Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 18 – Hygg bert eftir teimum málum, sum eru fyri í løgtinginum, og hvussu tey verða útløgd og viðgjørd í fjølmiðlunum. Hygg bert eftir eitt nú 266b, sum var eitt lítið mál, men sum fór fullkomiliga av sporinum við góðari hjálp frá fjølmiðlunum. Mál, sum ikki áttu at fingið ser­liga umrøðu, verða “øst upp”, tí tey selja,- – eisini politiskt. Hinvegin verða stórmál, sum veruliga áttu at fingið eina nágreiniliga viðgerð, næstan ikki nevnd. Tað haldi eg er stórt spell. Føroyskum fjølmiðlum vantar dýpd og dygd í arbeiðinum – hvør orsøkin er, skal eg ikki døma um. Hann hevur sum politikari roynt at verða drigin gjøgnum fjøl­miðlamaskinuna. Og við ringum eftirsmakki. Tá løgmaður valdi at koyra tinglimin hjá Sam­ bandsflokkinum, Johan Dahl, frá sum landsstýrismann bert 20 dagar eftir hann bleiv settur, var tað ikki minst eftir ógvusligum trýsti frá fjølmiðlunum. Dag um dag høvdu føroysku fjølmiðlarnir søgur um fortíðina hjá Johan Dahl sum vinnulívsmanni, og hetta gjørdist at enda ovboðið hjá løgmanni. Johan Dahl er triði persónur í greinarøðini um politikk og fjølmiðlar. Fjølmiðlar størri týdning Er tað tín fatan, at fjølmiðlarnar hava størri týdning fyri politikarar í dag enn áður? Tað er heilt eyðsæð.Tað er stórur munur á, hvussu nógv størri ávirkan fjølmiðlarnar hava á eitt mál enn bara fyri nøkrum fáum árum síðan. Eftir mínum tykki hava fjølmiðlarnir ein tvíbýttan leiklut fyri politikaran. Tað positiva er sjálvsagt, at fjølmiðlarnir kunnu lata dyrnar upp til fólksins hjørtu og harvið atkvøður til okkum politikarar. Fjølmiðilin skal hinvegin eisini vera atfinningarsamur mótvegis politikaranum og tryggja, at politikarin ger sítt arbeiði til lítar. Tí ger hann ikki tað, verður hann kolldømdur. Flestu flokkar hava í dag fjøl­ miðlafólk at hjálpa sær við at gera flokkin sjónligari - serliga í valstríði og í ymsum truplum málum verða fjølmiðlafólk brúkt sum ráðgevarar. Hetta er eitt greitt tekin um, at fjølmiðlarnir hava fingið størri leiklut í politisku skipanini enn áður. Eru føroyskir politikarar vorðnir meira tilvitaðir um leiklutin hjá fjølmiðlunun seinastu árini? Ja, tað eru allir politikarar. Teir hava allir ásannað, at fjøl­ miðlarnir stýra nógvum, sum fer fram á politiska leikpallinum – ja, í ávísum málum eisini meira enn gott er. Tað eru nógvir politikarar, sum “spæla” við fjølmiðlunum, og harvið gerast eisini meira sjónligir enn aðrir. Hetta gera teir næstan fyri einhvønn prís fyri at verða afturvaldir. So eru tað teir, sum ikki hugsa so nógv um fjølmiðlarnar. Hesir standa við síni politisku mál og arbeiða í stillum – ávirka - fyri at fremja málini í verki. Hesir løgtingslimir hava snøgt sagt ikki fyri neyðini at vera í fjøl­miðlu­ num. Málið hjá einum politikara má fyrst og fremst vera at fremja nøkur politisk mál í verki, heldur enn at nýta meginpartin av síni orku til vera í fjølmiðlunum. Mangan verður sagt uttanlands, at ein politikari, sum skal standa seg væl, er noyddur at duga “at bera seg at” í miðlunum. Er hetta eisini galdandi í Føroyum? Ja, avgjørt. Tað sært tú eisini í dag, at vit hava politikarar í dag, sum duga sera væl at selja seg sjálvan, og duga eisini sera væl at fáa síni sjónarmið fram. Eg haldi, tað hevur nógv at gera við, hvussu