Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 29 - 9. februar 2007 FT Samskifti Ft Samskifti er dótturfelag í Føroya Tele. Í felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti vi› privat- og vinnukundar, alt GSM-samskifti og øll stø›arútger› fyri fastnettelefoni og brei›bandi. Í felagnum starvast 115 fólk. Tænastur frá FT Samskifti ver›a markna›arførdar undir navninum Føroya Tele. "Leiðslur kunnu ikki væntast at kenna aftur eitt gott hugskot, um tað ikki er lagt fyri tær av einum góðum sølufólki" - David Ogilvy - Søluráðgevi til Føroya Tele – FT Samskifti FT Samskifti veitir vegna Føroya Tele samskiftisloysnir til stóran part av vinnulívinum í Føroyum. Stórur dentur verður lagdur á gott kundasamskifti og nøgdsemi millum okkara kundar. Hetta er málsetningurin fyri søluráðgevaralið okkara. Søkt verður eftir einum fólki til liðið. Ráðgevin skal taka sær av tørvsgreining, samskifti um og sølu av samskiftis- útgerð og hartil hoyrandi tænastum. Málbólkurin fyri allar ráðgevarnar er vinnukundar í øllum landinum. Tí kann væntast nógv ferðing. Í samband við ynskið hjá Føroya Tele um at víðka virksemið uttan fyri landoddarnar, kann tað koma uppá tal, at søluráðgevin eisini gerst partur av altjóða toymi fyri at veita vørur og tænastur hjá Føroya Tele aðra staðni enn í Føroyum. Arbeiðsuppgávurnar eru: At arbeiða í einum toymi fyri at veita vinnukundum holla ráðgeving um samskiftisloysnir og útgerð og annars at veita allar tær tænastur, Føroya Tele veitir kundum sínum. Stórur dentur verður lagdur á at hava eitt gott og støðugt samskifti við kundar okkara og geva teimum eina munagóða tænastu á høgum støði. Førleikar og royndir hjá umsøkjarum: • royndir við søluarbeiði og kunna vísa á úrslit • hava persónligan og álitsvekjandi myndugleika • hava kunnleika og/ella áhuga fyri kunningartøkni og samskiftistøkni • kunna taka nýggj stig og verða yrkismedvitandi • vera skapandi og virkisfús/-ur og tora at taka avgerðir • viðkomandi útbúgving • koyrikort til vanligan bil • duga føroyskt og enskt í skrift og talu samskipanar- og/ella leiðsluroyndir eru ein fyrimunur • arbeiðsroyndir innan sølu í útlandinum er ein fyrimunur Tann, ið sett/-ur verður, kemur at arbeiða í einum spennandi og virknum um- hvørvi, har sera stórur dentur verður lagdur á at veita góða og viðkomandi ráðgeving til kundarnar, samstundis sum innanhýsis samstarv við upplæring, sínamillum vegleiðing og vitanardeiling er ein partur av uppgávunum. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag ella eftir førleikum og verður at seta skjótast til ber. Starvsstaður er Klingran í Hoyvík. Meira fæst at vita um starvið frá Aksel Haraldsen tel 243371. Umsóknir til starvið skulu vera Starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 20. februar 2007 og skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn lýsingar Tað áhugaverda í tí gerandisliga Pedagográðstevna í Norðurlandahúsinum 2. og 3. mars 2007 Tilmelding í seinasta lagi 19. februar á www.forleikamenning.fo Menning tlf. 509164 ella 313506 Fríggjadagin Kl. 10-10.15 Stuttur inngangur: Hildur Patursson Kl. 10.15-12.15 Peter Ø. Andersen, Danmark: Royndir at stýra pedagogikkini við námsætlanum, menningararbeiði og professionalisering – pedagogikkin millum tað globala og tað lokala Kl. 12.15-13.15 Matarsteðgur Kl. 13.15-15.15 Marita Lindahl, Finland: Smæstu børnini á stovni Kl. 15.15-15.45 Kaffisteðgur Kl. 15.45-17.45 Berit Bae, Noreg: Børn sum luttakandi einstaklingar/rættur barna at medvirka - í ljósinum av nýggjum námsætlanum Kl. 17.45-19.00 Ein góð máltíð Kl. 19.00-20.00 Konsert Kl. 20.00-22.00 Kafé við góðum práti Leygardagin Kl. 10.00-10.15 Vit byrja aftur: Hildur Patursson Kl. 10.15-12.15 Karin Hultman, Svøríki: Hvussu menna vit tilvitanina um náttúruvísindi, tøkni og støddfrøði hjá bæði gentum og dreingjum í barnagarðinum Kl. 12.15-13.15 Matarsteðgur Kl. 13.15-15.15 Daniele Cecchin, Danmark: Ein leikandi pedagogikk – at skapa søgur saman við børnum Kl. 15.15-15.45 Kaffisteðgur Kl. 15.45-17.00 Fyrireikað orðaskifti saman við fyrilesarunum um tey 6-ára gomlu og um námsætlanir Skrá fyri ráðstevnuna