Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 29 - 9. februar 2007 Haraldur kongur av Noregi hevur sum øllum kunn­ ugt heiðrað Ernu og Njál Djurhuus við heiðurs­ merki kongs í gulli. Hetta er ein hin størsta viður­ kenning, ið kann verða veitt fólki í Noregi. Erna og Njálv hava í mong ár virkað millum heimleys og onnur sera illa fyrikomin fólk í Oslo. Tey eru við tíðini vorðin kend um øll Norðurlond fyri teirra stóra og púra ósjálvsøkna arbeiði. Stórbýurin er eyð­kendur av ómetaliga stórum mannamuni. Tey flestu klára seg væl, nøkur klára seg framúr væl, og onnur hava líkasum ongan møguleika. Tey gerast eftirbátar og søkka á botn í stórbýnum – hava ongan góðan. Tað er í hesum umhvørvi, at Erna og Njál veita hjálp, vón, ljós, hita og gera hetta við einum næstrakærleika, sum er óvanligur í nútímanssamfelagsins strongda og mangan harða gerandisdegi. Erna og Njál Djurhuus virka innan Frelsunarherin, og her hava tey bæði havt teirra lívsstarv ella rætt­ ari teirra kall. Frelsunarherur er kendur fyri sítt miskunnsama virksemi í stórbýum kring at kalla allan knøttin. Tey, sum virka innan henda dámliga og gevandi felagsskap sameina kristni­boðan við várkunnsemi. Í einum stórbýarheimi, har egoisma, sjálvsøkni og kapping í stóran mun seta dám á lívið hjá tí ein­staka, eru slíkar samkomur sum Frelsunar­her­ urin ofta einasta vón, og bjarging hjá mongum bæði á ein og annan hátt. Slíkar samkomur og teirra virksemi hava ómetliga stóran týdning og tey, sum har virka, gera eitt veldugt góðgerðarbeiði. Tey virka í tí stilla og fáa sjáldan almenna viður­ kenning fyri teirra miskunnarverk. Tað er tí, at fólk um alt Noreg og her í Føroyum fegnast um heiðurin, sum norski kongurin hevur sýnt Ernu og Njál. Hesin heiður er ivaleyst eisini ætlaður sum ein viðurkenning av tí arbeiði, sum Frelsunar­her­ urin ger í Noregi og víða hvar. Vit í Føroyum eru heppin, tí føroyskir útisetar eru sera góð umboð fyri føroysku tjóðina. Erna og Njál skara í so máta framúr. Tey eru okkum øllum til miklan heiður, og allir føroyingar eru stoltir av teimum. Tey gera ikki sítt arbeiði fyri at fáa heiður og æru – tey gera tað av næstrakærleika og av ein­ um reinum hjarta. Erna og Njál eru framúr góðar fyri­myndir fyri børn og ung, og allir landsmenn gleðast teirra vegna og ynskja teimum tilukku og alt gott í teirra týdningarmikla starvi. Sosialurin Erna og Njál SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Andrias Sølvará held­ ur á við sínum óhugnaligu álopum á bíbliuna. Eg havi ivast eitt sindur í um, eg skal halda á við at gera við­ merkingar til hetta, tí hetta er so langt við síðuna av. Eg havi aldri fyrr í mínum lívi lisið ella hoyrt nakað líknandi. Men hetta er Guds heilaga orð, sum verður álopið á ein so niðurgerandi hátt, sum leingi skal leitast eftir, so eg fari aftur at koma við stuttari við­merk­ ing. At leggja eitt fólk undir søgufalsan, er í sær sjálvum ógvuliga álvarsamt. Men tað verður sjálvandi enn meiri álvarsamt, tá ið hetta fólk pástendur, at Gud hev­ ur talað á ein serligan hátt til teirra. Man kann velja um man vil trúgva teimum, tað stendur eisini Hans Andriasi frítt. Men at leggja hesar menn undir at hava sitið og pentað eina søgu saman, sum skal hava farið fram 600 ár frammanundan, og billa fólki inn at hon er sonn, er fyri mær láturligt. Tak bara ta fantastisku frágreiðingina um taber­ naklið í oyðimørkini, har tað er sagt frá niður til minstu smálutir, sum t.d. hvat tjaldhælirnir skuldu ger­ast av. Men var hetta