fríggjadagur 9. februar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
13
Hví
forfylgir
Útvarpið
summum?
Tað harmar meg, at
okkara gamla Útvarp við
nú 50 árum á baki hevur
hug at forfylgja summum
politikkarum.
Í mínum føri hevur
samrøða verið gjørd við
meg um morgunin, og er
hetta tikið av skránni um
kvøldið. Ella tá ið eg
sendi spurningar, ið eg
havi sett í tinginum til
Útvarpið, so síggja teir
sjálvdan dagsins ljós.
Tað er nú soleiðis at tíð
indi koma út!
Í gjár bórust tíðindini,
at eg var farin í farloyvi í
nakrar vikur, og var hetta
triðju ferð í hesum 4 ára
skeiði.
Jú tit í Kringvarpinum,
grundin til at eg fór í far
loyvi var tann, at eg kom
í eitt ferðsluóhapp, og
endaði á skaðastovuni.
Tit í Kringvarpinum
hava ongastaðni sæð, at
eg eri fari í farloyvi í
nakrar vikur, men til og
við 20. í hesum mánaði.
Teir 20 dagarnar, eg
havi verið í farloyvi,
hevur verið vegna sjúku,
og tað eru vit ikki harrar
yvir. Um tit hava hug at
bera tíðindi um mín per
són, so eru til vælkomin
at ringja til mín, ella
floksskrivaran, og ikki
servera lygnir fyri Før
oya fólki.
Og nú verði eg frá, um
alt gongur væl, í 13 dag
ar og ikki í nakrar vikur.
Men eg eri púra greið
ur yvir, at hetta er bein
leiðis forfylging, av ávís
um útvarpsfólki, grundað
á meiningar mínar á
tingi.
TÍÐINDASKRIV
frá Kórsambandi Føroya og
kórunum í Tórshavn
Kórsamband Føroya og kór
ini í Tórshavn bjóða øllum
kórum og sangáhugaðum
til Kórstevnu 2007.
Stevnan verður í døgu
num 17. til 19. mai í Norð
urlandahúsinum, og fyri
reikararnir bjóða eina
spennandi og fjølbroytta
skrá til allar sangáhugaðar
stevnuluttakarar.
Kórsamband Føroya
hevur 40 ár á baki í ár og
henda runda dag vilja fyri
skipararnir hátíðarhalda við
stórfingnari kórstevnu í
høvuðsstaðnum fyri øllum
kórum og sangáhugaðum í
Føroyum.
Í ár verður høvi at syngja
saman við 5 ymsum norður
lendskum kórleiðarum –
hesir vera John Højby,
Steen Lindholm, Mogens
Dahl, Robert Sund og Ber
harður Wilkinson, sum allir
koma at leiða hvør sína
verkstovu. Saman við øllum
teimum føroysku luttak
arunum, verða eisini á leið
100 norðurlendskir sangarar
við til stevnuna. Hesir
koma úr Svøríki, Dankmørk
og Íslandi. Á stevnuni verð
ur, hósdagin 17. mai, møgu
leiki hjá luttakandi kórunum
at hava konsert við egnari
skrá - konsertir verða eftir
ætlan fyriskipaðar kring alt
landið.
Stevnan verður sett hós
morgun 17. mai kl 9 í Norð
urlandahúsinum. Nærri
fæst annars at vita við at
senda ein teldupost til
olavasa@post.olivant.fo
Kostnaður fyri alt tiltakið
verður kr. 400,-
Kostnaður fyri gallaveitsl
una, sum verður leygar
kvøldið 19. mai, verður
uml. 250,-
Skipað verður fyri kaffi,
ábiti og ‘aftersinging’ allar
dagarnar. Tey, ið ynskja
seingjarpláss í høvuðs
staðnum á kórstevnuni,
verða biðin um at gera vart
við hetta, tá meldað verður
til.
Høvið verður at melda
seg til sum einstakling ella
sum kór og tey, ið ynskja at
boða frá luttøku, kunnu
senda ein teldupost til
olavasa@post.olivant.fo
áðrenn 1. apríl 2007. Nærri
boð um stevnutilgondina
verða send út í apríl.
Kórstevnur Føroya
fjøruti ár
løgtingsmaður
Gerhard
Lognberg
TÍÐINDASKRIV
Februar er vanliga kaldur,
og hóast dagarnir leingj
ast, og ljóst er, tá farið
verður frá húsum um
morgunin, so eru kvøldini
enn long og bøkurnar
góðar at hava at stytta
sær stundir við.