tú er sum persónur,- um tú virkar trúverdigur, skilagóður og seriøsur annars, men svarið má verða, at tann, sum dugir at orða seg stutt og greitt hevur fyrimunin. Hinvegin haldi eg, at viðhvørt verður miðilin drigin uppá tráð og letur seg brúka av politikarum. Hoydal er snildastur Hvørjir føroyskir politikarar heldur tú duga best at brúka miðlarnar? Eg haldi, at tað eru fleiri, sum duga væl at gagnnýta fjøl­miðlarnar. Millum teirra eru Høgni Hoydal,Torbjørn Jacobsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Bjarni Djurholm. Av øllum hesum er Høgni Hoydal eftir mínum tykki bestur. Hann er bæði snildur og taktiskur og brúkar sína samskiftisútbúgving til fulnar. Tobbi er eisini dugnaligur, tí hann er rættiliga “fangandi” við sínum góðum evnum at skriva og tala. Eisini Jenis og Bill eru snildir. Teir duga báðir væl at spæla uppá kenslur hjá menniskjum, Várharra og tað veika í menniskjanum. Hetta brúka teir politiskt og fáa ein rúgvu av fjølmiðlaplássi til tað. Bjarni Djurholm sær út til at hava eina ávísa “tørv” til at sleppa at markera seg í fjøl­miðlu­ num. Hann brúkar eisini sín landsstýrissess fult út til hetta. Gamaní gevur tað honum nógva umrøðu, men tað er ikki altíð so heppið fyri samgonguna, tí mál verða viðgjørd alment, áðrenn tey verða viðgjørd innanhýsis politiskt. Eg kann eisini nevna aðrar, sum t.d. Kára P. Højgaard, Hergeir Nielsen og John Jo­ hannessen, ið gera nógv vart við seg í miðlunum. Er tað ein trupulleiki fyri fólka­ ræðið, at fjølmiðlarnir hava so stórt vald í dagsins samfelag? Bæði ja og nei. Leikluturin hjá fjølmiðlunum er at vera varð­ hundurin hjá fólkaræðinum, og tað skulu teir framvegis vera. Sjálvandi er tað gott, at vit hava nakrar fjølmiðlar, sum eru á varðhaldi og fylgja gjølla við, hvat rørir seg í samfelagnum. Hinvegin er tað sanniliga eisini umráðandi, at somu fjølmiðlar eru profesionellir og viðgera mál objektivt og óávirkað. Tað er rættiliga umráðandi, at politiska hugsjónin ella egin áskoðan/meining hjá Fjølmiðlarnir gera politik Fjølmiðlarnir hava ongantíð havt so stóran týdning fyri ein politikara sum júst nú. Úrslitið av hesum er millum annað, at politikkur er blivin til ein sjónleik í fjølmiðlunum. -Eg haldi, at sjónleikurin í miðlunum skaðar meira enn hann gagnar áhuganum fyri politikki, og gevur eina mynd av politikarunum sum óseriøsar, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður hjá Sambandsflokkinum. Lesið triðja part av greinarøðini um politikk og fjølmiðlar. Samrøða Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Navn: Johan Dahl Aldur: 47 ár Starv: Løgtingsmaður Útbúgving: Bankaútbúgving og ávís prógv innan merconomútbúgving. Starvsroyndir: Løgtingsmaður frá 2002. Stjóri á A/S J. Dahl Gørðum og Vágs Skipasmiðju 1982-1990, stjóri í World Seafood 1991-1992, í Spf. Faromar frá 1997 og síðani 1998 í Faroe Coldstores. Fakta Eg haldi, at tað eru fleiri politikarar, sum duga væl at gagn­nýta fjølmiðlarnar. Millum teirra eru Høgni Hoydal,Torbjørn Jacobsen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Bjarni Djurholm. Av øllum hesum er Høgni Hoydal eftir mínum tykki bestur. Hann er bæði snildur og taktiskur og brúkar sína samskiftisútbúgving til fulnar, heldur Johan Dahl, tingmaður hjá Sambandsflokkinum Mynd: Jens Kristian Vang