fríggjadagur 9. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti 11
faðirsins
Skaðin betur farin
tá hann kemur
á rætta stað
Tíðin er farin frá, at sjúkrahús hava ein lækna,
sum loysir allar trupulleikarnar. Í dag eru
sjúkrahúsini ein eind av serlæknum, og tað er
eingin, sum fyrst opererar eitt bein, so ein búk
og síðani eitt høvd.
– Hetta er tíðin farin frá, og ein skaði er betur
farin, um hann kemur á rætta staðið, siga teir
báðir brøðurnir.
– Tess fleiri serlæknar, tess skjótari staðfesta
vit sjúkuna og tess skjótari kunnu vit viðgera
hana, sigur Bjarni á Steig. Hann sigur, at
endamálið er ikki at verða innlagdur, men at
verða so væl viðgjørdur sum gjørligt.
Bjarni hevur spesiali í blóð- og
krabbameinssjúkum. Krabbameinsviðgerð er
ambulant viðgerð, og tað merkir, at sjúklingarnir
kunnu arbeiða um dagin og fáa viðgerð um
kvøldið, heldur enn at ferðast til Danmarkar í tíð
og úrtíð.
Sama er galdandi fyri økið hjá Torkil, sum
hevur spesiali í nýrasjúkum, og tí kann bjóða
fremstu vitan og viðgerð til nýrasjúklingar.
– Áður varð hetta viðgjørt í Keypmannahavn,
og tá vóru sjúklingarnir altíð niðri. Teir høvdu
einki familjulív og livdu ikki sum fólk, tí teir altíð
vóru sjúklingar, sigur Torkil á Steig.
– Spesiali ger, at vit mugu vera so nógvir, men
spesialiseringin ger at støðið verður lyft øgiligt,
siga teir báðir yvirlæknabrøðurnir.
verið noyddur til at ásanna, tí
hann hevur eisini roynt seg í
øðrum fakum, og hevur aftrat
yvirlæknaútbúgvingini eina
útbúgving sum tannlækni.
– Eg læs til tannlækna, men
føldi at eg lærdi ikki nóg mikið.
Tað var bara í munninum og so
ikki víðari har frá, sigur Torkil, sum
tó gjørdi tannlæknaútbúgvingina
lidna meðan hann læs til lækna.
– Eg var nokk mest tannlækni
av navn enn av gavn, heldur Torkil
fyri.
Læknaútbúgvingin var held
ur ikki tann fyrsta, Bjarni fór
undir. Hann læs verkfrøði í eitt
ár, men valdi so at skifta verk
frøðilesnaðin út við læknalesna í
staðin.
– Eftir student arbeiddi eg
nakað, og gjørdist áhugaður í
verkfrøði. Men aftanfyri onku
staðni hevur helst ligið ein dreym
ur um at gerast lækni, ásannar
Bjarni.
Nú teir báðir í síðsta gjørdu
av at gerast læknar, kann tað
kanska undra onkran, at teir ikki
arbeiða uttanlands, har fakliga
avbjóðingin er nakað størri enn
her heima.
– Vit eru føroyingar og vilja
vera her. Kunnu vit virka pro
fessionelt í Føroyum, ja so
er tað næstan endamálið við
útbúgvingini, sigur eldri yvirlækna
bróðurin.
Fyrsta og seinasta
árið
Nú virka teir tríggir, faðir og
synir, undir sama taki á Lands
sjúkrahúsinum. Eftir arbeiðstíð
slepst ikki undan, at teir eisini
eru saman. Tí er lætt at hugsa, at
tað kanska skapar trupulleikar í
forholdinum millum tað privata og
professionella. Tað hevur tó ikki
verið støðan hjá teimum og Torkil
sigur, at teir beinanvegin fingu
sett eina linju ímillum.
Tá tað er sagt, er ógvuliga
nærliggjandi at spyrja, um pápin
kanska hevur givið synum sínum
okkurt gott ráð á vegnum – privat
sum professionelt – tá teir fóru
undir lesnaðin.
– Eg bað teir ikki lesa til lækna,
sigur Jón á Steig við einum
álvarsomum tóna, men smílist
skjótt aftur og sigur so flennandi,
at tað hevur hann ikki sagt.
Tað var tann 1. januar í ár, at
Bjarni og Torkil fingu starv sum
yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum,
og soleiðis gjørdust tað tríggir
yvirlæknar við eftirnavninum á
Steig á Landssjúkrahúsinum.
1. januar komandi ár verður
støðan ein onnur. Tá fer Jón á
Steig frá fyri aldur, so árið í ár er
fyrsta og einasta árið, har Jón,
Bjarni og Torkil á Steig allir virka
sum yvirlæknar á Landssjúkra
húsinum.