Mikukvøldið
14.
februar kl. 20.00 verður
aftur eitt hugnaligt bóka
kafé-kvøld við eina
spennandi skrá. Marianna
Debes Dahl kemur til
Havnar at siga frá, og
Finnur Johansen fer at
“rudda fólkunum slóð”.
Malan Marnersdóttir fer
at greiða frá um at lesa
yrkingar hjá Carl Johan
Jensen.
Øll eru hjartaliga væl
komin, siga Kunningar
stovan og Hotel Hafnia.
Bókakafé
í Hafnia Lounge
Krabbameinssjúk børn og
foreldur hava opið hús
TÍÐINDASKRIV
Eins og í fjør hevur Bólkurin við foreldrum at krabba
meinssjúkum børnum opið hús 15. februar frá klokkan
16.00 til 18.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á
Grønlandsvegi 58 í Havn - 15. februar er altjóða dagur
fyri krabbameinssjúk børn. Foreldrabólkurin vónar, at
nógv nýta høvið at støkka inn á gólvið henda dagin;
ikki bara tey, ið eru sjúk ella í viðgerð í løtuni, men
eisini tey, sum hava havt krabbamein sum barn ella
ung.
Foreldrabólkurin, sum hevur seks ár á baki, er ein
virkin bólkur. Tey skipa javnan fyri tiltøkum børnunum
at frama. Hesa stuttu tíðina bólkurin hevur verið til,
hava børnini saman við foreldrum og systkjum verið
bæði uttanlands og her heima og ferðast.
Á hvørjum ári fáa 1-2 børn í Føroyum staðfest krabba
mein og tí legst aftrat í bólkinum alla tíðina. Føroysk
børn, ið fáa krabbamein, eru í serstøðu á tann hátt, at
tey ikki kunnu fáa viðgerð og røkt fyri sína sjúku í heim
landinum, men mugu leita av landinum – ofta í sera
drúgva tíð – at fáa lekidóm og røkt. Tíbetur vísa hag
tølini, at nógv tey flestu vinna á sjúkuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í
hølunum hjá Føroya felag móti krabbameini altjóða
dagin fyri krabbameinssjúk børn, sigur Føroya Felag
Móti Krabbameini og Foreldrabólkin í tíðindaskrivi.
- Um vikuskiftið
verður sama veðrið
sum seinastu dagar
nar – eysturætt og
hitin millum frost
markið og trý stig,
sigur veðurmaðurin
Petur Skeel
Veður
Snorr i Brend
Hann hevur verið eystligur
hesar seinastu dagarnar og
onkutíð landsynningur.
- Hann verður strúkur í
vindi og upp í hvassan vind
um vikuskiftið, sigur royndi
veðurmaðurin.
Mánadagin væntar hann
partvíst regn, samstundis
sum hitin hækkar eitt lítið
vet, og fer at liggja millum
1 og 4 stig. Og týsdagin
verður sama veðrið.
Ikki fyrrenn mikudagin
verður lýggjari aftur, og tá
fer eisini at regna heldur
meiri.
- Men hetta er veðrið sum
tað er hesa ársins tíð, sta
ðfestir Petur Skeel.
- Veðrið er sum tað eigur,
sigur Petur Skeel
TÍÐINDASKRIV
Sunda Bókasavn á Oyrar
bakka skipar í komandi
viku aftur fyri áhugaverdum
tiltaki.
Málfrøðingurin Eivind
Weyhe fer mikukvøldið 7.
februar, kl. 19.00 at greiða
frá um staðarnøvn og teirra
uppruna - hví eitur tað júst
soleiðis, sum tað eitur?
Fyrilesturin er um staðar
nøvn og tann týdning, sum
hesi hava, fyri at fáa kunn
leika um upprunaligu búset
ingarnar.
Í staðarnøvnunum liggur
eitt stórt ríkidømi, sum
eigur at verða varðveitt,
bæði við innsavningar
arbeiði og við at tey liva sítt
fríska lív í gerandisdegnum.
Navnið gevur landslagnum
ein samleika, sum er virðis
mikil fyri okkum.
Møguleiki verður at
koma við spurningum um
staðarnøvn her um leiðir.
Kanska fæst svar uppá
ymiskt, sum fyrr hevur ver
ið ósvarað.
Aftan á fyrilesturin, sum
verður í Skálanum í Norð
skála-Oyrar skúla, er ein
góður drekkamunnur at fáa
á bókasavninum, og høvi
verður at lána eina bók
heim við..
Sunda bókasavn er opið
mikudagar kl. 14.00-16.00
og kl. 19.00-20.00.
Øll eru hjartaliga væl
komin.
Staðarnøvn og kunnleiki til
upprunaligu búsetingarnar
Veðrið
heldur sær