Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 29 - 9. februar 2007 Stutt sagt Lagdur undir morð - funnin deyður Tann 48 ára gamli Gar­ eth Huw Roberts bleiv av misgáum settur í sam­ band við kvinnumorðini í Ipswich. Nú er hann funn­in deyður. Tá blaðið Daily Mail skul­di prenta eina mynd av Steve Wright, sum løg­regl­an setti í samband við tey nógvu kvin­nu­ morð­ini í enska býnum Ip­swich, prentaði blaðið av misgáum skeiva my­nd. Maðurin, sum kom at standa á forsíðuni á blaðnum, æt ikki Steve Wright , men Gareth Huw Roberts. Sambært The In­de­pen­ dent høvdu Wright og Rob­erts verið vinmenn, og Daily Mail játtaði alt fyri eitt at rinda Roberts end­ur­gjald fyri mistakið. Har­aftur­at prentaði blað­ ið eina umbering. Týsdagin varð Gareth Huw Roberts funnin deyð­ur í íbúð síni í býn­ um Pwlhelli í Wales. Løg­regl­an vil ikki siga, hvørj­um hann doyði av. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Alexander Litvinenko var ein svíkjari og skuldi verið revsaður fyri fleiri árum síðani (fyrrverandi FSB-leiðari). útlond Alexander Gusak, sum var leiðari hjá KGB-agentinum Alexander Litvinenko, sum doyði av eit­ ran í London í nov­ em­ber, hevur lít­ið gott at bera sín­um fyrrverandi agen­ ti. Í samrøðu við bretska blaðið The Times sigur Gu­sak, at Litvinenko hjálp­ti bretsku freg­nar­tæn­ast­ uni at avdúka russ­isk­ ar agentar í Bretlandi, og tað gjørdi, at summ­­ir av teimum russ­is­ku agentunum hóttu við at beina fyri hon­um. -Í mínum eygum var hann ein svíkjari, tí hann av­dúk­ aði tað, sum ein loyniligur a­gent­ur ongantíð má av­dú­ ka - sínar keldur, sigur Alex­ an­der Gusak. Gusak var ovasti í teirri deild­ini hjá loyniligu løg­ reg­l­uni FSB, sum skuldi av­dú­ka skipaðan krim­i­na­li­ tet. Hann fór úr FSB í 1998. Sa­ma árið avdúkaði Lit­vin­ en­ko, at FSB hevði lagt æt­lan­ir um at beina fyri russ­iska ríkmanninum Bo­ ris Berezovsky. Alexander Gusak hevur fyrr sagt, at tað vóru kanska ke­ke­nar, sum beindu fyri Alex­an­der Litvinenko. Eitt skif­ti vóru teir báðir í Dag­ es­tan, har teir avdúkaðu ke­kens­kar uppreistrarmenn, og Gusak hevur sagt einum russ­isk­um blaði, at ein upp­ reist­rar­mað­ur doyði, meðan hann var til avhoyringar hjá FSB. Sambært Gusak er tað ikki óhugsandi, at tað var Lit­vin­en­ko, sum hevði av­hoyrt uppreistrarmannin. Semjan millum Fatah og Hamas um at skipa eina savningarstjórn kann rudda slóð fyri friði í teimum palestinsku økjunum. Nógv­ar rakettir fóru upp í loft á Gaza og á Vestara á­ar­ bak­ka í gjárkvøldið, men hesa­ferð skutu fólk gamlar nýgg­j­árs­rakett­ir, sum fagn­ aðu semjuni, sum leið­ar­ar­ nir í Fatah og Hamas sam­ dust um í Mekka seinna­part­ in. Fólk søgdu seg vænta frið, eftir at samanbrestir mill­um Fatah og Hamas ha­va kostað næstan 100 manna­lív teir báðar seinastu mán­aðar­nar. -Vit eru samdir um at skipa eina savningarstjórn, segði­ palestinski sendiharrin í Saudiarabia, Jamal al-Sho­ baki, tá semjan var undir­ skriv­að um