fríggjadagur 9. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Guds náði
Arbeiðið upp á
tykkara egnu frelsu
við ótta og bivan
(Filippibrævið kap. 2, 12 b)
Óttin fyri at missa ta frelsu, ið
Jesus hevur vunnið, er eitt gott
tekin um, at hin sanna náðin
býr í hjarta menniskjunnar.
Hóast tað kann tykjast sum
veikleiki í trúnni, at menniskja
ikki altíð følir eina fulla vissu,
so er tað kortini eitt gott tekin,
at tað kennir sín veikleika og
mótstøðuna frá fíggindanum,
soleiðis at tað óttast fyri at
missa sín dýrasta skatt. Tað
sýnir at Guðs náðigáva er
vorðin dýrabar fyri tí, og at
tað ikki kann vera hana fyri
uttan. Tí natúra menniskjunnar
er soleiðis innrættað, at
um okkurt er henni veruliga
kært og virðismikið, er hon
tilsvarandi bangin fyri at missa
tað.
Eiga vit bara smá virði, eru
vit ikki bangin fyri tjóvum.
Men goyma vit dýrabar virði í
húsunum, kennist tað sum allir
tjóvar vita av tí, og tá finnist
ikki rúm, ið er nóg trygt at
goyma tey í.
Tann, ið ongantíð er bangin
fyri at missa sína sælu, virðir
hana heldur ikki serliga nógv.
Tá er tað betri, at tú hvørja
løtu kennir ótta fyri at missa
hana. Ein eldri lærari hevur
sagt tað soleiðis: ”Tá ið eg
hugsi mær tann møguleika
at eg ein dag skuldi mist
gudsóttan og trúnna, tá gerist
eg deyðaræddur.”
Hetta vitnar um at andin ger
ein gerning í hjarta okkara,
soleiðis at náðin er ómissilig
fyri okkum. Tann, ið er bangin
fyri at missa Guðs náði, skal
troystast við Guðs náði. Amen!
orðið
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Fleiri vilja
giftast í kirkju
Ongland: Kirkjurnar í Onglandi
hava seinastu árini upplivað
ein ótrúliga stóran vøkstur av
kirkjuligum brúdleypum. Men
henda gongdin hevur kortini
lítið við religión at gera.
Hetta er úrslitið av eini
kanning, sum The Henley
Centre hevur gjørt fyri Church
of England. Íalt vórðu 1800 fólk
sum giftu seg í eini kirkju.
Niðurstøðan í kanningini
er greið: Bert helmingurin
av teimum spurdu valdu eitt
kirkjubrúdleyp av religiøsum
orsøkum. 77 % góvu sum orsøk
fyri hesum at tey ynsktu eitt
rættiligt brúdleyp, meðan 69 %
søgdu at plaseringin av kirkjuni
hevði avgerandi týdning.
Tey vanligu kirkjuligu brúd
leypini hava framvegis stóran
áhuga, tí nógv ynskja at gera
hetta í eini eksklusivari kirkju í
vøkrum umhvørvi.
Gamal aðalskriv
ari tekur við
Bláikrossur: Tað hevur ikki
enn eydnast Bláakrossi at
fáa nýggjan aðalskrivara eftir
Jaspur Langgaard, sum er farin
í annað starv.
Á fundi í landsnevndini
herfyri varð samtykt at seta
verandi kunningarleiðaran,
Asbjørn Jacobsen í hetta
starvið, til ein nýggjur er funnin.
Hann er ikki ókendur í hesum
starvinum, tí frá 1995 til 2003
var hann aðalskrivari í Bláa
Krossi.
Ásbjørn hevur longu tikið við
starvinum.
Suðurkorea í bøn
fyri Norðurkorea
Kirkjur: Alt árið í ár hava
kirkjurnar í Suðurkorea sett av
sum eitt bønarár fyri komm
unistiska Norðurkorea. Hetta er
samstundis ein partur av 100
ára hátíðarhaldinum fyri stóru
vekingini í norðurkoreanska
høvuðsstaðnum.
