fríggjadagur 9. februar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti 17
- Nat på museet við Ben
Stiller er ein nøkunlunda
skemtifilmur
Hesin filmurin er eitt ordans
brak innan aktion-ævintýr/kom
ediufilmsslagið. Filmurin Nat på
Museet, ið verður sýndur í Havnar
Bio í hesum døgum er ein av teim
mest seljandi filmunum í USA,
men hann er heldur ójavnur.
Hann snýr seg um Larry
Daley (Ben Stiller), sum er ein
dagdroymari og ein tapari. Hann
er ein av hesum ævigu uppfinn
arunum, ið ongan vegin koma
við nøkrum. Hugskotini fáa
ongantíð veingir hjá honum. Larry
er noyddur til at verða realist
iskur og finna sær eitt vanligt
arbeiði, tí annars fær hann ikki
loyvi til at síggja son sín. Móti
sínum vilja, søkir hann starv á
Náttúrusøguliga Forngripasavn
inum í New York. Her arbeiða
nakrir gamlir menn, ið verða
leiktir av teimum kendu senior
unum Dick Van Dyke, Mickey
Rooney og Bill Cobbs.
Hann fær einki at vita sum so,
fær bert eina lummalykt og skal
so ganga sjálvur á tóma veldiga
Forngripasavninum í New York
um næturnar.
Her er alt møguligt, frá stórum
Tyrannosaurus Rex beinagrindum
til standmyndir av steinaldarfólk
um, idnianarum og hunnarakong
inum Atilla. Her er amerikanska
borgarakríggi og antikka Rom.
Tað sum Larry ikki veit, er at tá
tað gerst myrkt, livna øll hesi djór
og fólk frá fortíðini.
Tað er neyðugt at góðtaka
hesa søguna, fyri at kunna njóta
hana. Tað er t. d. Teddy Roose
velt (Robin Williams), sum kann
hjálpa honum at yvirliva um
náttina. Og ein dynosaurur rennur
eftir honum, ella tað vil siga bein
agrindin av einum slíkum.
Ein barnabók
Hugskotið til filmin stavar frá
einari barnabók, fortald og tekn
að av kroatanum Milan Trenc.
Filmsfelagið Fox hevur keypt
rættindini og hesi settu filmleikrit
ahøvundar at arbeiða við søguni.
Hesir eru Chris Columbus, Mich
ael Barnathan og Mark Radcliffe
frá 1492 Pictures, ið eisini hava
framleitt Harry Potter-røðina.
Tað er Shawn Levy, ið hevur
leikstjórnað filminum. Hann er
kendur fyri filmar sum Big Fat
Liar (2002), Just Married (2003),
Cheaper by the Dozen og The
Pink Panther (2006) – hesir sein
astu høvdu Steve Martin við sum
høvuðsleikara, men vóru sera
vánaligir.
Kendir leikarar
Ben Stiller er ein góður leikari
annars. Hann kom fram í filminum
hjá Steven Spielbergs Empire of
the Sun (Solens rige, 1987), men
fekk ikki eitt gjøgnumbrot fyrr
enn í filmum sum The Cable Guy
og ikki minst There's Something
About Mary (Vild med Mary,
1998). Hann er ein heldur løgin
leikari og skemtari, sum vit sóu
í Meet the Fockers í 2004 og
ikki minst í filminum hjá Wes
Andersons The Royal Tenen
baums (2002). Hann spælir væl í
hesum filminum, men hvørki hann
ella nakar annar kann bjarga hes
um filminum frá at neyðlenda og
missa ondina.
At filmurin hevur eitt so sera
kent oldboyslið er eisini fínt. Teir
tríggir Dick Van Dyke, Mickey
Roonet og Bill Cobbs er allir sera
kendir og hava fyri langari tíð síð
ani skrivað seg inn í filmsøguna.
Robin Williams er eisini við.
Hann er ein kendur og ójavnur
leikari. Onkuntíð spælir hann við
í óførum filmum sum Good Will
Hunting, The World According to
Garp, Good Morning Vietnam og
ikki minst í Dead Poets Society
(Døde poeters klub, 1989), men
hann hevur eisini spælt við í óend
aliga vánaligum filmum, so sum
Hook, Robots, Death to Smoochy,
Flubber v.fl.
Eingin kann til endans bjarga
hesum filminum frá, bert at vera
flott og heldur tómt, men væl
gjørt undirhald.
2 stjørnur av 6
Náttarvørðurin á fornminnissavninum
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Filmur
Leikandi:
Larry Daley
BEN STILLER
Rebecca
CARLA GUGINO
Teddy Roosevelt
ROBIN WILLIAMS
Cecil
DICK VAN DYKE
Gus
MICKEY ROONEY
Reginald
BILL COBBS
Nick Daley
JAKE CHERRY
Dr. McPhee
RICKY GERVAIS
Erica Daley
KIM RAVER
Octavius
STEVE COOGAN
Sacajawea
MIZUO PECK
Attila PATRICK
GALLAGHER
Leikstjórn Shawn Levy. Aldursmark 7 ár. Frumframførdur í
Havnar Bio frá 9. februar 2007.
Fakta um Nat på museet