fríggjadagur 9. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti
12
Hóast rockelegendur sum Ken
Hensley og Roger Hodgson longu
hava havt sínar framførslur á
Vágsbøi. Og hóast metseljarar
sum McFadden og Boney M
eisini hava verið sama stað,
so er eingin ivi um, at Summar
festivalurin í ár flytur eina deild
upp.
Við Scorpions á plakatini kemur
Klaksvík soleiðis ájavnt Moskva,
Berlin og Rio, har heimskendi
rockbólkurin hevur havt nakrar
søguligar framførslur.
Moskva, tí bólkurin var eitt
tað allar fyrsta vesturlendska
orkestrið, sum spældi har, eftir at
jarntjaldið fall.
Berlin, tí bólkurin við luttøku
á The Wall konsertini hjá Roger
Waters var við til at skriva
politiska tónleikasøgu.
Rio, tí konsertin við hálvari
millión áhoyrarum er millum
størstu rock-konsertirnar í
heimssøguni.
Og so sjálvandi Klaksvík, tí
høvuðsstaðurin í Norðoyggjum
uttan iva telist millum minstu
plássini, sum bólkurin hevur
vitjað tey seinastu 35 árini.
Heimsnavn
í triðings øld
Tí so leingi hevur bólkurin nevn
liga verið millum teir stóru í
rock-søguni. Ja, fyri tað millum
teir allar størstu.
Spírin til tað, ið skuldi gerast
mætasta rocknavnið í týskari
tónleikasøgu byrjaði lítillátin í
1965, tá guitarleikarin Rudolf
Schenker setti sær fyri at stovna
ein beat bólk, sum tað vanliga
varð nevnt tá í tíðini. Í 1969 kom
yngri bróðurin Michael Schenker
við í bólkin, og stutt eftir hetta
játtaði vinmaðurin Klaus Meine
at gerast forsangari. Navnið
Scorpions varð tikið í nýtslu í
1971 – árið fyri at Lonesome
Crow, frumútgávan hjá bólkinum
varð givin út. Tá vóru fimm limir
í Scorpions, sum bleiv endaliga
mannaður av rútmusektiónini
Lothar Heimberg (bass) og
Wolfgang Dziony (trummur).
Á fyrstu konsertferðini hjá
Scorpions var bólkurin upp
hitingarnavn hjá enska rock
bólkinum UFO.
Næsta útgávan kom í 1974.
Á Fly To The Rainbow setti
fingrafimi Uli Roth sítt týði
liga eyðkenni á útgávuna, og
so líðandi fekk bólkurin nú
sín heilt egna samleika. Ein
samleiki, ið eisini gjørdist
sjónligari, tá samstarvið við
tónleikaframleiðarain Dieter
Dierks tók seg upp.
Roynt varð nú eisini at
marknaðarføra bólkin uttan
fyri europiska meginlandið,
og hóast Uli Roth tók seg úr
bólkinum, tá hann ikki var samdur
í tónlistarligu kósini, so kom
gjøgnumbrotið seinast í 70’unum.
Gyltu 80’ini
Mathias Jabs hevði loyst Roth av
sum guitarspælari, tá Lovedrive
varð sent á marknaðin í 1979.
Kendasta lagið frá hesi fløguni
er uttan iva Holiday, og saman
við heildini á fløguni annars lyfti
hetta útgávuna upp til eitt pláss
sum nummar 55 á Billboard. Og
ikki bara oyruni fingu nakað.
Húsin, sum bretski Storm
Thorgerson hevði sniðgivið, varð
kosin sum tann vakrasti á árinum,
tá Playboy gav tónleikaárinum sítt
ummæli.
Størri en
Live-framførslurnar hjá
Scorpions í Rio, Moskva
og Berlin teljast helst
millum størstu markna
steinarnar í alheims
rocksøguni. Nú stendur
Vágsbøur í Klaksvík fyri
næsta skotinum frá
týsku rock-legendunum
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Summarfestivalur