Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 4 Marian Cirloganescu hevur nú í 6 ár verið málverji hjá StÍF. Hann hevur roynst avbera væl og er fleiri ferðir blivin valdur til ársins málverja í føroysku kappingini. Hann er vorðin ein favorittur millum áskoðararnar. Ikki einans fyri hansara spæl á vøllinum, men eisini fyri hansara persónligheit annars. Marian er venjari hjá yngru liðnum, og hann arbeiðir eisini av og á hja Viking Seafood á Strondum. Øll lata væl at honum. Tað tykist sum at hann er fallin væl til á Strondum. Sosialurin hittir Marian í høllini á Skála beint áðrenn besta liðið hjá monnunum skal venja. Marian er fryntligur og fyrikomandi. Hann dugir at tosa eitt sindur føroyskt, og hann skilir mestsum alt, um tað verður tosað føroyskt við hann. Vit velja tó at samskifta á enskum – allarmest fyri at undir­ ritaði kann fáa venjing í enska málinum. Satsaði uppá hondbóltin Marian byrjaði at spæla hondbólt sum 10 ára gamal. Hann spældi við liðnum Universitatea Craiova. Hann fót í skúla sum 6 ára gamal og bleiv liðugur sum 18 ára gamal. Eftir hetta fór hann á ítróttaruniversitet. - At byrja við var hondbólturin einans til stuttleikar, men sum 15-16 ára gamal fann eg útav, at eg kundi liva av tí, sigur Marian. Hann hevur spælt við fleiri ungdómslandsliðum hjá Rumenia. - Eg havi spælt frá U15 lands­ liðnum upp til U21. Tá ið eg slapp við á U-landsliðið, gjørdi eg av at satsa uppá hondbóltin. Tað gekk væl í mínum ungu árum. Eg spældi við í bestu deild­ini í Rumenia og var inni á landsliðnum. - Sum 20 ára gamal fekk eg tó ein sera keðiligan knæskaða, og tá misti eg sambandið til landsliðið. Eg havi ikki verið úttikin síðani. Tað var óheppið, at eg skuldi gerast skaddur júst tá, sigur Marian. Hann hevur tó roynt mangt sum hondbóltsspælari. Hann hevur millum annað spælt tveir Evropa Cup dystir. - Eg havi spælt móti danska málverjanum Kasper Hvidt og Joachim Boldsen, sigur Marian. Føroyar ein spennandi avbjóðing Sum 25 ára gamal kom Marian til Føroya í 2001. Vit spyrja hann, Marian Cirloganescu: kennir seg heima í Fø Marian um kommunismuna - Tað er stutt síðani at Rumenia slapp í kommunistisku klórnum. Eg haldi, at kommunsma í teori er ein góð samfelagsskipan, men hon riggar bara ikki í praksis. Summi fólk fáa meira og meira vald og misnýta tað. Tað sær betri út fyri Rumenia, nú tey hava fólkaræði, og tey eru komin uppí ES Marian um føroyskan mat - Eg skal ikki siga, at eg havi roynt allan føroyskan mat, men mær dámar tað heilt væl. Serliga skerpikjøt smakkar væl. Tað er við føroyskum mati eins og við einum góðum sangi: Tú skalt hoyra ein góðan sang fleiri ferðir, áðrenn hann setir seg fastan. Eg mátti eisini royna matin nakrar ferðir, áðrenn hann fall í mín smak Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo – Tá ið eg eri í Føroyum, sakni eg Rumenia. Men tað løgna er, at eg sakni aFøroyar, tá ið eg eri í Rumenia um summarið, sigur Marian Cirloganescu. Hann hevur nú í seks ár staðið í mál fyri StÍF. Hann gleðir seg til at spæla steypafinalu fyri sættu ferð – Steypakappingin er heilt vist hæddarpunktið í kappingarárinum. Eg vil vinna, men eg kann einki siga áðrenn dystin, sigur Marian Cirloganescu, sum stendur í mál hjá StÍF Mynd: Álvur Haraldsen