Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Mark Levengood er kendur mill­um føroyingar fyri stuttligu bøkurnar ”Gamlar konur verpa ikki” og ”Kavafonnin grætur um sítt kalda lær - Ull er føroya gull”, ið hann hevur givið út saman við Unni Lindell. Í Svøríki og Finlandi er hann eina mest kendur frá ymiskum sjónvarpssendingum, ið hann hevur verið vertur fyri. Men nú er hann farin inn á tað bókmentaliga økið, og bøkur hansara hava selt sera væl, og eru týddar til nógv ymisk mál. Í Føroyum hevur hann verið tvær ferðir fyri umleið 20 árum síðani. Fyrstu ferð var hann við til vígsluna av Norðurlandahúsinum og spældi Ólavur Kongur í einum sjónleiki. – Tað hendi mær so nógv løgin ting, tá eg var í Føroyum. Ting, ið eg enn minnist væl, sigur Mark Levengood, tá Sosialurin fekk fatur á honum. – Eg minnist so væl handan sjónleikin, og at vit kvóðu og kvóðu, og eg helt ongantíð at vit gjørdust liðug, sigur hann og flennur. Mark er sera prátingarsamur og tosar svenskt við finskari dialekt. Hann er føddur í USA og hevur amerikanskan pápa, men mamman er finlandssvensk, og Mark er uppvaksin í Helsinki. Í Svøríki hevur hann búð seinastu 20 árini saman við manni sínum Jonas Gardell. Eisini hann kendur rithøvundi. Tað fyrsta ein sum føroyingur leggur til merkis í stuttsøgunum hjá Mark um Føroyar er, at hann hevur blandar navnið á Hotel Vágum og kallar tað fyri Hotel Torshavn. Hetta hava føroysku vinir Mark sagt við hann, nú bókin er komin út. Men tað er kanska ikki so løgið, tí hendingarnar hann skrivar um eru 20 ára gamlar. Mark skrivar soleiðis um tann ógvuliga serliga kokkin á hotellinum: ”Eg veit ikki, hussu hann eitur, men hann goymir seg aftan fyri urtapottar og hurðar, og tá ein kemur gangandi, hoppar hann fram og rópar og geylar... ... tað ringasta av tí heila er, at hesin maðurin er kokkur á hotellinum, so hvønn dag eti eg tvær máltíðir, ið eru gjørdar av einum manni, sum leypur á meg aftan fyri urtapottar...” Mark búði á Hotel Vágum, meðan hann bíðaði eftir, at tokan skuldi lætta, og at flogførini aftur fóru at flúgva. Í einum setningi fer hann enn tá so langt, at hann kallar hotellið fyri ”hotellet från helvetet”. – Mær longdist bara aftur til Havnar, men eftirsum veðrið er sum tað er í Føroyum, slapp eg ongan veg, tí tú ongantíð veit, nær dimmið lættar, og flogferðslan fer í gongd aftur. Hann flennir, tá hann greiðir frá, at í ferðalagnum var ein sokallaður ”optimistkonsultur”, sum bara lá í sínum kamarið og græt yvir at ikki sleppa avstað. – Tað er so typiskt svenskt, Løgnir føroyingar í Seinastu mánaðirnar hava túsundatals sviar lisið um ein løgnan kokk á Hotel Vágum og eina illa nonnu í Hoyvíks­ haga­num. Tað er rithøvundin Mark Levengood, ið hevur skrivað um hesi bæði í bestseljandi bókini ”Sucka mitt hjærta men brist dock ej” Bøkur Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Mark Levengood hevur givið tríggjar bøkur út. Tvær av teimum eru týddar til føroyskt, og í hinari triðju og seinastu skrivar hann tvær stuttsøgur úr Føroyum