fríggjadagur 9. februar 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 29 - 9. februar 2007
tíðindi
“Føroya gløggasta
skipsmanning” stend
ur á einum skelti í
salongini umborð á
seglskipinum Dragan
um í Klaksvík.
Skeltið er frá Sjóman
nadegnum í fjør, har
manningin umborð á
Draganum vann eina
serstaka spurnakapp
ing.
- Hatta forpliktar!,
slær Hans Eli Hansen
fast.
Seglskip
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Hans Eli Hansen
er undangongumaður fyri
at fáa hetta skipið umvælt
og varðveitt sum seglskip.
Aftrat sær hevur hann
havt góðar menn, og í dag
er tað ein sonn frøi at fara
umborð á hetta stásiliga
skipið, her tað liggur við
bryggju á Varpabrúnni.
Í løtuni liggur Dragin við
bryggju, samstundis sum
hann verður nýttur sum
skúlastova fyri teir næming
arnar, sum hava valt sær sjó
vinnu sum lærugrein í fram
haldsdeildini.
Salongin umborð verður
nýtt sum skúlastova, og
hvørja ferð Hans Eli undir
vísir næmingunum, ber
hann eyga við hetta skeltið
frá Sjómannadegnum.
- Tja, eg veit ikki. Eg ræð
ist hatta skeltið eitt sindur.
Hatta forpliktar rættiliga
nógv!, sigur hann.
Í hugnaligu salongini fáa
vit eitt prát við Hans Eli,
sum er formaður í grunni
num sum eigur skipið, og
ein annan av monnunum
aftanfyri Dragan, Dorius
Frederiksberg.
- Tú, Dorius. Kanst tú
ikki ger okkum ein kaffi
munn?, spyr Hans Eli.
Lítla løtu seinni er heitt
kaffi og smákøkur á borðin
um.
Alt árið
Í nevndini, sum stýrir virk
seminum umborð á Draga
num, sita m.a. umboð fyri
Sjómansskúlan í Klaksvík
og fyri skúlan á Ziskatrøð
og Ósáskúlan.
Hóast ein skuldi trúð, at
virksemi einans er í einum
slíkum seglskipi um sum
marið, so er tað ikki heilt
rætt. Í roynd og veru er virk
semi umborð alt árið.
Allir næmingarnir sum
fara í framhaldsdeildina í
Klaksvík hava møguleika
at velja sjómanslæru ella
sjóvinnu. Og her hava teir
ein forkunnugan - og sjáld
sama góðan - møguleika at
nema sær kunnleika um het
ta viðkomandi evnið í best
hugsandi umhvørvi.
Salongin er innrættað so
leiðis at hon eisini kann
brúkast sum skúlastova í
rættiliga maritimum um
hvørvi. Ein talva hoyrir
sjálvandi til eina slíka skúla
stovu, men annars er útgerð
in til undirvísingina beint
við hondina.
Her er eingin ivi um, at
teir munnu fáa munandi
meiri burtur úr undirvísing
ini á hesum staði enn í eini
vanligari stovu í tí lokala
skúlanum. Her er alt gjørt
fyri at teir skulu bæði læra
og fornemma hvat sjólívið
er.
Tá sagt verður “teir”, so
er tað bert partvíst rætt.
Rættari hevði helst at verið
sagt “tey”, tí onkur konu
fólk hava eisini valt sjóvin
nu sum lærugrein í fram
haldsdeildini.
- Jú, vit høvdu eisini eina
ferð eina unga gentu sum
næming umborð. Hon fekk
helst nógv burtur úr, tí hygg
bert eftir henni í dag:
- Hon fór víðari á sjó
mansskúla, og siglir í dag
úti í verðini, siga teir báðir,
Hans Eli og Dorius ikki
sørt ernir.
Út í verðina
Tá skúlarnir byrja eftir
summarfrítíðina er tað sam
stundis startskotið til undir
vísingina. Tá verður gjørt
nógv av at fara út at sigla
við næmingunum.
- So sigla vit so leingi
sum veðrið er til tað – tað
er: einaferð út í oktober
mánað.
- Eftir tað verður skipið
lagt, seglini tikin niður og
alt riggað av. Og síðani
byrja vit undirvísingina
umborð, greiðir Hans Eli
frá.
Áhugin fyri hesi undirvís
ingini er so mikið stórur, at
í ár eru fýra hold við eini
10 næmingum í hvørjum til
undirvísing umborð – tvey
hold frá hvørjum av skúlu
num í býnum.
Tá tað fer at vára byrja
menn at rigga skipið til
aftur, og verður miðað eftir
at hava skipið klárt til sigl
ing flaggdagin.
Ein partur av hesum
arbeiðinum er at fáa bjarg
ingarbátarnir eftirhugdar av
Gummibátatænastuni í
Havn. Og tað var júst tað
sum hendi mikudagin í hesi
vikuni.
- Tað er rættiliga nógv
sum skal gjøgnumgangast,
áðrenn vit sleppa at sigla
aftur. Teir frá Skipasýninum
koma umborð og skulu góð
kenna at alt er í lagi, tá
sesongin byrjar aftur, greið
ir Hans Eli frá.
Av Draganum og umbo
Vit høvdu einaferð eina unga gentu sum
næming umborð. Hon fekk helst nógv
burtur úr, tí hygg bert eftir henni í dag:
Hon fór víðari á sjómansskúla, og siglir í
dag úti í verðini
”
- Vit hava verið uttanlands
á nærum hvørjum ári, sigur
Hans Eli Hansen. Hann er ein
av undangongumonnunum við
seglskipinum Dragin
Mynd: Høgni Thomsen