fríggjadagur 9. februar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007
Vikuskifti 23
visjón 2015?
tað er ein heilt onnu søga. Lat
okkum hyggja nærri at teimum
seinastu málunum, sum Tjóð
veldisflokkurin og Høgni settu
sær.
Samgongan seinnu
helvt av ottatiárunum.
Høvuðsendamálið við
samgonguni 1985 til 1988
var at skapa ein sjálvberandi
búskap. Úrslitið bleiv, at nýggj
lán frá útlondum uppá 6 til
7 milliardir eftur boðum og
loyvi frá fíggjarmálaráðharra
Tjóðveldisfloksins vórðu upptikin
eftir 4 árum, umframt at allur
peningurin frá útflutningi og
blokkstuðuli fór upp í royk. Flestu
nýggju lánini forðaðu fyri einum
sjálvberandi búskapi. Føroyar fóru
logandi á húsagang.
Høgni Hoydal í
samgongu
Tá Føroyar vóru komnar
nøkunlunda aftur á rættkjøl,
aftan á at danir høvdu pumpað
3 milliardir kr. inn í føroyska
búskapin, umframt blokkstuðulin
upp á eina milliard árliga,
legði Høgni Hoydal til brots og
setti sær nýggj mál. Vit skuldu
eina ferð enn hava ein sjálv
berandi búskap. Árligu almennu
útreiðslurnar “eksploderaðu” eftir
heilt stuttari tíð. Hetta ber ikki
upp undir nakran sjálvberandi
búskap, tvørtur ímóti. Vit skuldu
eisini hava loysing, og danir
skuldu halda áfram við at gjalda.
Ein long røð av nýggjum embætis
monnum vórðu settir í starv fyri
at skriva hvítubók og leggja til
rættis strategiina til at náa málini
hjá Høgna.
“Klimaks” upplivdu vit við
álopinum á Keypmannahavn.
Tríggir teir ovastu herleiðararnir,
Annfinn, Høgni og Helena nýttu
sama “taktikk” sum amerikumenn
nýttu, tá teir fóru inn í Golfin og
longur eystur, tá teir bjóðaðu
fjølmiðlunum við inn í stríðsvogn
arnar. Okkara herovastar bjóðaðu
allari pressuni við í flogfarið hjá
Atlantsflog til Keypmannahavnar.
Her umframt høvdu teir profes
sionellan “krígsfilmfotograf” við
sær. Tað sigst, at amerikumenn
í byrjanini høvdu amerikanska
fólkið við sær, men at teir høvdu
ov fáar hermenn við sær eystur
eftir til at vinna endaliga sigurin.
Okkara herovastar høvdu ikki
føroyska fólkið við sær, og tað
vistu danir. Onki úrslit, uttan ein
vanærulig skomm fyri Føroyar.
Enn sær visjón 2015
sera soltin út – sum
eitt “piðað jakkatræ”
Og tá báðir omanfyrinevndu
landsstýrismennirnir, enntá
fleiri ferðir, í samrøðuni við
Sosialin lova, at tilfarið verður
“kókað” niður, er kanska ikki so
nógv í væntu. Tað er sera sera
harmuligt, men hóast alt frægari
enn, um andstøðan sleppur at
taka yvir, og eina ferð enn setur
sær nýggj stór mál.
Tá Føroyar vóru komnar nøkunlunda aftur á rættkjøl, aftan á at
danir høvdu pumpað 3 milliardir kr. inn í føroyska búskapin, umframt
blokkstuðulin upp á eina milliard árliga, legði Høgni Hoydal til brots
og setti sær nýggj mál. Vit skuldu eina ferð enn hava ein sjálvberandi
búskap. Árligu almennu útreiðslurnar “eksploderaðu” eftir heilt
stuttari tíð. Hetta ber ikki upp undir nakran sjálvberandi búskap,
tvørtur ímóti. Vit skuldu eisini hava loysing, og danir skuldu halda
áfram við at gjalda. Ein long røð av nýggjum embætismonnum vórðu
settir í starv fyri at skriva hvítubók og leggja til rættis strategiina til at
náa málini hjá Høgna. !