Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 29 - 9. februar 2007 Vegna ov fáar umsóknir verður søkt á nýggjum eftir tveimum verkfrøðingum – einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina hjá Landsverki at byrja skjótast til ber. Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Verkfrøðingur til vegadeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Planlegging · Prosjektering · Programmeringar, forkanningar, prosjektgransking av vega-, brúgva- og tunnilsprosjektum · Eftirlit við verkætlanum · Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk · Myndugleikaumboðan · Luttaka í norðurlendskum samstarvi innan økið Førleikakrøv Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs- øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent- ur verður lagdur á góðar persónligar egin- leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Yvirskipaða raksturin av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið. · At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum kring landið. · Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula- tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum. Førleikakrøv Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðs- plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdar- lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO–110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. februar 2007. Merk umsóknina „Verk- frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøðing- ur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í um- sóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið á vega- deildini kunnu fáast við at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel. 540 881 ella teldupost he@lv.fo Nærri upplýsingar um starvið á fram- leiðsludeildini kunnu fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo STARVSLÝSING Verkfrøðingar til Landsverk [endurlýsing] Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur, byggiharrauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo lýsingar