fríggjadagur 9. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 29 - 9. februar 2007
tíðindi
- Eftir uppskotinum
hjá Bárði Nielsen
skulu tey lágløntu
betala lutfalsliga
meir og tey hægri
løntu skulu betala
minni og tað kann
ikki góðtakast, sigur
Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
Eftirløn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað verða tær lægru inn
tøkurnar, sum koma at
betala lutfalsliga nógv og
tær høgu inntøkurnar koma
at betala lutfalsliga lítið.
- Og tað kann ikki góð
takast.
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í almanna-og
heilsumálum, góðtekur ikki
nýggju eftirlønarskipanina,
sum ein annar landsstýris
maður, Bárður Nielsen,
legði fram fyrr í vikuni.
Og tað er ein høvuðstáttur
í uppskotinum, hann ikki
kann góðtaka.
Í uppskotinum stendur, at
høvuðsábyrgdin fyri eftir
lønini við tíðini skal flytast
til tann einstaka.
- Hetta er fallið mær fyri
bróstið, tí eg eri ikki samdur
í hesum.
Hann heldur, at eisini í
framtíðini skulu vit taka
eina samhaldsfasta ábyrgd
fyri pensjónini til allar land
sins borgarar, sigur Hans
Pauli Strøm
Kann ikki góðtakast
Eftir uppskotinum um
nýggja eftirløn, eru grund
upphædd og viðbót í fólka
pensjónini og Samhaldsfasti
vavd upp í ein ellubita. Har
er Samhaldsfasti endaður
inni í viðbótini, og grund
upphæddin er blivin til Sam
haldsfasta.
- Úrslitið av hesum vavst
rinum er, at hóast mesta
útgjaldið tilsamans er
óbroytt, hendir stór broyting
í samansetingini. Ein stór
broyting er, at útgjaldið úr
landskassanum minkar
munandi, samstundis sum
útgjaldið, ið løntakarar og
arbeiðsgevarar skulu fíggj
að, verður hækkað.
- Tað merkir, at samstund
is sum skatturin verður
minkaður, verður inngjaldið
til Samhaldsfasta tvífaldað.
Men kortini økist út
gjaldið ikki eina einastu
krónu tilsamans.
- Ein slík umlegging kann
ikki góðtakast, tí hon við
førir, at láginntøkurnar
skulu bera ein lutfalsliga
størri part av fíggingini, sig
ur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at tað, sum
Bárður Nielsen sær út til at
miðja eftir við hesum er, at
tann parturin av almanna
pensjónini, sum skal inn
tøkuregulerast, ella mót
roknast av aðrari inntøku,
skal økjast.
- Eftir uppskotinum skal
parturin, sum verður inn
tøkureguleraður, økjast úr
36% av allari pensjónini
upp í 56%.
- Hinvegin skal parturin,
sum pensjonisturin eigur
óbeskorið av aðrari inntøku,
minka úr 64% niður í 44%
av allari pensjónini.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hetta er eitt stórt inntriv
og hann heldur, at tað kann
gerast á ein annan skilabetri
og meira varisligan máta.
Hann skjýtur upp, at 1/3
av grundupphæddini verður
fluttur yvir í viðbótina. Og
Samhaldsfasti verður
óbroyttur sum hann er.
- Tá fáa vit eina saman
seting, har umleið 50% av
allari pensjónini verður inn
tøkuregulerað, meðan hini
50% eiga pensjonistarnir
óbeskorið.
Nógv at taka inn
Hans Pauli Strøm vísur á,
at størsta nýskapanin í
nýggju eftirlønarskipanini,
er at vit skulu hava eina per
sónliga eftirlønarsamanspar
ing oman á fólkapensjón og
Samhaldsfasta.
- Í uppskotinum hjá Bárði
Nielsen er henda uppspar
ingin heili 15% av lønini.
- Hetta tykist vera í so
nógv at taka inn av eini
ófaklærdari løn. Kanska er
rættari at seta kravda mark
ið við 10-12%, og lata rest
ina verða sjálvboðið.
- Tað besta í hesi persón
ligu eftirlønarsamanspar
ingini er, at í høvuðsheitum
er hon skipað sum lívrenta.
Tað merkir, at pensjónisturin
fær eitt fast útgjald hvønn
mánað, so longi hann livir.
Annars eru flestu eftirlønar
skipanir, bara kapitalpen
sjónir, sum verða goldnar
út í einum.
Skilir væl Ingeborg
Vinther
Annars skilir Hans Pauli
Strøm væl, at Ingeborg
Vinther ikki glaðbeint tekur
undir við nýggju eftirlønar
skipanini,
Forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag hevur nevni
liga boðað frá, at tað skuldi
munandi broytingar til,
áðrenn fakfeløgini kundi
góðtaka tað.
Eitt nú er ætlanin, at Sam
haldsfasti skal tengjast upp
í eftirlønarskipanina og tað
vil hon als ikki góðtaka.
Ingeborg er ónøgd við, at
Samhaldsfasti er vavdur
upp í eftirlønarskipanina á
ein slíkan hátt, at tað sær út
sum er hann blivin burtur.
- Eg eri samdur við Inge
borg Vinther í, at Samhalds
fasti verður púra óneyðugt
maltrakteraður í uppskoti
num, sigur Hans Pauli
Strøm.
Hann sigur, at Samhalds
fasti er bara ein lítil partur í
uppskotinum, men hann er
kortini av stórum, prinsipi
ellum týdningi.
