fríggjadagur 9. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 29 - 9. februar 2007
tíðindi
Nú verður leitað
eftir einum nýggjum
Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn til
sjúkar føroyingar,
sum verða sendir
til Danmarkar og
avvarðandi hjá
teimum. Nýggja
hotellið skal vera
bæði størri og betri
enn tað, sum nú er
Sjúkrahotel
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað, fáa før
oyskir sjúklingar í Danmark
munandi betri umstøður.
Tað hevur leingi verið ein
sannroynd, at Hotel Tórshavn
í Keypmannahavn er alt ov
lítið til at nøkta tørvin. Tað er
eisini staðfest, at umstøðurnar
á hotellinum eru ov vánaligar
til nógvar sjúklingar og teirra
avvarðandi.
Og nú hevur landsstýrið
ásannað, at tað ikki ber til
at gera fleiri ábøtur á Hotel
Tórshavn og at tað tískil er
neyðugt at útvega eitt heilt
nýtt Hotel til føroyskar sjúk
lingar í Keypmannahavn og
teirra avvarðandi.
– Støðan er so vánalig at
hon er við at verða ótolandi.
Tískil hava vit í eina tíð
leitað eftir einum nýggjum
hotelli, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
Hava funnið húsið
Og nú metir landsstýrið
seg at hava funnið eitt hús,
sum er væl hóskandi til
endamálið.
Men nú er tann stóri Spurn
ingurin, um tað yvirhøvur
ber til at fáa fatur á húsinum,
antin til keyps ella til leigu.
Talan er um eitt gamal
røktarheim, sum ein sjálvs
ognarstovnur eigur. Røktar
heimið er latið aftur og nú
er húsið til sølu.
– Talan er um eitt hús,
sum liggur væl fyri í Keyp
mannahavn, sigur Hans
Pauli Strøm.
Hann sigur, at tað er ein
treyt við húsinum, at tað
skal brúkast til almanna
endamál og tí heldur hann,
at tað eisini hevði verið góð
tikið, at tað verður brúkt til
sjúklingahotel.
– Stóri meinbogin er tann,
at eisini Keypmannahavnar
Kommuna vil hava fatur á
húsinum at brúka til heim
leys.
Hans Pauli Strøm stúrir fyri,
at ætlar Keypmannahavnar
Kommuna sær húsini, verður
torført hjá landsstýrinum at
fáa tey fyri nøsini á teimum.
– Men ætlanin er ikki at
geva skarvin yvir, tí vit fara
framvegis at royna at fáa
fatur á húsinum.
Hann sigur, at sostatt hev
ur landsstýrið biðið føroyska
umboðsmannin í Keyp
mannahavn og leiðarin á Hotel
Tórshavn seta seg í sambandi
við bæði sjálvsognarstovnin,
sum eigur bygningin og við
Keypmannahavnar Komm
unu í eini roynd fáa ljóð fyri,
at húsið verður brúkt til sjúk
lingahotel.
Men av tí sama, er tað enn
óvist um tað yvirhøvur ber
til at fáa fatur á húsinum.
Hetta húsið er væl størri
enn Hotel Tórshavn, sum
nú er og Landsstýrið leggur
stóran dent á at fáa fatur á tí
til sjúklingahotel.
– Á Hotel Tórshavn kunnu
í allar besta føri stívliga 80
fólk gista. Men umstøðurnar
eru ikki góðar og nú eru karm
arnir á hotellinum sprongdir.
Eitt nú kunnu vit ikki bjóða
sjúklingum, sum eru í drúgvari
viðgerð, at tey skulu búgva á
Hotel Tórshavn.
– Hinvegin eru møgu
leikarnir at byggja hotellið
út, at kalla uppi. Men so
liggur tað ovaliga í einum
háhúsi, so tað er ikki serliga
sjúklingavinarligt og heldur
ikki serliga hóskandi hjá
rørslutarnaðum.
Nógv størri og betri
Í bygninginum, vit nú hava
kastað eyguni á, eru 75
kømur, so har eru rúmd
fyri væl fleiri fólkið enn
á Hotellinum, vit hava nú.
Harafturat er húsið í nógv
betri standi og umstøðurnar
inni nógvar ferðir betri enn á
hotellinum, sum nú er, sigur
Landsstýrismaðurin.
Eydnast ikki at fáa fatur
á hesum húsinum, verður
leitað aðrar vegir.
