fríggjadagur 9. februar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 29 - 9. februar 2007
tíðindi
Í gjár bjóðaði KJ-
Hydraulik føroyskum
alarum og øðrum til
móttøku í sambandi
við, at tvíkiljan,
sum felagið hevur
smíðað til Pan Fish í
Føroyum, varð latin
eigarunum
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fólk møttu hjá KJ-Hyd
raulik um 14-tíðina í gjár
til kaffi og køkur. Onkur
nýtti høvi at siga nøkur
orð, og eitt nú bar borg
arstjórin í Fuglafjarðar
kommunu, Sigurd Sim
onsen, fram eina heilsan.
Borgarstjórin fegnaðist
um, at alivinnan nú aftur
hevur fingið fótin fyri seg,
og hann ynskti Pan Fish
tillukku við nýbygningi
num. Hann ynskti eisini
KJ tillukku við hesi fyrstu
tvíkiljuni í nøkur ár, nú
alivinnan annars hevur
ligið so tungt í sjónum
síðan kreppuna í vinnuni.
Stjórin í KJ-Hydraulik,
Ólavur A. Olsen, segði eis
ini nøkur orð.
Hann greiddi frá arb
eiðnum at smíða tvíkiljuna
og takkaði teimum, sum
høvdu bíliga bátin.
Framsýning
Tá ið hesin parturin av
móttøkuni hjá KJ-Hyd
raulik var liðugur, fóru
fólk oman á bryggjuna, har
høvi var at fara umborð og
síggja tvíkiljuna.
Farið varð eisini ein
stuttan stimitúr á fjørði
num, so fólk sluppu at
royna nýggja og snotuliga
bátin.
Eftir sjálva handanina,
har Marnar Dam og hans
ara fólk tóku ímóti ali
bátinum, varð lagt útaftur
á fjørðin og stevnt norður
um Ennið til Oyndarfjarðar,
har báturin skal brúkast í
alivirkseminum, sum Pan
Fish hevur har.
Saman við fólki hjá Pan
Fish, fóru tveir mans hjá
KJ-Hydraulik norður við,
og á hesi ferðini gekk alt
upp á stás, sum tikið verður
til.
Tað eru nakrir dagar
síðan, at tvíkiljan varð
sjósett á Borðoyarvík, har
skrokkurin hevur staðið í
leigaðum hølum, síðan
hann kom úr Letlandi.
Hydro-Cat
Sjálvur skrokkurin er
nevniliga smíðaður í Let
landi, men eftir sniði og
tekningum hjá KJ-Hyd
raulik, sum soleiðis eigur
alt konseptið.
KJ hevur sett motorar,
gear, krana og spøl í bátin,
men felagið hevur havt
undirveitarar til eitt nú
sandblásing, metalisering
og máling, eins og til
apeteringsarbeiði, el-út
búnaðin og nautisku insta
latiónirnar.
Undirveitarar eru Sp/f
Sandblástur, Jón Jacobsen,
Eiði, PFJ-El Sp/f, Eiði og
Radiobúðin, Saltangará.
Tvíkiljan, sum tilsamans
er nýbygningur nr. 18 hjá
Hydro-Tech og KJ-Hyd
raulik, er slakar 12 metrar
long og 6 metrar breið.
Tað var upprunaliga
Hydro-Tech á Eiði, sum
byrjaði at byggja tvíkiljur
til alivinnuna, men tá ið
alivinnan fór fyri bakka,
gekk hetta eisini útyvir
virksemið á Eiði, sum
síðan varð lagt undir KJ-
Hydraulik.
Føroysku alibátarnir,
sum Hydro Tech smíðaði,
vóru væl umtóktir í ali
vinnuni, og tí hevur KJ
valt at kalla tvikiljurnar
Hydro-Cat.
Bátarnir eru sterkir, eins
og útbúnaðurin umborð er
tilsvarandi til dygdar.
Skrokkurin er smíðaður úr
stáli, og húsið úr alumini
um.
Tveir ávegis
– Hetta eru arbeiðsbátar
burtur av, og vit vita, at teir
verða rættiliga hart koyrdir
í alivinnuni. Tí má dygdin
eisini vera tilsvarandi,
bæði skrokkur og útbún
aður annars.
KJ-Hydraulik ásannar,
at alivinnan er sera fegin
um tvíkiljurnar, og tí eru
feløgini komin aftur og
hava biðið um fleiri bátar.
Tvíkiljan, sum nú er latin
Pan Fish í Føroyum, er hin
fyrsta av trimum í hesum
umfari.
– Skrokkur nr. 19 er
liðugur, og um stutta tíð
verður farið undir skrokkin
til nýbygning nr. 20. Tað er
Luna í Gøtu, sum skal hava
hesar báðar bátarnar, sigur
KJ-Hydraulik.
Tvíkiljan
handað
Pan Fish
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ-
Hydraulik, handar Marnari
Dam hjá Pan Fish í Føroyum
n‡bygningin, sum er tann
átjandi, ið Hydro-Tech og
KJ-Hydraulik hava smíðað til
alivinnuna
Mynd: Sofus Gregersen
Eftir móttøkuna hjá KJ-Hydraulik var høvi
hjá alarum og ø›rum at síggja snotuliga bátin
– og fari› var› eisini ein stimitúr á Fuglafir›i
Mynd: Sofus Gregersen
Á land og sakk
Fyri fjúrtan døgum síðani sigldi norska nótaskipið Herøy á eitt sker við Husvika sunnan
fyri Kristiansund. Tað eydnaðist manningini at sleppa av skipinum, men skipið varð
standandi. Í gjár staðfesti ein tyrla, sum var á leiðini, at skipið var gliðið av skerinum og
sokkið. Dagin eftir at skipið fór á land, kravdu myndugleikarnir, at reiðaríið og
tryggingin skuldu beina vrakið burtur, men tað er ikki greitt, um tað kravið stendur við
nú.