fríggjadagur 9. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
19
tíðindi
Hóskvøldið vóru
sjey fittir hvølpar
á hvølpaskeið hjá
hundafelagnum Huff
í Hoydølum. Kanska
varð ikki lurtað so
væl eftir, tí hinir
hundarnir vóru nógv
meira spennandi enn
skeiðleiðararnir
Hundaskeið
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Tað var kærleiki í luftini
beinanvegin, tá ið sjey fittir
hvølpar hittust í Hoydølum
í gjár. Lítla tíkin Ronja vísti
nógv meira áhuga fyri
einum seks mánaðar
gomlum cocker spaniel,
enn hvat Nina Brockie, ein
av skeiðleiðarunum, hevði
at siga um, hvar ein hundur
skuldi gera síni ting. Líka
mikið hvussu eigaranir
ryktu og skryktu í hunda
snórarnar, so vórðu lítlu
hundarnir ósundurskiljandi.
Væl var snoddað, onkutíð
var eitt sindur av saman
bresti, men fyri tað mesta
sótu hesir báðir hundanir,
ið ikki hava vigað meira
enn 5 kilo tilsamans, hug
tiknir og hugdu hvør at
øðrum.
Eigararnir hava
altíð feilin
Men tað vórðu kanska ikki
hvølparnir, ið skuldu á
skeið. Tí leiðarin á skeiðn
um hetta kvøldið, Fríðhild
Debes, sigur avgjørd, at tað
eru altíð eigararnir, ið hava
feilin av at eiga ein óarga
ligan hund.
– Hetta skeiðið er mest
fyri at læra eigaran, hvussu
ein hundur skal handfarast.
Tað eru tað verri enn so øll,
ið fáa sær hund, sum vita,
sigur Fríðhild.
Og, júst sum tá ið ein
gongur í skúla, so sæst væl,
hvørjir næmingar hava
gjørt sítt heimaarbeiði, og
hvørjir, ið ikki hava.
– Tað er rættiliga lætt at
læra ein hvølp. Eigarin skal
bara hava eitt sindur av toli,
og gera tað, ið vit læra hann
her, so lærur hundurin tað
skjótt. Vit síggja beinan
vegin, um ein eigari hevur
gjørt sítt heimaarbeiði ella
ikki, sigur Fríðhild.
Kavahundur av rang
Tað gekk rættiliga væl hjá
øllum eigarum á skeiðnum.
Venjingarnar gingu eftir
vild hjá flestu hvølpum.
Teir dugdu at sita, at fáa
kontakt við eigaran, at
ganga pent í bandi, men tá
ið hundarnir skuldu sleppast
leysir, ja, tá vildu hvølpa
eigararnir ikki sleppa hund
unum leysum.
Ein djarvur eigari av
gjørdi tó at royna. Tað
skuldi hann kanska ikki
havt gjørt, tí snjóhvíta labra
dortíkin Tara vildi ikki
koma aftur. Líkamikið
hvussu rópt varð, so var
kavin, ið lá tjúkkur í Hoy
dølum, nógv meira spenn
andi.
– Hon elskar kava. Hon
er ikki til at fáa inn aftur, tá
ið tað er kavi, so nú verður
verri, sigur eigarin, tá ið
hann forpøstur roynur at
fanga tíkina.
Tað vísur seg skjótt, at
tað er ikki kavin, ið hevur
fangað Taru. Hon hevur
funnið sær ein breyðbita,
allarhelst ein gamlan
matpakka hjá einum av
studentunum í Hoydølum.
Allir hundar
kunnu venjast
Umframt vanligar hundar
sum labrador og tann til
tikna vagabondin í Føroy
um, so var nakað so sjálv
samt sum eitt brøðrapar av
cocker spaniel við á skeiðn
um. Onkur hvølpur hevði
enntá kosta heilt upp til
8000 krónur, men tað sigur
Fríðhild ikki hevur so
stóran týdning.
– Tá ið eg venji hundar,
so eru allir hundar høvd og
hali; tað, ið er ímillum,
hevur ikki so stóran týdn
ing, tí eg eri vís í, at allir
hundar kunnu venjast.
Hetta heldur undirritaða
verða løgið, tí øll kenna
væl til, at tað er trupult at
læra gamlan hund at sita,
men hesum er Fríðhild
óeinig í.
