum í vár í stóran mun eisini
verður upsi, sigur Óli Olsen,
skipari á Havsbrún.
Klumman
Góðu redaktørar!
So hoyrdu vit aftur svaduna
um, at vit ikki kunnu fremja
gravandi, perspektiverandi og
avdúkandi journalistikk í Før
oyum. Niðurstøðan er tann sama.
Ov lítið av peningi. Ov lítil tíð.
Og ov fá fólk. Hesaferð varð tað
sagt í sambandi við, at útvarpið
týsdagin varð eftirmett á fimti
ára degnum.
At hetta partvís er rætt,
kann ein og hvør skriva undir
uppá, sum hevur starvast á eini
føroyskari tíðindadeild. ”Fuck
ing masseproduktion af lige
gyldigheder”, sum ein danskur
redaktørur tók til.
Men sjabbið um vantandi
umstøður líkist eftirhondini eini
umbering, sum journalistar og
serliga redaktørar nýta sum
skálkaskjól, tá journalistiska
dygdin verður eftirmett. Ábyrgdin
verður turkað yvir á onkran
annan.
Tí samstundis sum politiski
myndugleikin so dyggiliga svíkur,
gloyma vit, at fjølmiðlaleiðslur
hvønn tann einasta dag VELJA,
hvussu peningurin og orkan
verður umbýtt og raðfest. Eitt
aktivt val, sum hvør einstakur
redaktørur tekur hvønn tann
einasta morgun.
Hvat kostar tað t.d. at senda
heil herlið av journalistum til
oyggjaleikirnar, landsdystir
og festivalar? Hvat kostar tað
Sosialinum í tíð og orku at
skipa fyri Planet Awards? Hvat
kostar tað Kringvarpinum at
senda Prixið? Hvat kostar bert
ein av hasum óteljandi tónleika
sendingunum í útvarpinum?
Hvat kosta øll eykabløðini um
stevnur, festivalar, høgtíðir og
drotningavitjanir?
Eingin redaktørur kann umbera
seg við, at vit ikki hava pengar
ella orku til borandi journalistikk.
Tað er og verður ein spurningur
um raðfesting, harra Øssur
Winthereig, Johan Mortensen,
Jan Müller, Ingi Samuelsen og
kompaní.
2006 gjørdist tað árið, tá Anna
Politkovskaja í Russlandi, Dick
Hrant í Turkalandi og 153 aðrir
skrásettir evropeiskir journalistar
lótu lív fyri journalistisku avrik
síni úti í stóru verð. Samstundis
ganga vit føroysku tíðindafólk og
nálgast í søgum, sum í morgin
eru gloymdar. Fyri útlendsku
martýrarnar er journalistikkur
ein passión. Eitt lívsprojekt. Fyri
okkum er tað eitt arbeiði. Og
meðan eitt stórmál fyri og annað
eftir verður avgreitt ella ikki
avgreitt, VELJA miðlarnir hvønn
dag at senda síni tíðindafólk
út til fjant og fjas. Til “fucking
ligegyldigheder”!
umborð
– Vit sita og tvætla á frívaktini
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Navn: Havsbrún, Klaksvík
Smíðistaður/ár: Lundeborg/
1946
Tilfar: Eik/ bók
Maskina: Grenaa/ 1975/
220 HK
Longd/ breidd: 18,17 m
/5,27 m
BRT: 48,69
Útgerðarmaður: Olgar S.
Andreasen
Fakta
Heini í Skorini
blaðmaður og
lesandi
- Besti dagurin hjá okkum í ár var mikudagurin í
seinastu viku. Ein góður snelludagur, heldur Óli
Olsen, skipari, fyri
Myndir: Vilmund Jacobsen