fríggjadagur 9. februar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti
20
Religión og modernitetur
Tinglimir spæla m
– Tingfólk skulu vera vælkomin
til at lesa alla triðju mósebók
av tingsins røðarapalli. Og vit
borgarar skulu sleppa at vera
grov, illavorðin og órein, tá vit
kjakast í almenna rúminum. Vit
skulu tola tað allar mesta uttan at
átaka okkum ein offurleiklut!
Journalisturin av Sandoy við
stóra purluta hárinum hevur tómt
húsið fyri eldi. Men tá trongdin
kemur á hana, tendrar hon
breyðristaran, koyrir sigarettina
niður í og festir sær í. Kaffikoppin
hevur hon alla tíðina hjá sær, og
hon situr ikki niðri leingi í senn.
Vit eru í Syðrugøtu í húsunum
hjá Katrin Petersen. Vit kenna
hana best sum kontantu tíð
indakvinnuna í Sjónvarpi Før
oya, og eftir eitt tíðarskeið á
Dimmalætting starvast hon í
dag sum frílansari. Hon eygleiðir
politiska spælið, og hon heldur, at
seinasta árið hevur verið læruríkt.
Ikki minst orsakað av eini ávísari
grein í revsilógini.
Uttanfyri er kalt og hvítklæddir
fjallatindar henda sólríka morg
unin í Syðrugøtu. Men inni í
stovuni hjá Katrin er heitt. Og hon
setist at práta um, hvussu hon
upplivir føroyska “kulturkampin”.
Uppgerð við
eindarmentan
– Alt rumblið um at víðka grein
266b var í grundini ein uppgerð
við føroysku eindarmentanina.
Knappliga funnu vit útav, at vit
føroyingar ikki eru so samdir,
sum summi billa sær inn. Inniliga
kjakið um hetta mál avdúkaði, at
føroyingar eru rúkandi ósamdir
um teir mest grundleggjandi
spurningarnar, sigur Katrin
Petersen.
Hon sipar til, at vit knappliga
vóru ósamd um okkara virðis
grundarlag. Um borgararættindi.
Um fólkaræðið. Um sambandið
millum átrúnað og politikk. Og
hetta metir Katrin vera sunt. Tí
við stríðnum um grein 266b vórðu
vit tvingað til at hyggja at okkum
sjálvum, hvørjum øðrum og
okkara samfelagi.
– Tí hevði kjakið stórt virði. Og
júst í hesum máli vóru bleytar
semjur og hálvar loysnir óbrúkiligar.
Vit sóu, hvussu summir politikarar
royndu at feiga trupulleikan inn
undir teppið, so teir kundu sleppa
undan at taka eina støðu. Men tað
sluppu teir tíbetur ikki. Tí tað er
neyðugt, at vit eisini tora at kjakast
um mál, sum eru kensluborin
og avdúka djúpar gjáir í okkara
samfelagi, metir Katrin Petersen.
266b vísti, at Føroyar ikki er
ein homogen eind av samdum
menniskjum. Og hugmyndin
um føroysku eindarmentanina
varð afturvíst. Hóast politikarar
dúgliga royndu at definera, hvat
tað vil siga at vera føroyingur, og
hvat okkara samfelag skal byggja
á, eydnaðist hetta ikki. Sambært
Katrin er veruleikin, at vit ikki
draga somu línu.
- Júst hetta var ræðandi fyri
summi. Hugburðurin er mangan,
at vit ikki tosa um tað, sum skilir
okkum. Men hesaferð tóku vit
uppgerðina. Og tað lærdi okkum
okkurt um okkara samfelag, sigur
Katrin.
Moralskt politi
Men hvat lærdu vit so? Hvat
segði 266b-stríðið okkum um
føroyska samfelagið?
– Altso, tá okkara mentamála
ráðharri spáddi vanlagnu yvir
Føroyar eftir ANSO-ráðstevnuna,
tá hvalvíksprestur og Gerhard
Lognberg settu mørk fyri, hvørji
størv samkynd kunnu røkja, og
tá fleiri aðrir føroyingar eisini
gjørdu seg til talsfólk fyri líknandi
sjónarmiðum, gjørdist eg fyrst og
fremst bilsin, minnist Katrin.
Og hon metir, at idealið um tað
persónliga frælsið varð bjóðað
av. Tað gjørdist sjónligt, at vit ikki
eru samd um, at mítt persónliga
frælsi er heilagt, so leingi frælsi
granna míns eisini er heilagt.
– Politikarar í hesum landinum
hava ein tendens til at átaka
sær leiklutin sum moralskt
politi. Tá teir vilja áseta sínum
borgarum, hvussu nógv vit hava
loyvi til at drekka, hvørjar filmar
vit hava loyvi til at hyggja at og
hvørjar sjónleikir vit sleppa at
síggja, vanvirða teir idealið um
frælsi hins einstaka. Teir sita
sum nakrar mammur og pápar
á ovastu rók, siga seg vilja
“verja” okkum móti skaðiligari
ávirkan uttanífrá og grípa alt ov
langt inn í títt og mítt persónliga
frælsi, metir Katrin Petersen.
Spurd um eitt dømi nevnir hon
stríðið um sjónleikin Ginusøgur,
sum sambært henni avdúkaði
hugburðin hjá ávísum politikarum
mótvegis tí opna samfelagnum.
Og hetta er sambært henni
ein stórur trupulleiki, tá vit
frammanundan búgva í einum
Hon metir, at ávísir tingmenn
vanvirða tað persónliga frælsið.
Hon vil hava rætt til at vera grov
og illavorðin, tá hon kjakast í
almenna rúminum. Og hon
heldur, at politikarar skulu vera
vælkomnir til at lesa alla triðju
mósebók av tingsins røðarapalli.
Vit hava hitt Katrin Petersen,
journalist. Lesið níggjunda og
seinasta part í greinarøð um
trúgv og modernaða menniskjað
Samrøða
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo