fríggjadagur 9. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 29 - 9. februar 2007
Í tíðindastubba í Dimma
lætting hin 23. januar 2007
varð boðað frá, at Javn
støðunevndin og Demo
kratia (Nevndin fyri øktum
kvinnuleikluti í politikki)
um ársskiftið sendu bræv
til landsstýrismenninar, ið
varða av málsøkjunum
ávikavist javnstøðu og val
skipan. Í brævinum mæla
nevndirnar landsstýris
monnunum til at leggja fyri
Føroya Løgting uppskot
um broyting í løgtingslóg
um val til Føroya Løgting.
Sagt verður at Javnstøðu
nevndin og Demokratia
mæla til tvinnanda broyt
ingar.
Í fyrsta lagi verður mælt
til, at løgtingið við lóg stað
festir, at § 8 í løgtingslóg
um javnstøðu er galdandi
fyri uppstillingarlistar til
løgtingsval, soleiðis at um
leið sama tal av hvørjum
kyni skal vera á listanum,
men kunnu felagsskapir tó
sambært viðmerkingunum
til uppskotið fáa undantaks
loyvi frá javnstøðunevndini,
um so er, at viðkomandi
felagsskapur hevur gjørt
nøktandi og viðkomandi
roynd at fáa kynsjavna
uppstilling í lag.
Harumframt verður mælt
til, at løgtingið samtykkir
lóg, ið ásetir, at listaatkvøð
ur verða býttar eftir kyni,
soleiðis at býtið av løg
tingssessum og varalimum
verður javnari millum kyn
ini við at javna tær atkvøður,
ið hvørki eru persónliga
greiddar fyri mannfólki ella
konufólki.
Útvarp Føroya visti hin
25. januar 2007 at siga, at
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður, ið varðar av
vallógini, ikki ætlar at
leggja uppskotið hjá Javn
støðunevndini og Demo
kratia fyri tingið. Hin 31.
januar 2007 bar Útvarp Før
oya tey tíðindi, at sami
landsstýrismaður heldur
ikki fer at leggja uppskot
fyri tingið, ið hevur við sær,
at vit fáa eitt rættari býti av
tingsessum millum polit
isku flokkarnar, hetta við tí
grundgeving, at hann fekk
ikki undirtøku fyri slíkum
uppskoti í landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin legði
tó í hesum sambandi aft
urat, at tað var upp til sam
gonguna, um málið um val
skipanina varð tikið á dags
skránna aftur.
Henda útmelding hjá
Jacob Vestergaard um, at
hann ikki ætlar at leggja
nakað uppskot fyri løgtingið
um broyting av valskipanini,
sýnist sera margháttlig og
óskiljandi. Tey, ið fylgja
eitt sindur við á politiska
økinum, vita, at sagt verður
í samgonguskjalinum mill
um Fólkaflokkin, Sam
bandsflokkin og Javnaðar
flokkin, at valskipanin verð
ur endurskoða í hesum val
skeiðnum. Við tað at val
skeiðið hjá sitandi sam
gongu gongur út um knapt
ár, hevur tað skund hjá sam
gonguni at koma við upp
skotum at fremja fráboðaðar
og neyðugar broytingar av
valskipanini – broytingar,
ið bæði geva eitt rættvísari
og eitt javnari býti av ting
sessum millum kvinnur og
menn og millum politiskar
flokkar.
Málið, ið snýr seg um eitt
rættvísari býti av tingsessum
millum politiskar flokkar,
hevur fingið nógva umrøðu
í fjølmiðlunum v.m. og ætli
eg ikki at at umrøða hendan
spurning, men koma við
viðmerkingum, ið snúgva
seg um eitt rættvísari og
javnari býti av ting-sessum
millum kvinnur og menn.
Vísast kann á at verandi
valskipan gevur monnum
fyrimunir. Og at kynsbýtið
á Føroya Løgtingi er út av
lagi vánaligt – av 32 ting
umboðum eru bert 3 kvinn
ur, svarandi til knapt 10%.
Hetta hóast menn bert fingu
71% av atkvøðunum, kvinn
ur 16% og 13% atkvøddu
ikki fyri nøkrum kyni, men
fyri einum lista. Galdandi
valskipan førdi hóast hetta
til, at menn fingu uml. 91%
av tingsessunum.
Kunnað verður á heima
síðuni hjá Javnstøðunevnd
ini um áðurnevnda uppskot
til broyting í løgtingslóg
um val til Føroya Løgting.
Hetta snýr seg um tvey sam
anhangandi uppskot frá
Javnstøðunevndini og
Demokratia, har hesi mæla
til at rættað verður uppá
hetta ójavna býti av listaat
kvøðum í komandi vallóg,
soleiðis at kvinnur eisini
fáa gagn av listaatkvøðu
num. Uppskotið kann lesast
í síni heild
á www.javnratt.fo
Á heimasíðuni hjá Javn
støðunevndini javnratt@
javnratt.fo finst harumframt
hent og upplýsandi tilfar
um m.a. evni:
Kvinnur á ting
Sagt verður at til ber at fáa
kvinnur á ting á ymsan hátt
og at í altjóða høpi verður
hetta gjørt á ymsan hátt.
