fríggjadagur 9. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
17
nøvn
Myndin her er tikin á eldrasambýlinum í Hvalba. Lítla gentan eitur Sissal Ragnarsdóttir Nolsøe og býr í Trongisvági. Mamman er
Annika Jónsveinsdóttir, omman Heidi Bech, langomman Kamma Johannessen og oldurabbin Johannes Poulsen, sum býr á
eldrasambýlinum
Mynd: Jónsvein Bech
Fimm ættarlið
Fyri at børnini
skulu læra, hvønn
týdning tað hevur
at eta heilsugóðan
mat og at røra seg,
skipaði Frítíðarskúlin
í Stoffalág fyri
evnisviku, har dentur
var lagdur á at liva
sunt
Heilsa
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í seinastu viku arbeiddi Frí
tíðarskúlin í Stoffalág 60 við
evninum rørðsla og heilsa,
har dentur var lagdur á at eta
sunt og at røra seg.
Heilsusysturin Jóngerð
Poulsen var á vitjan og
greiddi børnunum frá
hvønn týdning tað hevur at
eta heilsugóðan mat og at at
røra seg.
Skipað var fyri ymiskum
tiltøkum ígjøgnum alla vik
una, børnini svumu, spark
aðu fótbólt í Gundadali og
spældu ymisk rørðsluspøl
uttandura. Tey kliptu myndir
úr bløðum - ymiskt sum tey
hildu hevði við rørslu og
heilsu at gera og límaðu á
pappír og hongdu tað upp.
Vikan endaði við at
øll dansaðu Hip Hop í
fimleikarhøllini í Eystur
skúlanum har dansilærar
innan Iris frá Yndi legði
børnunum lag á at dansa.
Endamálið við vikuni var
at gera børnini tilvitaði um
týdningin av at røra seg og
eta sunnan mat, og var hetta
ein sera væl eydnað vika.
Í frítíðarskúlanum ganga
børn úr Sankta Frans Skúla
- ein fyrsti flokkur og tveir
forskúlaflokkar.
Rørðsla og heilsa í Frítíðarskúlanum
Prógv
13. des. 2006 hevur Petur Hammer, Saltangará, lokið
prógv sum elektroingeniør á D.T.U. í Lyngby.
26. januar fekk Ejler Eysturtún, Tórshavn,
professionsbachelor útbúgving sum socialráðgevi frá
Den Sociale Højskole í Keypmannahavn.
30. januar 2007 hevur Eyðgunn Hansen, Tórshavn, lokið
prógv sum teknmálstulkur, á Center for Tegnsprog og
Tegnstøttet Kommunikation i København.
23. desember 2006 var
Elisabeth
Poulsen
á
Strondum, útlærd sum kost-
og føðsluatstøðingur. Hon
hevur staðið í læru í køkinum
á Landssjúkrahúsinum.
Børnini sum luttóku í
rørðslu- og heilsuvikuni
Her eru tey á ovara
graslíkisvøllinum í Gundadali
Vikan endaði við at øll dansaðu „Hip
Hop” í fimleikarhøllini í
Eysturskúlanum
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in