fríggjadagur 9. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
11
Heldur enn at viðgera
politiskar spurningar sak
liga og taka atfinningar
til sín, verður farið lætt
um sannleikan. Seinast í
málinum um føroyska
sendistovu í Íslandi. Tað
er eitt álvarsmál fyri fólka
ræðið
Vit síggja tað allastaðni í
heiminum. Í tí fjølmiðlaborna
fólkaræðinum, er vorðið
meira týdningarmikið
hjá politikarum, hvussu
tú kann fáa mál at tykjast
vera, heldur enn tað, tey
eru í veruleikanum. Tí
verða spunasmiðir settir og
mótálop fyrireikað, tá okkurt
keðiligt mál kemur upp fyri
ráðharrar og flokkar. Hvat er
satt ella skeivt, tykist hava
lítlan týdning. Og serliga er
tað sitandi valdið, ið nýtir
størstu orkuna at forða
atfinningum og “ringum
málum”, ið andstøða ella
fjølmiðlar reisa.
Seinasta dømið er spurn
ingurin um at hava føroyska
sendistovu í Íslandi. Eitt
mál sum Poul Michelsen og
síðani undirritaði hava sagt
okkara hugsan um. Orsøkin
er sjálvsagt, at hetta týðir
nógv fyri okkum. Báðir eru
javnan í sambandi við
íslendskar politikarar, og
hava í summar eisini sam
starvað um ítøkilig uppskot
í Útnorðurráðnum, ið skulu
fremja hetta mál og ynski
um sensistovur í okkara
grannalondum. (Fyri rætt
leikans skyld, skal eg eisini
gera vart við, at Poul Mich
elsen atkvøddi ímóti uttan
ríkispolitisku heimildar
lógini, um nakar hevur skilt
tað ørðvísi).
Marknaðarføring og
“branding” undir øðrum
flaggi?
Tí er sjálvsagt rætt og neyð
ugt, at vit gera vart við
okkara ónøgd, tá løgmaður
vil seta sendifólk á donsku
sendistovuna, og at vit gera
vart við, at uttanríkispolit
iska lógin og Fámjinsskjal
v.m. ganga ímóti okkara
ynskjum. Fyri samleika,
marknaðarføring og “brand
ing” hjá Føroyum í altjóða
samskifti, halda vit tað vera
serstakliga umráðandi, at
vit byggja upp egna
umboðan og samleikamerk
ir uttanlands. Ikki minst í
Íslandi, har serligar ment
anarligar og søguligar
orsøkir eru til, at føroyingar
undir donskum flaggi. Tað
ber so til at viðgera polit
isku ósemjurnar og ymiski
málini - og so kanska finna
eina betri loysn. Hetta er jú
eitt mál, ið eitt samt ting
kundi staðið saman um.
Hvat velur løgmaður so
at gera? Ja, hann viðger
ikki okkara atfinningar ella
teir møguleikar, ið eru at
lurta eftir ráðum og ynskj
um. Ístaðin velur løgmaður
- við sínum “løgmansstatusi”
á baki - alment at sáa iva
um trúvirði hjá Pouli og
undirritaða. Hann skrivar -
og verður endurgivin í fjøl
miðlunum fyri at siga: at
tað er “íspunnið” og “als
ikki rætt”, ið vit hava ført
fram um føroysk sendi
umboð, sum skulu húsast í
donskum hølum í Reykja
vík.
Altso: Vit hava íspunnið
málið og givið rangar upp
lýsingar. Eitt klassiskt mót
álop sambært gruggingarnar
ABC.
Skjalprógv um ósannindi
Hvat er so satt í hesum
máli? Hetta er orðarætt end
urgeving úr tí skjali, ið løg
maður sendi fíggjarnevndini
í des 2006, og sum løgtingið
játtaði honum pengar til við
2. viðgerð av fíggjarlógini
(orðarætt endurgivið úr áliti
frá fíggjarnevndini, men
mín undirstriking):
“Landsstýrið hevur heitt á
fíggjarnevndina um at seta
pening av til eina sendistovu
í Reykjavík við fylgjandi
viðmerkingum:
Í sambandi við, at Hoyvíks
sáttmálin er komin í gildi,
eru vit nú komin til, at tað
er av stórum týdningi, at
føroysk sendistova verður
sett á stovn í Íslandi, sum
kann hjálpa føroyska vinnu
lívinum og føroysku
almennu skipanini á stað
num. Tískil hevur Lands
stýrið avgjørt at seta eitt
sendiumboð við somu tign,
sum okkara sendimenn í
Brússel og London, í
Íslandi. Sendiumboðið verð
ur partur av donsku attaché
skipanini og fær innivist á
donsku sendistovuni í
Reykjavík. Mett verður, at
kostnaðurin av at reka før
oysku sendistovuna í Íslandi
er 2,5 mió. kr. árliga. Byrj
að verður nakað inn í árið,
og verður tískil roknað við
kostnaði í 2007 á 2 mió.
kr.”