– Eg eri heilt vís í, at allir
hundar kunnu venjast. Tað
er sjálvandi lættari at venja
hvølpar, men gamlir hundar
kunnu avgjørt eisini venj
ast.
Hundakalt
Tað var rættiliga kalt fyri
menniskjaføtur at standa
ein heilan tíma í tí djúpa
kavanum á grasfløtuni
frammanfyri studenta
skúlan í Hoydølum, men
verri var fyri hvølpalabbar.
Kølsvarta labradortíkin
Cheeba vildi helst sleppa
heim til Hvalvíkar. Hon
ballaði seg inn í fangið á
eigara sínum, og hugdi við
biðandi eygum. Onkur
hvølpur var enntá farin at
ristast. So tá ið farið var til
hús, so vórðu tað ikki bara
menniskju, ið vórðu glað.
Hvølparnir sveiggjaðu
eisini glaðir við halanum.
Jonna Jensen úr
Tórshavn er einans
23 ára gomul, men
hon er nú væl á veg
til at venja seg til
hundavenjara
Hundavenjing
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
– Um hundurin leypur upp
á teg, so skalt tú venda tær
við. Orðini eigur 23 ára
gamla Jonna Jensen úr
Havn. Hon er í ferð við at
hjálpa einum hundaeigara
at venja hvølp sín av við
óvanan at leypa upp á fólk á
hvølpaskeiði í Hoydølum.
Í hesum døgum er hon í
holtur við at útbúgva seg til
hundavenjara, tí hennara
stóri áhugi hevur altíð verið
hundar.
– Mær hevur altíð dámt
sera væl hundar. Tískil
valdi eg, at melda meg til
eitt hundavenjaraskeið, ið
eitt par frá Dansk kennel
klub skipaði fyri á páskum
í Føroyum í fjør. Vit vórðu
eini 20 fólk á skeiðum, men
vit eru einans eini 10 fólk,
ið enn hanga í. Vit eru enn
á byrjanarstøði, men heilt
skjótt, so verða vit
útbúgvnir hundavenjarar,
sigur Jonna.
Ikki eitt mótarák
Ì hesum døgum er tað ikki
sørt av einum mótaráki at
fáa fólk at venja hundar.
Fleiri sjónvarpssendingar
eru um evnið, men Jonna
metur ikki, at tað er tí, at
hon fór at útbúgva seg til
hundavenjara.
– Nei, her er tað viljin, ið
drívur verkið. Tað er í øllum
førum ikki lønin, tí hon er
ikki stór, flennur Jonna.
Tað vísur seg, at Jonna
dugur síni ting. Óargaligi
hvølpurin, ið fyri løtu
síðani hoppaði upp á øll
fólk hann sá, situr nú fittur
og friðarligur og bíðar eftir
at fáa sín góðbita.
Hvølpalív í Hoydølum
Ungur hundavenjari
Í næstum fer
hundafelagið
Huff at ferðast
kring skúlarnar í
Føroyum at læra
skúlanæmingar at
handfara hundar
Hundavenjing
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
– Tað eru verri enn so øll
børn, ið duga at handfara
hundar. Tað er ei undarligt
í, at hundar bíta, tí børnini
duga ikki at virða mørkini
hjá hundinum. Hetta
er helst tí, at foreldrini
ikki duga at læra børnini
at handfara hundar.
Soleiðis sigur Fríðhild
Debes, ein av liminum
í hundafelagnum Huff.
Fyri at betra um hesa
støðu, fer hundafelagið í
næstum at ferðast kring
fólkaskúlarnar í Føroyum
at læra børnini at handfara
hundar. Fríhild metur,
at hetta tiltakið er hart
tiltrongt.
– Tað eru í øllum
førum nógvir góðir
hundar, ið verða skotnir,
tí at børnini fara ov langt.
Hundarnir verja bara síni
rættindi sum hundur.
Framsýning av
rasuhundum
Í summar fer hunda
felagið Huff eisini at
skipa fyri áhugaverdum
framsýningum av øllum
reinum rasuhundum í
Føroyum. Vælroyndur
dómari frá Dansk kennel
klub kemur at sýna hund
arnar.
Lær børnini at
handfara hundar
Hesir báðir høvdu bara eygu fyri hvørjum øðrum
Tara er ein vælvandur
hvølpur, hon dugur bæði at
sita og at geva labba
Ein King Charles cocker
spaniel var eisini við á
skeiðnum
Jonna Jensen
Tíkin Cheeba lærir
at sita