Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 29 - 9. februar 2007 STARV INNAN KT-TRYGD Saman við okkara KT-tryg- darleiðara skal tú stuðla leiðsluni, starvsfelagum, peningastovnunum og øðrum stovnum í arbeiði- num innan KT-trygd. Tú skal í stóran mun finna fram og skjalfesta skila- góðar trygdarloysnir, tað veri seg innan manna- gongdir, fyriskipanir ella trygdakrøvum. Vit vænta at tú hevur royn- dir við KT-trygd ella KT- grannskoðan. Tú dugir væl at skriva á føroyskum og donskum, klárar teg á enskum. Arbeiðir sjálvstøðugt og dugir at síggja alternativar loysnir Hevur tú spurningar, ring til Jógvan Joensen PROJEKTLEIÐARI TIL NETØKIÐ Vit leita eftir einum starvs- felaga innan projektleiðslu á netøkinum, ið saman við okkara netfólki skal menna og reka netøkið. Tú ert málsøkin og nærlag- dur, dugir at síggja alterna- tivar loysnir, dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi, yvirheldur frei- stir og dugir væl at sam- skifta, bæði í skrift og talu Hevur tú spurningar, ring til Niels Chr. Nolsøe STARV INNAN UNDIRSTØÐUKERVIÐ Tú skal saman við okkara kervisfólki verða við til at menna undirstøðukervið, serliga á Citrix grundvøl- linum. Arbeiðið verður at seta upp, viðlíkahalda og skjalfesta loysnir í undirs- tøðukervinum. Tú kemur at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Umsøkjarar við royndum í uppseting av Windows, lokalnetum og Citrix ser- varum og klientum hava fyrimun. Hevur tú spurningar, ring til Hallur Hjelm SØLU/INNKEYPARI SØLU/INNKEYPARI Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til sølu- og innkeypsfunktiónina. Arbeiðið fevnir um alt frá innkeyp, goymslu til sølu. Best er um tú hevur roynd- ir við keyp og sølu av KT- útgerð. Umsøkjarar við roydum við bókhaldsskipa- nini Navision Financials hava fyrimun Tú ert røkin og nærlagdur, dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi Hevur tú spurningar, ring til Hans Jákup Langgaard STARV INNAN FYRISITING Okkum tørvar ein starvs- felag innan fyrisitingina. Arbeiðið fevnir um bókhald og skrivstovuarbeiðið Tú kemur at arbeiða í tøt- tum samstarvi við bókhald- aran og fíggjarleiðaran. Tú kemur eisini at sam- skifta nógv við okkara starvsfólk, kundar og veit- arar. Royndir innan alt vanligt skrivstovuarbeiðið og við bókhaldsskipanini Navision Financials er ein fyrimunur. Hevur tú spurningar, ring til Ásbjørg Arge KANTINUARBEIÐIÐ KANTINUARBEIÐIÐ Vit leita eftir einum starvs- felaga at arbeiða parttíð í kantinuni hjá okkum. Vit vænta at tú hevur royndir innan kantinuarbeiði ert røkin og fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálv- støðugt. Hevur tú spurningar, ring til HildurThomassen Lønin verður ásett eftir royndum og útbúgving. Elektron er ein livandi KT-fyritøka í støðugari menning, sum tørvar starvsfólk á fleiri økjum til nýggjar avbjóðingar. Er tú ágrýtin og álítandi? Sigur tú tína hugsan og tekur ábyrgd? Vit hava eina sunna virkismentan og góðar starvs- felagar. Gott samstarv við kundar er av alstórum týdningi. Kennir tú teg væl í hesum og lúkar tú krøvini í einum av niðanfyristandandi starvslýsingum, so set teg í samband við okkum. Okkara visjón: Vit vilja vera kend fyri at trygdin og rakstrarstøðufesti eru høgt raðfest. At skipanar- og tænastuveitingar okkara gera kundarnar førar fyri at fremja framúr avrik á teirra øki. At vit eru eitt spennandi arbeiðspláss, har starvsfólkið trívist, fær hóskandi avbjóðingar og fær møguleika at menna seg og har starvsfólkið er eyðkent við at vera eldhugaði, ábyrgdarfull og smidlig. Okkara virðir: Vit leggja dent á at tú tosar beint fram, ert álítandi, tekur ábyrgd og dámar at arbeiða saman við øðrum ER KUNNINGARTØKNIN TÍN HEIMUR? STEPHANSSONS HÚS 314291 UMSÓKNARFREIST Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu verða okkum í hendi innan 22. februar 2007 og skulu sendast til: P/F Elektron, Staravegur 9 Postboks 3219, FO-110 Tórshavn, Tlf.345100, Fax: 345101 ella við telduposti til ulla@elektron.fo lýsingar