Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 13 n øll hini Og gøjgnum 80’ini slerdi bólkurin veruliga navnið fast við sjey-tumma seymi. Animal Magnetism (1980) var kanska ikki tað heilt stóra súsið, men Blackout (1982) gjørdi av álvara um seg. Heitislagið vann sær 1. pláss á single-listanum hjá Billboard, og LP’in toppaði á sínum lista við einum 9. plássi. Klassikarar sum Is There Anybody There, Dynamite, No One Like You og Blackout eru framvegis við í konsertskránni hjá bólkinum. Størsti varðin Love At First Sting, sum kom á marknaðin tvey ár seinni, man tó vera størsti varðin, sum bólkurin hevur lagt eftir sær í rock-søguni. Hóast teir framleiddu stórar slaggarar bæði fyri og eftir hesa útgávuna, so gjørdust somu klassikarar sjáldan eins stórir og tættir sum á hesi útgávuni. Útgávan er av amerikanska Rock Guide skýrd sum verandi millum 10 tær bestu rock-útgávurnar í 80’unum, og løg sum Rock You Like A Hurricane, Big City Nights og Still Loving You teljast enn millum veruligu monster-hittini hjá bólkinum. Og tey skrivaðu teir í øllum førum við neon- stavum í rocksøguna. Ikki minst sum slóðarar innan rock/metal tónleikin, sum komandi tíðina vaks seg stóran og sterkan við nøvnum sum Twisted Sister, Metallica, Skidrow, Black Sabbath og øðrum. Heimsumfevnandi konsert­ ferðin, sum kom í hølunum á Love At First Sting byrjaði 23.januar í 1984, og stóð við til 7.februar árið eftir. Á 13 mánaða longu ferðini spældi Scorpions 200 konsertir, har framførslan hjá bólkinum á árliga Rock In Rio tiltakinum í Rio de Janeiro stendur sum ein varði. Við á ferðini vóru 48 tons av pallútgerð og 64 fólk í føstum starvi. Nakrar av framførslunum eru at hoyra á tiltiknu, dupultu live-LP´ini World Wide Live, sum skjótt gjørdist næstmest selda konsertútgáva á amerikanska marknaðinum. Bert hin legendariska Frampton Comes Alive, sum bretin Peter Frampton gav út í 1976 er í USA seld í fleiri eintøkum. Upptøkur úr París, San Diego, Los Angeles og Køln vórðu nýttar at seta saman World Wide Live, sum amerikanska All Music Guide To Rock metir vera millum fremstu avrik innan harða rocktónleikin. Við til at broyta heimin Komandi útgávurnar stóðu kanska í skugganum av framúr útgávuni frá 1984. Savage Amusement innihelt einstøk hitt, men hóast framúr sølutøl og hitt sum Rhythm Of Love og Passion Rules The Game, so gjørdist hon ikki á sama hátt nakar varði. Konsertferðin við luttøku á Moscow Peace Festival var tó ein serstøk av slagnum. Ikki minst, tí hetta markeraði bólkin í nýggju tíðini, har altjóðagerð og samrenning millum mentanir gjørdist lyklaorðið. Nakað, ið eisini varð undirstrikað, tá teir vóru bólkurin, sum spældi fyrsta lagið á stórslignu The Wall konsertini, sum Roger Waters stóð fyri í Berlin. Ein konsert, sum umframt at markerað fallið av múrinum, eisini Talan er um ein av teimum avgjørt størstu rock-bólkunum í søguni, sum vitjar í Klaksvík til Summarfestivalin. Ein bólkur, sum eisini hevur hildið nakrar av størstu konsertunum, sum eru hildnar mynd: scanpix Tá Lovedrive í 1979 varð send á marknaðin , varð húsin av Playboy kosin sum tann vakrasti hetta árið ➘