fríggjadagur 9. februar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti 19
kk til ein stóran sjónleik
journalistinum ikki skínur ígjøg
num í arbeiðnum, hann ger. Eg
haldi, at hetta er ein trupulleiki
hjá fjølmiðlunum í Føroyum.
Eitt gott dømi um hetta var
journalistiska viðgerðin av 266b
í vetur, tá fjølmiðlarnir eftir
mínum tykki týðiliga valdu síðu.
Eitt annað dømi er formansvalið
hjá Sambandsflokkinum í fjør,
tá stríðsval var millum meg og
Kaj Leo Johannesen. Tá valdi
blaðstjórin á Dimmalætting bæði
í skrivt og talu heilt greitt síðu.
Eg haldi eisini at tey, sum
starvast innan fjølmiðlarnar
og IKKI hava journalistiska
útbúgving, mugu vera “undir
neyvum eftirliti” av redaktiónini.
Hetta kemst av, at fleiri av hesum
fjølmiðlafólkum ikki kenna, hvar
markið gongur fyri, hvat tú kann,
og hvat tú ikki kann skriva um
fólk.
Heldur tú, at føroyskir journalistar
fara nóg tætt at tykkum
politikarum?
Sjálvsagt skulu journalistar
vera kritiskir og stilla kritiskar
spurningar – tað er teirra upp
gáva. Føroyskur journalistikkur er
ikki sørt merktur av sensatións-
journalistikki. Tilfarið hjá bløðum
og loftmiðlum byggir nógv á
smálutir og á smáborgarligheit,
- hvat hesin og hin gera, hvat tey
siga ella ikki siga.
Nú eri eg ein av teimum
politikarum sum veruliga kent
á egnan kropp at hava ein
journalistiskan “shark” tætt at
mær. Eftir at hava verið drigin
gjøgnum fjølmiðlamaskinuna
kann eg bara staðfesta, at tað
sum varð skrivað og gitt var
ómetaliga illa undirbygt, kannað
og eftirkannað. Ja, har vantaði
snøgt sagt dygd og dýpd. Eftir
eg varð hálshøgdur, doyði málið.
Eingin kritisk uppfylging. Hetta
kom ivaleyst av, at tá “seldi”
málið ikki longur.
Eg havi sum so einki ímóti, at
journalistar koma tætt at mínum
privata og vinnuliga lívi, men tá
má eg eisini krevja, at arbeiðið
verður gjørt ordiliga - og ikki tað
svansið, sum eg upplivdi.
Svarið til spurningin hjá tær
er tískil – Jú, víst hava slíkar
journalistar, men teir mugu eisini
vera seriøsir og sýna góðan
fjølmiðlasið.
Fleiri vilja vera við, at søgurnar
í fjølmiðlunum – eisini teimum
føroysku - byggja á nógv
tilvildarlig stríðsmál, tí í hesum
søgum fáa lesarin og hyggjaran
mest drama. Ber tað til at
kalla politikk fyri ein sjónleik í
miðlunum?
Ja, tað er tíverri so. Eg haldi, at
tað er stórt spell, tí virðingin fyri
bæði politikkinum og løgtinginum
tekur skaða av tí, sum vit ofta
síggja gongur fyri seg bæði
í tinginum og fjølmiðlunum.
Síðan sjónvarpið er fara at
varpa út frá løgtingsfundum,
eru løgtingsfundirnir blivnir til
ein sjónleik frá kl. 13.30 til uml.
17.00 .
Tá sjónvarpingin í løgtinginum
steðgar, fara politikarar at
bera seg at sum vanligt, og
løgtingslimir taka ikki orðið
meir enn neyðugt er. Tað er
spell, at tað ikki ber til at
geva lurtarum og hyggjarum
møguleikan at síggja tað veruliga
politiska arbeiðið - tað seriøsa
arbeiðið, sum er í teimum ymsu
løgtingsnevndunum, - men bara
sjónleikin í miðlunum.
Eg haldi, at sjónleikurin í
miðlunum skaðar meira enn
hann gagnar áhuganum fyri
politikki, og gevur eina mynd av
politikarunum sum óseriøsar.
