Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 9. februar 2007  tíðindi Óført var gitt Fleiri fjølmiðlar royndu undan tíðindafundinum hjá Karsten Hansen fríggjamorgunin at gita, hvør avgerðin hjá honum fór at verða. Norðlýsið gitti hóskvøldið, at Karsten fór at velja Miðflokkin. Fríggjamorgunin vildi Útvarpið verða við, at Karsten fór at velja Sjálvstýrisflokkin. Sosialurin segði seg vita frá álítandi keldum, at Karsten fór upp í Miðflokkin. Tá avgerðin varð kunngjørd, kundi tað endaliga staðfestast, at Karsten hevði valt Miðflokkin. Kári bæð um fyrigeving Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur í vikuni sagt við fjølmiðlar, at seinasta umboðið hjá Sjálvstýrisflokkinum í Norðoyggjum var Asbjørn Joensen, sáli. Hetta er ikki rætt, tí árini frá 1994 til 1998 umboðaði Álvur Zachariasen Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. - Eg eri sera harmur um, at eg havi sagt hetta, og eg havi ringt til Álvur og sonin Kristian Eli fyri at biðja um fyrigeving, sigur Kári P. Højgaard. Karsten fylgdi síni sannføring - Karsten Hansen er ikki ein politik­­ari, sum kann yvirtalast. Hann fylgir síni sannføring, og tað hevur hann eisini gjørt í hesum føri, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki fekk styrk til Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum í hesum føri Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo - Eg havi tosað við Karsten um møguleikan at koma upp í Sjálv­ stýrisflokkin, og hann hev­ur í øllum førum fing­ ið at vita, at hann hevði verið vælkomin upp í okkara flokk. Tað sigur Kári P. Høj­ gaard, einasti tingmaður hjá Sjálvstýris­flokki­ num. - Norðoyggjar plagdu at verða ein av há­borg­ unum hjá Sjálvstýris­ flokkinum, og Karsten kundi veruliga styrkt flokkin har norðuri. Men Karsten er ikki ein politi­ kari, sum kann yvirtalast, hann fylgir síni sann­ føring, og tað hevur hann eisini gjørt í hesum føri. Kári P. Højgaard og Karsten Hansen hava sit­ ið saman í fíggjar­ nevndini og landsstýris­ málanevndini hjá løg­ tinginum í fleiri ár, og tað fekk Kára at biðja Karsten umhugsa møgu­ leikan at koma upp í Sjálvstýrisflokkin. - Vit hava havt eitt sera gott samstarv í hesum nevndum, og tí veit eg, at Karsten hevði passað væl inn í Sjálvstýris­flokk­ in, sigur Kári P. Høj­ gaard. valdi tann smala vegin - Longu áðrenn Karsten Hansen kom upp í Miðflokkin, vístu kanningar, at vit kundu fáa tríggjar løgtingslimir, men eg vóni, at vit fáa fýra tingfólk eftir næsta val Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jenis av Rana var í góðum lag fríggjamorgunin. Hann kom á tíðindafundin hjá Karsteni Hansen, eftir at Karsten sjálvur hevði av­dúkað sína politisku fram­ tíð, og Jenis staðfesti, at talan var um stórt frambrot hjá Miðflokkinum. - Hetta er ein stórsigur fyri Miðflokkin. Vit hava alla­tíðina roknað við, at næsta umboðið hjá okkum fór at koma úr Norðoyggj­ um, og nú hava vit fingið júst tann rætta mannin til at standa á odda fyri okkum í Norðoyggjum, sigur Jenis av Rana. Fer Karsten Hansen at tryggja tykkum tann triðja løgtingslimin? - Longu áðrenn Karsten Hansen kom upp í Mið­ flokkin, vístu kanningar, at vit kundu fáa tríggjar løgtingslimir, men eg vóni, at vit fáa fýra tingfólk eftir næsta val. Jenis vil hava fýra tingfólk Soleiðis verður Karsten valdur Tað liggur í kortunum, at triðja løgtings­ umboðið hjá Miðflokkinum verður úr Norðoyggjum Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var helst eitt bland av persónligari sannføring og realpolitiskum møguleikum, sum gjørdu at Karsten Hansen valdi Miðflokkin sum sín nýggja flokk. Møguleikarnir eru størri fyri at blíva valdur í Mið­ flokkinum enn í Sjálvstýrisflokkinum, sum gongdin hevur verið seinastu árini. Miðflokkurin fekk á seinasta løgtingsvali 1661 atkvøður, og tað gav flokkinum tveir eykavaldar tingmenn – Jenis av Rana í Suðurstreymoy og Bill Justinussen í Eysturoynni. Í fleiri veljarakanningum hevur Miðflokkurin staðið til at fáa ein tingsess afturat, og tað er hendan tingsess, Karsten Hansen nú skal tryggja flokkinum. Á seinasta løgtingsvali fekk Miðflokkurin 790 atkvøður í Suðurstreymoy og 466 atkvøður í Eysturoynni. Eftir hetta vóru valdømini hjá teimum rættiliga smá, men tað er rættiliga sannlíkt, at klárar Miðflokkurin at toga ein mann innanborða afturat, so fellir hesin maður sum eykavaldur í Norðoyggjum, og so stendur Karsten Hansen fyrst fyri. Um Miðflokkurin skal vinna umdømisvaldan tingmann í Norðoyggjum, so er kravið fleiri enn 700 atkvøður, um grundarlag verður tikið í seinasta løgtingsvali. einar frælsar Føroyar, og okkara framtíð skal byggja á kristna lívssýnið. Og her vilja eg og Miðflokkurin tað sama. Hinvegin kenni eg eisini fleiri fólk í Tjóð­ veldisflokkinum, sum eru samd við mær í teimum andaligu spurningunum, so eg haldi ikki, at hetta er eitt val millum tann breiða og smala vegin. Í leysum lofti Karsten Hansen vildi ikki hoyra talan um, at hann hevði tikið eina avgerð, sum passar honum væl polit­iskt. - Skuldi eg tryggja mær løgtingssessin aftur á næsta vali, so hevði tryggasta val­ ið verið Tjóðveldis­flokk­ urin. Nú eg eri farin úr Tjóðveldisflokkinum, havi eg slept tí politiska takinum, sum eg havi havt, og eg veit als ikki, hvussu hetta fer at enda, sigur hann. - Summi halda, at eg havi tikið eina øra avgerð, men eg hvíli í hesi avgerðini, og eg eri sannførdur um, at eg havi valt rætt. Eg hevði eis­ ini aðrar møguleikar, men hetta var tað rætta fyri meg, hóast eg havi traðkað á tunn­ an ís og ikki veit, hvussu mín politiska framtíð nú verð­ur, sigur Karsten Han­ sen. Tríeindir í Klaksvík. Karsten Hansen saman við sínum nýggju politisku floksfeløgum Jenis av Rana og Bill Justinussen Mynd: Høgni Thomsen