Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti  bestseljandi bók tað er ikki altíð at teirra nógva tala hevur so nógv innihald, sigur hann. Og í bókini skrivar hann ”eg lovi mær sjálvum, í loyndum, ongantíð at melda meg til hennara skeið í jaligum hugsunarháttið...” Eitt annað møti, ið nógvir av ummælarunum av bókini hava skrivað um, er tað við nonnuni í Hoyvíkshaganum. Mark skrivar soleiðis: ”Tórs­ havn liggur vakurt í einari vík og hevur man ein frían eftirmiddag er einki betri enn ein túrur í teimum føroysku fjøllunum – ert tú heppin, sært tú hval á víkini, men tað er sjáldsamt... .... Hendan dagin var eg ikki einsa­ mallur, tað var ikki ein hvalur, ið kom ímóti mær. Langt frá líktist skapilsi faktiskt eitt sindur einum hvali - svart og runt - men jú nærri tað kom, sá eg, at tað ikki var ein limur í djóraríkinum. Tað var ein nonna - og hon var ill...” – Tær nonnur, eg havi møtt í mínum lívi, hava tær flestu verði lítlar og ógvuliga bestemdar, men hendan var ógloymandi, tí hon var so ill, sigur Mark. Nonnan vildi sleppa at vitja sjúku systur sína í Luxemburg, men varð noktað hetta, og tí var øði spunnin í hana. Annars sigur Mark, at hansara besta minni av føroyingum er teirra vinaligheit, og at teir eru eitt sindur smædnir. Hann hevur enn vinir úr Føroyum, men flestu teirra búgva nú í Keypmannahavn. – Eg eri so stoltur av, at mínar fyrru bøkur eru týddar til føroyskt, tað er stuttligt at kunna senda tær til gamlar vinir á teirra móðurmáli. Hann sigur eisini frá, at einastu umsetingarnar hann hevur goymt heima í bókhillini, eru tær á norskum og føroyskum. Um hendan bókin ”Sucka mitt hjærta men brist dock ej” verður umsett til føroyskt, veit Mark ikki enn, men áhugi er fyri tí, eftirsum føroyingar hava tikið væl ímóti hansara fyrru bøkrum. Hevur tú ongantíð hugsað um at komið aftur til Føroyar? – Jú mangan, men Føroyar eru eitt sindur truplar at vitja eftirsum man ongantíð bara fer framvið har og kann steðga á, uttan ein má veruliga avgera at ferðast til Føroya. – Men eitt havi eg avgjørt, og tað er, at eg komi við báti næstu ferð. Ein av ferðunum eg var til Føroyar var við báti, og tað var heilt ótrúligt, sigur hann. Ert tú klárur yvir, at hotellið, tú kallar ”hotellet från helvetet” - er sama hotell sum eg hevði mítt brúdleyp? - HAHAHA ...hvussu var maturin? – Fínur! Navn: Mark Levengood Føddur: 1964 Býr: Stockholm Familja: Maðurin Jonas Gardell og tvey børn Karriera: Útbúgvin útvarpsmaður. Millum 1995 -99 var hann sendistjóri á Svenska Sjónvarpinum. Nú arbeiðir han mest sum rithøvundi, fyrilesari, og sjón­ varpsvertur. Bøkur: Givið tríggjar bøkur út á svenskum, sum síðani eru týddar til nógv ymisk mál. ”Gamla tanter lægger inte ægg”, ”Gud som haver barnen kær har du någon ull” og ”Sucka mitt hjærta men brist dock ej” Fakta ’’’’’’ Mamma var ein glað mamma, og glaðar mammur fáa ofta glað børn - og tað er tað tydningarmesta... ... Nú seinast var mamma og ferðaðist til Malta í seks vikur og sendi okkum børnum eitt postkort: ”Her er herligt, eg sakni ongan av tykkum...” Ein av mínum vinum fór inn í ein av teimum dýru handlinum á Østermalm í Stockholm. Alt var sera vakurt og sera dý,rt og til endans spurdi hon krambakvinnuna, um hon ikki kundi vísa henni okkurt orduliga bíligt – ”Júúú” - svaraði krambakvinnan, ”Tú kann jú altíð hyggja í spegilin...” Tá abbi mín doyði 89 ára gamal, helt mostir mín, at vit skulu skriva ”Hví” í deyðslysingina. – Nei, segði mamma mín. – Eg haldi, at vit skriva ”hví ikki?” Og hon hevur nokk rætt, einaferð skal man jú doyggja.