Hetta er harmiligt, tí flestu
politikarar taka sítt arbeiði í
størsta álvara og gera eitt gott
arbeiði.
Spunasmiður ikki
gera politikk
Kann tað hugsast at Johan Dahl
fer at fáa sær eitt samskiftisfólk
ella spunasmið í framtíðini?
Tað vænti eg ikki, at eg fari
at fáa mær. Tað er alt ov kostn
aðarmikið at hava samskiftisfólk,
men tað er møguligt, at eg fari at
keypa mær ávísa ráðgeving, um
eg haldi, at tørvur er á tí.
Eru tað fjølmiðlarnir, politikararnir
ella spunasmiðirnir, sum seta
dagsskránna í Føroyum?
Sum áður nevnt hava fjølmiðlar
nir stóra ávirkan á dagsskránna.
Hetta fer óivað at hava við sær,
at flokkarnir seta sonevndar
spunasmiðir fyri at vegleiða seg
, hvussu flokkurin og politikkarin
skulu “bera seg at” í teimum
ymsu málunum.
Eg haldi, at tað stóra valdið,
sum fjølmiðlarnir hava, trýstir
politikarar at fáa proffessionella
hjálp frá spunasmiðum .
Ein samrøða er jú eitt “makt
spæl” millum spyrjara og svarara,
og har hevur spyrjarin tey “góðu”
kortini í hondini. Hetta trýstur
svararan – okkum politikarar - til
at vera fyrireikaðar, og harvið
eisini at fáa vent spurnginum til
okkara fyrimun.
Vit síggja spunasmiðir í
politisku skipanini longu í dag,
- og har vil eg siga, at tað er
umráðandi, at tað ikki er spuna
smiðurin og embætismaðurin,
sum seta politikkin út í kortið,
men politikarin. Spunasmiðurin
og embætismaðurin skulu
arbeiða sum ráðgevar/vegleiðarar
til tann politikk, sum verður settur
út í kortið.Tað kann vera trupult
at fyribyrgja, at spunasmiðurin
ikki orðar politikkin eisini. Her er
spurningurin, hvussu málrættaður
og væl fyrireikaður flokkurin er í
sínum stevnumiðum, og hvussu
dugnaligir og sjálvstøðugir
politikkararnir eru.
Væntar tú, at vit fara at síggja
fleiri samskiftisfólk í føstum
starvi í fakfeløgi, vinnulívi og
politisku skipanini( flokkar og
aðalráð) í framtíðini?
Ja, tað fara vit. Vit síggja
hetta rák týðiliga í dag. Bæði
aðalráð, politiskir flokkar,
fakfeløg og bankar hava sett
samskiftisfólk í starv, og tað fer
at gerast alt meira vanligt, at
hesir bólkar fara at styrkja seg við
samskiftisfólkum. Eg eri eisini av
teirri áskoðan, at tað er neyðugt,
tí tað forðar fjølmiðlunum at
gera søgur, sum einki hald hava
í veruleikanum. Hinvegin mugu
vit eisini vera á varðhaldi, tí
henda broyting ger, at nógv
“objektiv tíðindi” verða broytt til
propaganda-søgur til fyrimunar
fyri bankar, flokkar, aðalráð og
fakfeløg.
Greinarøð
Politikkur gongur meira
enn nakrantíð fyri seg í
fjølmiðlunum. Vil ein politikari
gera vart við seg, sleppur
hann ikki undan at nýta
fjølmiðlarnar sum sýnisglugga,
tí í fjølmiðlunum hittir
politikarin flestu av sínum
veljarum. Hetta er bakgrundin
fyri spinn og spunasmiðum.
Meðan hugtakið spinn og
spunasmiðir framvegis er
rættiliga nýtt í føroyskum høpi,
so hevur stór orka verið nýtt
til at lýsa og skilja virksemi
hjá spunasmiðum í londunum
uttanfyri Føroyar. Sosialurin
fer komandi vikurnar at taka
pulsin við at varpa ljós á
samskiftið millum politikarar
og fjølmiðlar í Føroyum.