Tey ríku gjalda mest
Hans Pauli Strøm væntar
ikki, at Javnaðarflokkurin
fer at góðtaka, at pilkað
verður við Samhaldsfasta.
- Hann er umsíðir komin
uppá eitt sámiligt støði, og
hann eigur framhaldandi at
virka eftir sama prinsippi
sum nú, nevniliga, at øll
gjalda inn eftir inntøkuni
so at tey vælløntu gjalda
mest og tey lágløntu minst,
men at allir pensjonistar fáa
líka nógv úr honum, uttan
mun til, hvussu nógv tey
hava goldið inn og uttan
mun til, hvat tey hava av
aðrari inntøku.
- Tí haldi eg ikki, at fak
feløgini skulu stúra fyri
Samhaldsfasta. Tað vænti
eg, at Javnaðarflokkurin
kann borga fyri, sigur Hans
Pauli Strøm
Hann er nevniliga vísur í,
at tað er ongin trupulleiki
at broyta handan partin av
eftirlønaruppskotinum, tí
hatta er ikki eitt høvuðs
punkt í nýggju eftirlønar
skipanini.
- Samhaldsfasti er komin
fyri at vera, og hann fer at
styrkjast í nýggju eftirlønar
skipanini, tí hann fer at vera
tann parturin sum fer at
geva størsta avkastið. Tað
fer hann at gera, tí saman
borið við allar aðrar skip
anir er hann tann, sum krev
ur minst umsiting og tí fer
alt avkastið út aftur í hækk
aðum útgjaldið til pensjon
istarnar.
Fellur Hans Paula
Strøm fyri bróstið
Hans Pauli Strøm tekur ikki
undir við uppskotinum til
eina nýggja eftirlønarskipan,
sum Bárður Nielsen legði
fram fyrr í vikuni Og hann
heldur, at Bárður Nielsen
hevur skapt óneyðugar
trupulleikar
Skúlabygging dregur út
Nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna verður ikki liðugur í
summar, sum landsstýrið hevði ætlað. Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, segði í Løgtinginum í gjár, at byggingin
er so nógv seinkað, at skúlin verður ikki liðugur fyrr enn á
sumti næsta ár. Mentamálaráðið fekk tilboð upp á bygg
ingina í heyst, men metti tilboðini vera ov dýr og fer tí at
bjóða arbeiðið út av nýggjum í vár. Skúlin er mettur at
kosta 22 mió. krónur.
Bókakafé
So skipar Kunningarstovan í Havn aftur fyri einari
bókakafé í Hafnia Lounge. Tað verður mikukvøldið 14.
februar. Tá fer rithøvundurin Marianna Debes Dahl at tosa
um ummæli í 1930-árunum, og Finnur Johansen, rithøv
undur, fer at hugleiða um bókina ”Traðkaðu fólkinum
slóð”. Seinast á skránni er Malan Marnersdóttir, sum fer at
lesa nakrar yrkingar hjá skaldinum og rithøvundinum Carl
Johan Jensen. Tiltakið verður kl. 20.
Karsten Hansen
vildi ikki ganga
sama veg sum
Tjóðveldisflokkurin,
men hann kennir seg
hanga í leysum lofti.
– Eg havi slept mínum
politiska taki, og eg
veit als ikki, hvørjum
hesum endar við,
sigur Karsten Hansen
Politikkur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teinurin hjá Karsteni Han
sen úr heiminum á Víkavegi
og á tíðindafundin á Klaks
víkar Sjómansheimi fríggja
morgunin var sera stuttur.
Ja, so stuttur, at Karsten
kundi ganga í inniskóm
millum húsini í Klaksvík.
Hinvegin hevði hann tó
gingið væl og leingi inn í
seg sjálvan og grundað
yvir, hvønn flokk hann
skuldi fara upp í.
Valið fall á Miðflokkin,
og tá avgerðin skuldi kunn
gerast í Klaksvík fríggja
morgunin, var meginpart
urin av føroysku pressuni
til staðar. Tað er ikki á hvørj
um degi, at tað hendir í
Klaksvík, men umboð fyri
allar fjølmiðlar – frá Oyggja
tíðundum til Sjónvarpið –
sótu undir hvørjum orði, tá
ið Karsten Hansen greiddi
frá sínari politisku framtíð.
Karsten gongur á
smala vegnum
Karsten Hansen staðfesti
fleiri ferðir, at avgerðin
fyrst og fremst var tikin út
frá eini persónligari sann
føring.
- Eg vildi ikki ganga
sama veg sum Tjóðveldis
flokkurin. Eg kundi bara
havt latið sum einki, tá ið
lógarbroytingin í 266b var
samtykt. Eg kundi havt
atkvøtt ímóti, og síðani
farið heim og pleyga mínar
300 atkvøður. Men tað vildi
eg ikki. Hetta hevði meira
at siga fyri meg, sigur Karst
en Hansen.
Tú vildi ikki ganga sama
veg sum Tjóðveldis
flokkurin. Vil tað siga, at tú
hevur valt tann samla vegin
heldur enn tann breiða veg
in?
- Hetta er eitt persónligt
val. Eg havi ein dreym um
Karsten v
Karsten Hansen
Aldur: 62 ár
Hjúnafelagi: Gull-Britt Hansen
Børn: Heidi, Thorbjørn, Frederik og Mirjam
Heimstaður: Klaksvík
Útbúgving: Løgreglumaður
Landsstýrismaður við fíggjarmálum 1998-2003
Løgtingsmaður síðani 2004
FAKTA