Høvuðsmøguleikarnir
eru:
at áseta um politiska
javnstøðu í stjórnar
skipan,
at áseta um politiska
javnstøðu í vallóg,
at skipa fyri politiskari
javnstøðu í flokshøpi.
Uppskotini hjá Javnstøðu
nevndini og Demokratia, ið
vóru løgd fyri landsstýris
mennirnar, ið varða av øki
num (Jacob Vestergaard og
Bjarni Djurholm) snúgva
seg um, at mælt verður til
at smærri, varligar broyt
ingar um politiska javnstøðu
í vallóg og politiska javn
støðu í flokshøpi eiga at
verða settar í gildi við lóg.
Nú, tá tað er líkt til, at í
hvussu er Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, ið varðar
av val-skipanini, ikki ætlar
at koma við nøkrum upp
skoti til broyting av val
skipanini, soleiðis at vit fáa
eitt javnari og rættvísari
býti av tingsessum millum
kvinnur og menn í løgting
inum, kunnu vit kanska
vænta, at Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í javn
støðumálum, fer at leggja
uppskotini hjá javnstøðu
nevndini og Demokratia
fyri løgtingið – men skuldi
tað borið á, at heldur ikki
hann er sinnaður at leggja
nevndu uppskot fyri løg
tingið, mugu vit ganga út
frá at, løgmaður tekur um
endan og syrgir fyri, at
nevndu uppskot verða løgd
fyri løgtingið, sum boðað
frá av samgonguflokkunum
í galdandi samgonguskjali.
Løgtingssamtykt at syrgja
fyri at kvinnur fáa øktan
leiklut í politikki.
Hin 20. oktober 2005 sam
tykti løgtingið at:
“Løgtingið tekur undir
við, at landsstýrismaðurin
setir eina nevnd at arbeiða
fyri, at kvinnur fáa ein
øktan leiklut í at taka
politiskar avgerðir.
Í nevndini verða: Eitt
umboð fyri hvønn flokk á
løgtingi, eitt umboð fyri
Føroya Kommunufelag,
eitt umboð fyri Komm
unusamskipan Føroya,
eitt umboð fyri Kvinnu
samskipan Føroya og eitt
umboð fyri Javnstøðu
nevndina. Varalimir verða
valdir fyri allar limir.”
NB: hetta er nevndin, ið
nú eitur Demokratia.
Víst verður á, at henda sam
tykt er beinleiðis í samsvari
við uppskot til samtyktar
um tilráðingar frá Útnorð
urráðnum í 1999, sum Løg
tingið samtykti 18. novem
ber 1999. Í við-merking
unum til hetta uppskot varð
sagt:
“Endamálið við hesum
uppskoti til samtyktar er
at seta eina nevnd, sum
skal skipa fyri tvørpolit
iskum tiltøkum til tess at
økja um talið á kvinnum
á løgtingi og í kommunu
stýrunum kring landið.
Vónandi kann eitt úrslit
av hesum arbeiði verða,
at umboðanin á leið verð
ur í samsvari við umboð
anina í hinum Norður
londunum, sum er væl
hægri enn í Føroyum. Í
Landstinginum eru uml.
35% konufólk, í Alting
inum eru uml. 30% konu
fólk, og í Fólkatinginum
eru uml. 39% konufólk.”
Nú gott 7 ár seinni er fram
vegis ongin broyting framd
í føroysku valskipanini ella
á annan hátt at syrgja fyri,
at talið á kvinnum á løgtingi
kann økjast. Í Føroyum eru
vit ikki komin víðari á leið
ini, tá tað snýr seg um
kvinnuumboðan á løgtingi.
Í viðmerkingunum til
uppskotið, sum løgtingið
samtykti hin 18. november
1999, varð sum nevnt sagt,
at “úrslit av hesum arbeiði
skal verða, at umboðanin á
leið verður sum í hinum
Norðurlondunum”.
Vit kunnu anno 2007
framvegis staðfesta, at
kvinnuumboðan á løgtingi
er ein hin slakasta í heim
inum. Lond sum Djibouti
og Niger, ið ofta í vestur
lendskum høpi fáa heft
spjaldrið tilafturskomin
lond á seg, hava betur javn
støðu á tingi enn vit hava í
Føroyum (í Djibouti eru
10,8% av tinglimunum
kvinnur og í Niger eru
12,4% av tinglimunum
kvinnur). Til sammetingar
kann sum áður nevnt vísast
á, at kvinnuumboðanin í
danska Fólkatinginum var
39% í 1999. Hetta er norður
land, ið hevur kvinnuum
boðan á tingi, sum løgtingið
sigur seg vilja ynskja at
líkjast. Veruleikin vísir heilt
aðra mynd – kvinnuum
boðan á løgtingi er bert gott
9% og ongin broyting av
vallógini er í eygsjón. Og
tað, ið verri er - ongin veit í
løtuni, nær uppskot um
broyting av vallógini, ið
hevur sum endamál at rætta
hesi viðurskifti, verða løgd
fyri løgtingið. Føroyar
mugu tí framvegis metast
at vera eitt sera tilafturs-
komið land, tá umræður
kynsliga javnstøðu á
tingi.
