Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 10 Alt ov fáir serlæknar eru í Føroyum. Tað er ein sannroynd, vit bara kunnu staðfesta. Men av teimum fáu serlæknunum, vit hava her heima, eita tríggir teirra á Steig til eftirnavn. Tað eru feðgarnir Jón, Bjarni og Torkil. Jón á Steig hevur verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum í meiri enn ein mansaldur, og frá ársbyrjan í ár vórðu synir hansara, Bjarni og Torkil, settir í starv sum yvirlæknar har. At teir hava ovmikið at takast til og eru upptiknir upp um bæði oyru, kunnu greinaskrivari og myndamaðurin vátta. Eftir ótaldar telefonsamrøður eydnaðist tað loksins at finna eina løtu, har teir tríggir saman kundu seta seg at greiða frá, hvussu tað bar til, at allir tríggir eru endaðir sum yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum. Uppvaksnir í sjúkra­ hús­umhvørvinum Jón á Steig gjørdist lækni í 1968, og hava hann og familjan flutt nógv gjøgnum ár og dag. – Tað einasta, sum altíð hevur verið fast, er, at vit hava verið partur av sjúkrahúsumhvørvinum. Vit eru uppvaksnir í umhvørvinum har, leggur Bjarni á Steig fyri við at siga. – Tey flestu halda tað vera fremmant at vera á sjúkrahúsi, men ikki vit. Vit hava enntá hildið jól har, greiðir Bjarni á Steig frá og smílist. Hevur sjúkrahúsumhvørvið fylt nógv í uppvøkstrinum hjá brøðrunum á Steig, so fyllir tað uppaftur meiri í dag, nú teir báðir – eins og pápin – eru yvirlæknar. – Landssjúkrahúsið fyllir alt ov nógv við døgurðaborðið, og hevði tað ikki verið fyri svágin, so var tað bara sjúkrahúsprát, flennir Torkil á Steig. Bjarni nikkar samtykkjandi, men leggur so aftrat tí beiggin hevur sagt, at tagnarskylda er nakað, sum tey ganga høgt upp í á sjúkrahúsinum, og hetta verður sjálvandi eisini virt heima við hús. Konurnar eisini í fakinum Í mun til svágin hjá brøðrunum báðum, so er hann tann ein­asti í nærmastu familjuni, sum so ella so ikki er knýttur at sjúkra­ hús­verkinum. Systur Bjarna og Torkil er sjúkra­syst­ur. Kona Jón var skrivari á Lands­sjúkrahúsinum í ein mans­aldur. Kona Bjarna er jarð­armóðir og kona Torkil er fysioterapeut. – At øll eru í økinum ger, at vit hava eitt stórt forstáilsi fyri hvørjum øðrum, heldur Bjarni á Steig. Royndu aðrar vegir – Í læknafamiljum er tað antin ella. Annaðhvørt verður tú lækni ella okkurt heilt annað, sigur Torkil. Hetta hevur hann sjálvur Í fótafetum Jón á Steig, leiðandi yvirlækni, hevur starvast á Lands­sjúkra­húsinum í meiri enn ein mans­aldur. Synir hansara Bjarni og Torkil eru eisini yvirlæknar og starvast nú á Lands­­­sjúkra­­húsinum. Báðir royndu teir at stýra uttanum læknayrki, men endaðu kortini við at ganga fótafet faðirsins. – Tað einasta, ið hevur verið fastur partur av okkara uppvøkstri, er sjúkrahús­umhvørvið, siga brøðurnir báðir – Hetta kunnu vit brúka sum jólakort, segði Jón á Steig skemtandi, tá Jens Kristian Vang, myndamaður, hevði tikið myndina av teimum trimum Mynd: Jens Kristian Vang Samrøða Rólant Waag Dam blaðmaður rolant@sosialurin.fo