Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 9. februar 2007 31 orð á tey stóru skipini Bygdur í Keypmannahavn í 1945, og longdur í 1955. Fekk upphøggingarstuðuli í 1991. Hin 18. november 1991 keypti Hans Eli Hansen Dragan, og 1. januar 1992 seldi hann Dragan til Grunnin "Dragin" - KG 212. Hesin grunnur varð stovnaður við tí endamáli at umvæla og varðveita Dragan og umbyggja hann til seglskip. Dragin skal nýtast sum skúlaskip hjá sjómansskúlanæmingum og næmingum í øðrum skúlum í Føroyum. Í summarfrítíðini kann hann sigla útferðir við ferðafólki. Umbyggingin varð liðug á sumri 2003, og er alt arbeiði gjørt ókeypis av hesum monnum: Martin Olsen, skipstimbrari, Símun Johansen, bátasmiður, Eyðun Joensen, jarnsmiður, Pole Mikkelsen, sjómansskúlastjóri, Hans Olav Hansen, tannlækni, Dorius Frederiksberg, kokkur, Heini Heinesen, maskinsmiður, Fischer Johannesen, tollari, Hans Eli Hansen, lærari El-arbeiðið: Páll Mortensen, Áki Justinesen, Jákup Eydnugarð. Seymað seglini: Jógvan Vágsheygg, Sámal Júst Dahl, Joen Dávid Norðoy. Tekningar og útrokningar: Kristin Rasmussen, verkfrøðingur (Kelda: skipalistin.fo) STUTT UM DRAGAN Um summarið verður Dragin rættiliga nógv nýttur í samband við flutning av ferðafólkum. Her verður skipað fyri ferðum í sambandi við virksemið hjá Kunningarstovuni í Klaksvík. Hesa ársins tíð verður rættiliga nógv siglt norður undir Kunoyarnakk og Enniberg, men eisini aðrar leiðir. Er talan um dagstúrar er einki til hindurs fyri at fara runt fleiri av oyggjunum. Umframt hesar túrararnar við ferðafólkum eru fleiri leigutúrar í samband við føðingardagar, útferðir hjá arbeiðsplássum, familjutúrar og mangt annað. - So hendir tað eisini av og á, at menn taka seg saman og vilja sleppa út at fiska nakrar tímar. - Tað ordna vit eisini, sigur Hans Eli. Ymisk tiltøk Næsta stóra tiltakið, sum Dragin verður partur av, eru teir sonevndu Torradagarnir í Klaksvík seinni í mánaðinum, har dentur enn einaferð verður lagdur á at vísa fólki, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður okkara. Umborð á Draganum verður tá opin bátur, har fólk kunnu hyggja seg um, samstundis sum kokkurin fer at gera eina serstaka fiskasuppu. Seinni í ár verður so norðoyastevnan og ikki at gloyma Sjómannadagurin, har Dragin er ein sjálvsagdur partur av skránni. - Vit hava verið uttanlands á nærum hvørjum ári, m.a. í Hetlandi og Noregi. Tað var bara í fjør at vit ikki vóru uttanlands, greiðir Hans Eli frá. Út at fiska Nógvir arbeiðstímar vórðu lagdir í at umskapa Dragan til eitt nútíðar seglskip. Í dag telist Dragin millum stoltleikarnar í Klaksvík Mynd: Høgni Thomsen Í salongini hava teir innrættað eina skúlastovu, har alt tað maritima er bert eina hond burtur. Eingin ivi er um, at hetta er við til at geva næmingunum íblástur til undirvísingina Mynd: Høgni Thomsen Dorius Frederiksberg er kokkur og er skjótur við einum kaffimunni Mynd: Høgni Thomsen Motorurin er góður, men sum seglskip verður serliga dúvað uppá tey, tá líkindini eru til tað Mynd: Høgni Thomsen