Í 1907 var ein stór kristin
veking í Norðurkorea. Tá
kommunistarnir tóku yvir í 1948
var núverandi høvuðsstaðurin
Pjongjang nevndur sum Eystur
asiatiski Jerúsalem.
Nú hava kirkjurnar í Suður
korea, har 25 % av fólkinum eru
kristin, avgjørt at grannalandið
fyri norðan er málið fyri eitt
serligt bønarátak í 2007.
Norðurkorea verður í dag
mett sum landið, har flest
kristin verða forfylgd fyri trúgv
sína.
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Keldan: – Vit høvdu sjálvandi
vónað at nógv fóru at tekna seg
til skeiðið. Men at tað skuldu
verða so nógv, tað kom púra
óvart á okkum, upplýsir Jastrid
Høj, sum er ein av stigtakarunum
til Alpha-hjúnabandsskeiðið í
Kelduni í Skálafirði.
Hetta skeiðið er ætlað øllum
øðrum, sum ynskja at arbeiða við
sínum hjúnalagi, og tá er líkamikið
um tey hava verið gift í minni enn
tvey ár ella meiri enn 30.
– Tey, sum hava tað gott í
hjúnalagnum, kunnu kortini fáa
gleði av einum slíkum skeiði. Og
tey, ið hava trupulleikar, kunnu
fáa hjálp at koma víðari, verður
sagt.
Skeiðið sjálvt er eitt samstarv
millum samkomurnar í Kelduni
og Lívsins Orð, og byrjaði í farna
mánaði. Á skeiðnum verða sjey
ymisk evni viðgjørd, m.a. um
hvussu ein loysir trupulleikar í
hjúnalagnum, eitt gott sexlív,
fyrigeving og viðurskiftini við
foreldur og verforeldur.
Skeiðið verður fyriskipað annað
hvørt hóskvøld, og verður møtt
næstu ferð hósdagin í komandi
viku, tá evni er samskifti. Skeiðið
endar 26. apríl.
Við á skeiðnum eru 31 pør og
koma tey úr ymiskum samkomum,
m.a. úr Heimamissiónini, Getse
mane, Kelduni og Lívsins Orði.
Hjúnabandsskeið stóra undirtøku
Lívdin: - Hví svarar Gud ikki
bønum mínum við tað sama?
Hetta er ein av spurningunum,
sum limirnir í samkomuni Lívdini í
Hoyvík hava verið savnað um hesi
seinastu týskvøldini.
Samkoman hevur nevniliga
sett sær fyri at læra meiri um
henda týdningarmikla partin av
kristinlívinum. Tí eru tey farin
undir serstøk bønarkvøld hesi
týskvøldini og fram til summar
frítíðina.
Á hesum kvøldunum verður
undirvíst í bøn og hvat bøn er.
Erligt tos um bøn
Undirvísarin, Jógvan Zachariasen
sigur soleiðis um skeiðið:
– Mong stríðast við grundleggj
andi spurningar um bøn, hvussu
ein kann læra at biðja rætt og um
vilja Guds.
– Vit ynskja við hesum bønar
skúlanum at hjálpa hvørjum
øðrum at tosa opið um okkara
bønarlív, og erliga ásanna okkara
hugburð til bøn.
Ætlanin er kortini ikki bert at
undirvísa. Sum ein natúrligan
part av hesum týskvøldsmøtunum
er ætlanin somuleiðis at hava
lovsang.
Her verður lært um, hvønn
týdning tilbiðjan í sangi og tón
leiki hevur í gerandisdegnum hjá
einum trúgvandi.
Bønarskúlin í Lívdini byrjaði 16.
januar og verður hildið á til komið
er út í juli mánað. Ætlanin er at
halda fram við hesum skúlanum
í heyst, tá tey fara at tosa um
bønarlívið hjá Jesusi.
Vilja læra samkomuna
at biðja
– Nógv stríðast við spurningum um bøn, sigur Jógvan Zachariasen