Hetta er altso tað einasta
ítøkiliga í málinum. Tí dugi
eg als ikki at skilja, at løg
maður kann sleppa avstað
við at siga, at okkara
atfinningar eru “íspunnar”.
Og um løgmaður - sum
hann vil vera við - nú hevur
tikið avgerð um at leiga
hølir í Reykjavík - so átti
hann at komið aftur í tingið
at fingið nýggja heimild.
Undirskrivtin bindur
Løgmaður sigur eisini í
sínum innleggi í bløðunum,
at tað verður Merkið og
føroyski veðrurin, ið kemur
at prýða eini føroysk høli.
Nú hevur ongin hildið
uppá, at Merkið og veðrurin
ikki fara at síggjast, men eg
havi víst á, at sambært und
irskjalinum til sonevnda
“Fámjinsskjalið”, so verður
tað í hvussu er saman við
Dannebrog og donskum
skeltum.
Hetta byggi eg á hesa
orðarættu endurgeving úr
nevnda skjali:
“De udstationerede med
arbejdere
har
som
udgangspunkt kontor på
den pågældende repræ
sentation. På anmodning
fra Lagmandens Kontor
og med værtslandets og
Udenrigsministeriets
accept kan medarbejdere
dog placeres på en anden
adresse.” (Undirskjal til
Fámjinsskalið, s.2).
“Det forudsættes at lokal
erne i enhver henseende
fremtræder som en del af
Kongeriget Danmarks
repræsentation, også med
hensyn til skiltning,
flagning m.m.” (Fótnota í
undirskjali til Fámjins
skjalið, s.2).
Vónandi fara hesar atfinn
ingar at fáa ta avleiðing í
minsta lagi, at ein munandi
betri loysn verður funnin
enn hon, ið lá í kortunum.
Eftir stendur, at í øðrum
londum hevði tað verið ein
gøla, ið fekk avleiðingar
beinanvegin, um stjórn
arleiðarin alment og á tingi,
gevur rangar upplýsingar
til tess at seta politiskar
atfinnarar í ringt ljós.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
“Føroyar, er eitt stað, ið er
tað nærmasta Paradísi,
sum vit koma á jørð.”
segði Jenis av Rana. Óivað
fekk hetta bæði kenslur
og tankar í gongd hjá
mongum av okkum. Óan
sæð hvat ein helt/heldur
um hatta, so tykist tað, at
Føroyar, vit, ið kallast
kristin í mun til tjóðirnar
rundan um okkum, eru í
holt við at gerast meira lík
teimum á summum økj
um, har ímillum harð
skapi. Tann spurningurin,
ið eg meti verða sera
umráðandi, er: Hvussu
basa vit harðskapinum?
Eitt uppskot frá løgregluni
er, at tað skal gerast ólóg
ligt at ganga við knívi
uppi á sær. Tað merkir, at
um tað ikki er góð nokk
grundgeving fyri at ganga
við knívi, so kann løgrelan
“grípa inn” og taka knívin
frá viðkomandi. Nevnt var
í greinini í Dimmu, at tað
var broyting komin í
vápnalógina í Danmark,
men tíverri saknaðist hag
tølini, so tað var ikki týði
ligt um tað hevði gjørt
nakran mun. Tí, man má
spyrja, um tað fer at gera
nakran mun at bannlýsa
knív í býnum og almenn
um høpi. Men hvat fær
okkum at halda, at tað fer
at gera so nógvan mun,
hví metir man, at tað er
knívurin, ið er trupulleik
in? Tað verður kanska ikki
sagt í orðum, men tá okk
ara loysn upp á harðskapin
verður at banna tað vápn
ið, ið verður nýtt, so gevur
tað eina ábending um okk
ara hugsunarhátt. Tí, tað
er ikki knívurin, ið er
trupulleikin.
