fríggjadagur 9. februar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 29 - 9. februar 2007
Klinikk fyri fótterapi
Varðagøta 26 kj. · 100 Tórshavn
Tel. 323255 · Fartel. 214255
Jóna Dahl, statsaut. fóttera-
peutur og Dorthea Winther,
sjúkrarøktarfrøðingur bjóða tær
viðgerð, fyribyrging, ráðgeving
og vælveru í okkara hugnaligu
og nýmótans viðgerðarstovu í
Varðagøtu.
Vit kanna, viðgera og ráðgeva um
sjúkuelvdar trupulleikar:
- sukursjúku, gikt, æðrasjúkur, sár
Vit viðgera og fyribyrgja øll
vanlig brek:
- ilskógv, líktorn, hælrivur,
neglarbrek
Vit kanna og rætta feilstøður:
- innlegg, umlættingar
Vit hjúkla um teg, sum bara vil
uppliva vælveruna av eini dygdar
fótaviðgerð.
Ert tú eym/ur um føturnar? - Ring og fá eina tíð
Nýggj klinikk fyri fótterapi er opnað í Tórshavn
viðgerð, fyribyrging
ráðgeving og vælvera
www.foroyaprent.fo
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og
tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan
og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk
starvast í Nærverkinum.
Stuðulstænastan søkir eftir tveimum
stuðlum til rørslutarnaðan mann í
Tórshavn til setan 1. mars. Talan er um:
• Eitt stuðulsfólkastarv 30 tímar um vikuna
• Eitt sjúkrafarloyvisstarv 24 tímar um
vikuna
Tey, ið sett verða, fara at arbeiða saman við
øðrum stuðlum, ið arbeiða í eini 24 tíma
vaktarskipan.
Førleikakrøv:
Umsøkjarar, ið hava eina viðkomandi
sosiala- ella heilsufakliga útbúgving, hava
fyrimun til størvini.
Hvat viðvíkur øðrum útbúgvingum,
sum primært ikki eru ætlaðar til arbeiði
innan almanna- og heilsuøkið, verður
víst til hjálparfólkasáttmálan hjá
pedagogfelagum.
Setanartreytir:
Setanarøkið er Nærverkið við fyribils
tænastustaði í Stuðulstænastuni.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld, og
vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú
venda tær til Sofíu Jespersen, tlf: 354020.
Umsókn við avriti av próvskjølum og
viðmælum skulu sendast til:
Nærverkið
Stuðulstænastan
Løkjatún 1, F0-160 Argir
Stílað: Regin Johansen, leiðari
Umsóknarfreist:
23. februar 2007.
Tveir stuðlar til brúkara í Tórshavn
Les um onnur størv á www.naerverk.fo / leys størv
Stuðulstænastan
lýsingar