alt bert menn­iskjaligt so kundi man bara grinið at tí. Men sum longu sagt, hetta er Guds orð. Harrin talaði og opin­ beraði seg fyri Mósesi. Hvussu ofta lesa vit hetta : “Harrin talaði til Móses og segði.” Tað kundi verið áhugavert at talt. At summi ivast um hetta og ikki vilja trúgva Mósesi, tað er so tað, tað verður teirra ábyrgd, men at siga at menn hava sitið og pentað alla hesa søguna saman um per­sónar, sum ikki hava verið til, tað er láturligt. Men tað er álvarsamt ikki at vilja trúgva Gudi, sum opin­berar seg hvønn dag fyri okkum við skapanar­ verki sínum, sálmur 19 og rómbr. 1,19-20 og so eisini hevur givið okkum orð sítt við heilagum profetum og ápostlum, og fram fyri alt, við soni sínum, sum hann hevur reist upp frá deyðum. Orðið sigur, at ein slíkur hevur gjørt Gud til ein lygn­ ara. Skrivað er jú:”Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hina vitigu skal Eg gera til einkis.” Hvar er ein vís­ ur! Hvar er ein skriftlærdur! Hvar er ein granskari av hes­um heimi! Hevur Gud ikki gjørt vísdóm heimsins til dárskap. 1. korintbræv 1, 19-20. Í lesarabrævi um málið um Roykivirkið í Álakeri av­dúkar Beate L. Samuel­ sen, býráðslimur, at hon hevur misskilt málið Lesarabrævið hjá Beate av­dúkar, at hon hevur ikki rættiliga hylling á, hvat mál­ ið snýr seg um. Tí nakrar heilt stuttar rættingar til tað, hon førir fram. Í fyrsta lagi sigur Beate, at Tórshavnar kommuna stendur í fremstu røð, tá ið húsaprísir í kommununi skulu trýstast uppeftir. Og tað teingir hon so at máli­ num um Roykivirkið. Til tað er at siga, at boðið frá kommununi upp á virkið er meira enn eina millión krónur lægri enn tað, selj­ arin leggur út við. Í øðrum lagi avdúkar Beate, at hon veit ikki, hvørji feløg kommunan hev­ ur í huganum, tá talan er um at bjóða innivist í Royki­ virkinum. Hon tosar um “bara okkurt” og “kanska”, hóast tað í skrivliga tilfar­ inum, sum varð lagt fyri bý­ráðsfundin, er nevnt, hvønn talan er um. Tó er tað rætt, at eitt av hesum feløgum leggur treytir á fyri at flyta úr verandi fe­lags­hølum, sum tey vilja sleppa at byggja út og um, hóast økið, har tey nú halda til, er friðað. At Beate so seinni í les­ arabrævinum blandar aðrar bygningar í sama friðaða umhvørvi uppí, vísir bara hennara virðing fyri hesum um­hvørvi, sum havnar­borg­ arar hava valt hana í býráðið at umsita. Beate grætur rossatár um, at kommunan skal forða vinnuni í at ogna sær Royki­ virkði til vinnuligt enda­ mál. Hartil er at siga, at Royki­ virkið í Álakeri í eini seks ár hevur ligið steindeytt, uttan at nakar hevur víst tí seriøsan áhuga. Tó so. Onk­ ur fyrispurningur hevur verið um t.d. at sleppa at taka bygningin niður og byggja háhús við íbúðum ístaðin. Økið verður í dag í stóran mun brúkt sum ítróttarøki, har kappróðrarfelag hevur sítt virksemi. Frítíðar­virk­ semi í Álakeri er eisini stórt. Neystini gera sítt til, at nógv virksemi er har all­ ar ársins dagar. Harumframt verður økið eisini brúkt av bátaeigarum, tá ið báturin skal upp á land at málast og viðlíkahaldast. Tí er upp­ lagt, at eisini onnur áhuga­ feløg, sum hava við sjógvin at gera, fáa innivist á øki­ num. Serliga tá vit vita, at summi teirra eru húsvill. Góða Beate, far tær ein túr út í Álaker og hygg at øllum virkseminum har er, sum hevur við bát og sjógv at gera. Har er sjón fyri søgn. Richard Danielsen borgarstóri í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensena Gud hevur gjørt vísdóm heimsins til dárskap Hans Andrias! Misskilta umsorganin hjá Beate