fríggjadagur 9. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
29
Trygd strikar
uppsagnartíðina
Kundar hjá Trygd hava nú fingið enn ein ágóða – uppsagnartíðin er
tódnað úr einum ári niður í ein mánað. Vit halda nevniliga, at fólk
skulu vera hjá okkum, tí at vit hava bestu tænastu, bestu ráðgeving
og besta fulnað. Ikki tí at tey ikki sleppa út.
R E P R O Z
Sum liður í miðvísa arbeiði okkara at hava framhaldandi vøkstur og at varðveita støðuna sum
leiðandi brennioljuveitari á føroyska marknaðinum, sóknast Shell eftir dugnaligum sølufólki.
Starvið
Talan er um álitiskrevjandi og sjálvstøðugt starv, ið krevur grundleggjandi tekniskan kunnleika.
Vit veita góða, fakliga upplæring og geva tær eitt trygt og professionelt bakland í sølutoymi
okkara. Tú fært um hendi alla smyrjiolju og alla uttanlandssølu hjá Føroya Shell og fært
serliga við skip at gera. Harumframt verður tú við í vanligum søluuppgávum.
Tínir førleikar
Tú hevur fyrst og fremst góðan handilssans og søluroyndir. Tú ert sjálvandi ágrýtin og álítandi,
arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og í toymi og kanst arbeiða skiftandi tíðir og støð. Vit vænta, at
tú hevur innlit í shipping og logistikk, og fram um alt ert tú eitt álitisvekjandi sølufólk. Málsliga
ert tú væl fyri, bæði í skrift og talu – og enskt er eingin vansi hjá tær heldur.
Útbúgving
Tú ert møguliga útbúgvin maskinmeistari ella verkfrøðingur og hevur helst eisini nomið tær
handilsligan kunnleika.
Lønarviðurskifti
Lønin er góð, og greið pensiónsviðurskifti fylgja við starvinum. Tú fært frían bil.
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo
R E P R O Z
Shell sóknast eftir vælsmurdum seljara
Umsóknir
Umsóknir og CV skulu vera Føroya Shell í hendi í seinasta lagi 5. mars 2007. Starvið verður
sett sum skjótast.
Vilt tú hava meiri at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðara,
erling@shell.fo, tlf. 34 74 00, ella Hákun Djurhuus, stjóra, hakun@shell.fo.
Um Føroya Shell
Føroya Shell er partur av Shell Bólkinum og virkar sum sjálvstøðugt felag eins og Shell-
fyritøkur í øðrum londum.
Starvsfólk hjá Shell arbeiða eftir felags kjarnuvirðum, sum eru trúfesti, reinlyndi og virðing fyri
medmenniskjum, eins og vit eru fullgreið um týdningin av áliti, opinleika, toymisarbeiði og
professionalismu.
Sum fyritøka virkar Shell fyri burðardyggari og varandi menning og byggir avgerðir sínar á
fíggjarlig, umhvørvislig og samfelagslig fyrilit.
Hugsar tú um eina betri framtíð?
www.shell.fo
lýsingar