sjeytíðina í gjár­ kvøld­ið. Sjálvt innihaldið í sem­ju­ ni bleiv ikki al­man­na­kunn­ gjørt, og tað er framvegis ógreitt, hvat semjan sigur um viðurskiftini við Ísrael. Hin­vegin er greitt, at júst spurn­ing­urin, hvørja støðu ein palestinsk stjórn skal ha­va mótvegis Ísrael, var ein av teimum truplastu spurn­ing­un­um í sam­ráð­ing­ un­um. Ísrael og Vestur­heim­ ur­in hava kravt, at pa­le­stin­ ska stjórnin skal viðurkenna ís­rael­ska ríkið, men higartil hev­ur Hamas sýtt fyri tí. Vesturlendskir eyg­leið­ar­ ar søgdu í gjárkvøldið, at skal semjan fáa undirtøku mill­um palestinska fólkið, er tað ein treyt, at palestinar fáa teir pengar og ta hjálp, sum Ísrael og Vest­ur­heim­ur­ in hava sýtt fyri at lata, fyrr enn Hamas viðurkennir Ís­ra­ el. Sambært Reuters hevur pa­le­stins­ki forsetin, Mah­ mo­ud Abbas, biðið saudi­ar­ abis­ku stjórnina gera sína á­virk­an galdandi í Wash­ing­ ton fyri at sleppa burtur úr teim­um búskaparligu til­tøk­ un­um. Afturfyri skal Abbas ha­va lovað, at ein komandi savn­ing­ar­stjórn er til reiðar at lúka tær treytir, sum Vest­ ur­heim­urin hevur sett. Vest­ ur­lend­s­ku eygleiðararnir si­ga, at kann Abbas halda tað lyftið, er tað einki minni enn ein stórhending. Ísrael Spurn­ing­ur­in er so, hvat Ís­ra­el sigur. Tzpi Livni, uttan­rík­is­ráð­harri, segði í gjár, at skal Ísrael við­ur­ken­ na eina komandi palestinska stjórn, skal hon tryggja frið og viðurkenna Ísrael, men eyg­leið­ar­ar ivast í, um Ís­ra­ el yvirhøvur er sinnað at viðurkenna eina stjórn, sum Ha­mas er partur av. Diplomatar í Saudiarabia si­ga, at samráðingarnar í Mekka vóru tann seinasti mø­gu­leik­in at fáa enda á bar­døg­u­n­um í Gaza og ó­sem­ju­ni millum Fatah og Ha­mas, og at ein slík semja er treyt fyri, at tiltøkini í­mó­ ti palestinsku myndug­leik­ un­um kunnu verða sett úr gil­di. Ber semjan á mál, eru út­lit til, at okkurt kann spyrj­ ast burtur úr fundinum 19. feb­ru­ar, tá Mahmoud Abbas og ísraelski for­sæt­is­ráð­harr­ in, Ehud Olmert, skulu hitta ameri­kan­ska uttan­rík­is­ráð­ harr­an, Condoleezza Rice. Hon hevur í hvussu er sett sær fyri at fáa frið­ar­til­gong­ d­i­na aftur á beina kós. Semjan gevur vón um frið Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, og leiðarin í Hamas, Khaled Meshal, undir samráðingunum í Mekka í gjár. Hann var ein svíkjari Fleiri arabisk lond eru í øð­ini, eftir at ísraelsku mynd­ug­leik­ar­nir eru farnir und­ir at gera eina gon­gu­ brúgv tætt við Temp­ul­hædd­ ina í Jerusalem, tí tey bera ótta fyri, at arbeiðið fer at oyð­i­legg­ja al-Aqsa mosk­ una, sum er á Temp­ul­hædd­ ini. Málið verður hildið vera so álvarssamt, at Saudiarabia hev­ur lagt tað fyri arabisku sam­gong­una, sum fer at um­røða tað í næstu viku. Sam­stund­is hevur saudi­ara­ bis­ka stjórnin biðið altjóða sam­fel­ag­ið leggja trýst á ís­ra­el­sku stjórnina fyri at fáa hana at sleppa ætlanini. Hi­gar­til hevur Ísrael ikki lat­ ið atfinningarnar við seg ko­ma. Øði um útgrevstur