Á heimasíðuni hjá Javn
støðunevndini verður upp
lýst, at lond sum Afghan
istan og Irak hava nógv
hægri kvinnuumboðan á
tingi enn vit hava í Før
oyum. Kvinnuumboðanin á
tingi er ávikavist 27% og
25% í hesum báðum lond
unum. Kvinnuumboðanin á
tingi er soleiðis millum
tvær og tríggjar ferðir so
høg í Afghanistan og Irak
sum í Føroyum.
Lond í vesturheiminum
og tá serliga londini í norð
urlondunum, sum vit siga
okkum vilja líkjast, hava
alla grund at spyrja, hvat er
galið í pinkulandinum Før
oyar, og spyrja hvussu tað
hongur saman, at kvinnur í
Føroyum anno 2007 fram
vegis ikki sleppa uppí part
at stjórna fólki og landi.
Í Føroyum er eins og í
øðrum londum neyðugt, at
tann vitan og ta tilfeingi, ið
kvinnur umboða, fær inni
vist við umboðan gjøgnum
lóggevandi arbeiði á tingi.
Tað er tískil alneyðugt at
vit í Føroyum koma burtur
frá hesi tilafturskomnu
støðu við einsíðugum kall
kyns-fólkaræði. Tað er tí
sera aktuelt og umráðandi,
at Javnstøðunevndin og
Demokratia dríva á polit
isku flokkarnar, løgtingið
og løgmann at fáa framt til
trongdu broytingarnar av
valskipanini.
Hin 31. januar 2007, skip
aðu Javnstøðunevndin og
Demokratia fyri fundi á
Hafnia, har m.a. evnið
“hvat forðar kvinnum at
vera við í politikki” varð
viðgjørt og sagt var frá virk
seminum hjá nevndunum at
royna at fremja øktan
kvinnuleiklut í politikki.
Fundurin var upplýsandi og
lívligur og nógv fólk møtti
á fundinum (nógvar kvinnur
og nakrir menn).
Upplýst varð at Demo
kratia og Javnstøðunevndin
hava gjørt arbeiðsætlan fyri
fyrru hálvu av 2007 og at
tey m.a. ætla at tosa við
tingbólkaformenn og hava
fund við politisku flokk
arnar og við landsstýrið at
vita, hvørjar ætlanir hesi
hava á javnstøðuøkinum.
For-kvinnan í Demokratia,
Eyðgunn Samuelsen, legði
dent á, at Demokratia sjálv
sagt gongur út frá, at løg
tingið og politiska skipanin
tekur hetta mál um økta
javnstøðu á tingi í álvara og
lurtar eftir teimum upp
skotum, sum Demokratia
og Javnstøðunevndin koma
við.
Vónandi og væntandi
verða uppskotini, sum
Javnstøðunevndini og
Demokratia lótu avvarandi
landsstýrismonnunum um
ársskiftið um meira javn
støðu millum kynini, løgd
fyri løgtingið í næstum og
samtykt áðrenn komandi
løgtingsval, ið verður í sein
asta lagi um góðar 11 mán
aðar.
Hug
birtingar
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um flogvøllin
í Vágum. Men nú er kom
ið hartil, at peningur er
játtaður úr donskum
grunni til at byggja út
flogvøllin. Hví so ikki
fara í gongd? Málið hev
ur drigið alt ov langt út.
Ein kundi hugsað, at løg
tingsmenninir í Vágum
strongdu meir á, at fáa
flogvøllin útbygdan og
nútímans gjørdan. Tað
hevur skund at fáa hetta
í lag. Flogvøllurin er ov
stuttur til ta ferðslu, sum
nú er.
Skal flogvøllurin
liggja aðrastaðni? Eg
dugi ikki at síggja nakra
grund fyri tí. Hann er
her í Vágum og tað hevur
týdning fyri oynna, at
hann framvegis liggur
her. Alt snýr seg ikki um
miðstaðarøkið! Farið tí
nú í holt við at byggja út
flogvøllin. Her er einki
at bíða eftir. Peningur er
tøkur.
Eitt annað mál, ið
undrar meg, er, at eingin
roknskapur verður lagdur
alment fram fyri Vága
tunnilin. Einki hoyrist
um, hvussu tað gongur
við at gjalda niður skuld
ina. Fólkið hevur krav
upp á at vita, hvussu
stendur til. Ein skuldi
trúð, at tað var skylda
hjá nevndini at upplýsa
um fíggjarligu støðuna.
Tað hevur brúkarin krav
uppá. Tí skal ráð mítt
vera til nevndina fyri
Vágatunnilin: Upplýsið
okkum regluliga um fígg
jarstøðuna hjá tunnlinum.
Vit hava krav uppá
hetta!
Miðvágur 1. februar
2007
Ingrid S.
Henriksen
sóknarprestur
David
Johannesen
Vallógin má broytast – vit mugu fáa fleiri kvinnur í løgtingið
viðmerkingar