Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 29 - 9. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Hósdagin 8. februar læt áhuga­verda listafram­sýn­ ingin »Spírandi list« upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru roynd listafólk frá Tórs­havnar Kvøld- og Ung­dómsskúla við Randi Gunnars­dóttir sum lærara ið sýna fram. Talan er um 16 listafólk, sum sýna fram sínar máln­ ingar. Tey eru: Ólavur Thom­ sen, Anna Hansdóttir, Vera Bjørgvin, Jakobina Hansson, Hanna Samuelsen, Liss Høj­ gaard, Maria Reynheim, Sól­vá Jacobsen, Sámal av Reyni, Jóanes Olsen, Randi Túgvu­stein, Kristina á Rógvi Rasmussen, Lív Reynheim, Beinta Gaard, Nicolina Mort­ ensen og Anna Maria Nyby. Umframt málningarnar hevur Sólvá Jacobsen prýðis­ lutir við á framsýningini. Opið er frá kl. 14-18 ger­ andis­dagar, leygardagin er opið frá kl. 10-18 og sunnu­ dagin frá kl. 15-18. Fram­ sýningin er opin til og við týsdagin 13. februar. Spírandi list í Smiðjuni Framsýningin »Spírandi list« hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla er í Smiðjuni í Lítluvík 1. februar fingu Ann og Jens Jákup Hansen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3375 gr. 2. februar fingu Birita og Jógvan H. Samuelsen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2900 gr. 2. februar fingu Elsa Grønagarð og Búgvi Johannessen, Glyvrar, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2800 gr. 2. februar fingu Fríðgerð Olsen og Rani í Líð, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2800 gr. 2. februar fingu Alma Joensen og Dan Pedersen, Skáli, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4300 gr. 3. februar fingu Ann Vang og Heri Jakobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3650 gr. 3. februar fingu Lena Clemens Poulsen og Stefán M. Petersen, Streymnes, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3850 gr. 3. februar fingu Christianna Samuelsen og Jan Hansen, Stykkið, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3200 gr. 4. februr fingu Ingun Mørkøre og Jógvan Eidesgaard, Eiði, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 4000 gr. 4. februar fingu Hergerð Geyti og Jonhard H. hansen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3700 gr. 5. februar fingu Karina Toftegaard og Birgir av Vollanum, Signabøur, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4425 gr. 7. februar fingu Anja Berg Andersen og Petur Hendrik Reinert Djurhuus, Strendur, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði 2850 gr. 8. februar fingu Kristianna S. Lamhauge og Johnny S. Johannesen, Streymnes, ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3000 gr. Føðingar 11. januar fingu Elisabeth Antoniussen Ani, Tórshavn og Chukwudi Daniel Ani, Nigeria, búsitandi í Malmø, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4455 gr. Krúndiamantbrúdleyp Mikudagin 14. februar hava hjúnini Hassi og Silvurlýn Johannesen í Kollafirði verið gift í 65 ár. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Kollafirði leygarkvøldið 17. februar kl. 18.00 har øll eru vælkomin. Týsdagin 30. januar fylti Elisabeth Guttesen í Havn 50 ár. Elisabeth er Fugla­firði og útbúgvin sjúkra­røktar­frøð­ingur. Hon hevur búð í Havn seinastu umleið 30 árini, har hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum. Hon er yngst av trimum systrum. Hinar eru Maria og Henrikka, sum báðar búgva í Fuglafirði. For­eldr­ ini eru: Karolina (nevnd Utta) f. Danielsen, og Jo­hannus Øregaard, bæði úr Fuglafirði. Elisabeth er gift Hera Gutte­sen í Havn. Tey eiga tríggjar døtur: Herborg, Karo­lina og Hanna. Herborg býr í Aberdeen, Karolina í Keypmannahavn og Hanna í Havn. Elisabeth hevur stóran áhuga fyri sangi. Hon hevur verið við í sangkórinum í Ebenezer í mong ár, har hon eisini er við í ”Triple Trioini”, sum onkur nevnir ”De syngende husmødre”. Henni dámar eisini væl at ganga langar túrar, bæði í bý og í haga. Føðingardagin var Elisabeth burturstødd. Elisabeth Guttesen 50 ár Prógv Tann 2. febr. 2007 fingu Robert Erling Frits Breyt Thom­sen og Oddmar Martin Breyt Thomsen (beiggjar) prógv í »Bachelor of Science« á Aalborg universitet í Esbjerg. Á myndini standa beiggjarnir í miðjuni og stoltu foreldrunum Karl Arni og Sennøva Thomsen við hvør sína lið. www.sosialurin.fo