Men tað er í Keypmanna
havn sum í øllum øðrum stór
býum, at tað er sera torført at
fáa fatur á hølum, sum liggja
væl fyri.
Sostatt er enn óvist at
siga, nær tað ber til at fáa
fatur á húsinum, ella um
tað eydnast at fáa fatur á
húsinum yvirhøvur.
Tá ið Hotel Tórshavn varð
leigað fyri seks, sjey árum
síðani, bant landsstýrið seg
til at leiga hølini í 20 ár. So
verður nýtt hotel útvegað,
mugu eisini útvegir finnast
fyri at sleppa burturúr leigi
málinum, sigur Hans Pauli
Strøm.
Sjúkir føroyingar í Danmark
skulu hava tað nógv betri
Annars eru fleiri ábøtur
gjørdar á Hotel Tórshavn
hesi bæði síðstu árini.
– Ein bati er, at síðani 2005
hava húski við illa sjúkum
børnum havt tilboð um at
búgva á Ronald McDonald
Húsinum í Keypmannahavn,
ímeðan barnið er innlagt á
Ríkissjúkrahúsinum, sigur
Hans Pauli Strøm.
Ronald McDonald Húsið
er eitt sjúklingahotel fyri
børn.
At kalla samstundis hevur
tað eisini borið til hjá sjúk
lingum við veikari immun
verju at fáa bústað í íbúð í
Keypmannahavn ímeðan tey
eru í viðgerð. Her kann vera
talan um fólk, sum skulu
hava mergtransplantation
og sum tískil ikki kunnu
búgva sanman við øðrum,
sjúklingum av vanda fyri
smittu.
Somuleiðis kunnu sjúk
lingar, sum hava bíðað eftir
transplantatión ella líkn
andi í longri tíð, fáa íbúð í
Keypmannahavn at búgva í
fyri at tryggja, at teir kunnu
hava eina so vanliga tilveru
sum til ber undir sjúkra
leguni.
Hans Pauli Strøm sigur,
at í løtuni verður eisini
arbeitt við at fáa sjey kømur
afturat á Hotel Tórshavn .
Tey kømrini skulu brúkast
til sjúklingar og fylgjarar,
ið Sjúklingahotellið annars
plagdi at húsa aðrastaðni í
býnum.
Umstøðurnar hjá rørslu
tarnaðum at sleppa inn og
út av Hotel Tórshavn eru
eisini alt ov vánaligir og tí
verður eisini arbeitt við at
betra um umstøðurnar hjá
teimum. Tað verður gjørt
við at gera nýggja høvuðs
inngongd til hotellið og
tað arbeiðið verður liðugt í
næsta mánaði.
Føroyska
Sjúklinga
hotellið í
Danmark
við at
sprongjast
Trýstið á Hotel
Tórshavn í Keyp
mannahavn er nógv
økt seinastu árini
og nú er hotellið ov
lítið
Hotel Tórshavn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum gista á sjúklinga
hotellinum Tórshavn í
Keypmannahavn, eru
munandi økt í talið
seinastu árini.
Tá ið Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður
í almannamálum, greiddi
frá virkseminum hjá
hotellinum í Løgtinginum
í vikuni,
Tað var Jørgen Nicla
sen,
Løgtingsmaður,
sum spurdi Landsstýr
ismannin, hvørjar ætl
anir eru fyri sjúklinga
hotellinum.
Tá segði landsstýris
maðurin, at gistingingar
nar eru nógv øktar, serliga
hetta síðsta hálva árið ella
meira.
Sjúklingahotellið varð
tikið í nýtslu um árs
skiftið 1999/2000, og í
2001 vóru gott 1.400 við
gerðaruppihald, men í
2006 2006 vóru um 1.900
viðgerðaruppihald.
Tað er ein vøkstur uppá
um 500.
Umframt hetta vóru í
2001 gott 1.000 fylgjarar
á hotellinum men í 2006
var talið um um 1.300
fylgjarar.
Hóast Hotel Tórshavn í Keypmannahavn bara er seks ára gamalt, er tað longu ov lítið og nú
verður leitað eftir nýggjum hotelli
Fleiri ábøtur gjørdar
Nògvar ábøtur
eru gjørdar á
Hotel Tórshavn
seinastu tvey
árini, men tað
munar ov lítið
og nú eru teir
møguleikarnir
uppi, sigur Hans
Pauli Strøm