Sum nevnt var í odda
greinini í Dimmu, so hava
føroyingar altíð gingið við
knívi, tað er einki óvanligt
her. Kann tað vera eitt
sindur naivt at hugsa, at
tað fer at hjálpa at bann
lýsa? Tað er mangt annað,
ið eisini er ólógligt, men
sumt av tí veksur alsamt t.
d. nýtslan av rúsevnum.
Um hetta uppskot gjørdist
veruleiki, hvussu skal poli
tiið so gera í náttarlívinum,
skulu teir ganga til hvønn
einstakling og spyrja um
viðkomandi hevur knív
við sær? Men hvat, hesin
ungi kann sjálvandi lúgva
beint inn í andlitið á
politistinum. Skal politiið
kannað øll tey ungu
likamliga eftir, fyri at vita
um tey bera knív? Ella
skal man bert fara eftir
teimum, ið síggja mistonk
som út? Halló! Hetta haldi
eg ikki verða tann besta
loysnin. Eg vildi mett, at
ein annar spurningar
tørvar at svarast: hvussu
fáa vit tey ungu (um tað
bert eru tey ungu, ið nýta
harðskap...) at gevast við
harðskapinum? Tað, ið eg
haldi vera sera skelkandi,
er at hesir 15 og 17 ára
gomlu vóru vinir. Hvat
fær ein, til at stinga sín
egna vinmann niður? Hví
er tað so nógvur harðskap
ur, hvaðani kemur hann?
Tað, ið eg vildi mett
eina góða loysn, er, um
tey, ið útinna harðskapin,
sjálvu avgjørdu at ikki
bera seg soleiðis at. Men,
um tað ber til, dugi eg ikki
at siga og hvussu hetta
skal gerast, veit eg í skriv
andi løtu ikki, tíverri. Vón
andi kunnu vit, føroyingar,
einast um hetta mál og
finna eina haldgóða loysn.
Líkamikið hvat man held
ur um visjón 2015, sjálvt
um tað gongur framá
fíggjarliga, so fer Føroyar
ikki at vera eitt tað besta
landið at liva í, so leingi
hesin harðskapur vinnur
framá. Hóast alt, vilja vit
liva rík og ótrygg?
Við ynski um tryggari
viðurskiftir
Trupulleikar við
harðskapi
Eyðstein
Borgardal
Havi roynt at fylgt við kjaki
num um at fáa kommunurnar
í størri eindir, helst soleiðis,
at Eysturoyggin gerst ein
ella tvær eindir.
Á hesum øki hevur borg
arstjórin í Fuglafirði,
Sigurð Simonsen, verið
tann stóri “taktikkarin.”
Hann veit, at Fuglafjørður
er ov lítil til at vera einsa
møll, og at kasta seg í føvn
ingin hjá Gøtu og Leirvík
er ikki skilagott; men hann
verður noyddur at velja
síðu.
Hann hevur í løtuni tveir
møguleikar: Annar er at
fara saman við Klaksvík,
og hin er saman við Runa
vík, ella allari Eysturoy.
Uppskotið, hann kemur
við, um ein privatfíggjaðan
tunnil millum Kambsdal og
Skálabotn, er eitt tað mest
skilagóða uppskot, sum
nakar kommunalpolitikari
er komin við, um undirsjóv
artunnilin millum Eystur
oynna og Havnina gerst
veruleiki.
Í løtuni tykist Fugla
fjørður at liggja sum ein
“blindtarmur” í meginøki
num, sjálvt við einum fjøl
broyttum og vaksandi vinnu
lívi og øllum framhaldsskúl
unum í oynni.
Kemur tunnilin, gerst
støðan ein heilt onnur.
Eg skilji heldur ikki, at
landsstýrimaðurin, sum
umsitur landsvegirnar, ger
sær dælt av hesum av hes
um frálíka uppskoti.
Tunnilin hjá Sigurð
kemur at kosta uml. 60 –
70 mill. kr., meðan tunnilin
hjá Landsverki millum
Gøtudal og Skálabotn kost
ar leystliga mett 250 mill.
kr.
Tunnilin kemur eisini at
hava nógv størri nyttu fyri
norðara part av Streymoy
og Eysturoy, og vestara
arm á Skálafjørðinum, um
hann verður har, ið Sigurð
ynskir hann at verða; fyri
eystara arm er tað líkamik
ið.
Tað verður eisini lættari
fyri fuglfirðingar at velja
síðu í eini møguligari
kommunusamanlegging.
Eysturoyggin ein ella tvær kommunur!
Emil S.
Jacobsen
Høgni
Hoydal
Skal ein løgmaður siga satt?
viðmerkingar