fríggjadagur 9. februar 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 29 - 9. februar 2007 ]
TB er stórfavorittur
Tað hevur gingist nakað striltið hjá flogbólts
kvinnunum av Tvøroyri seinastu umførini, men
sunnudagin eru tær at rokna sum stórfavorittar.
Mjølnir kemur á vitjan í Trongisvági, og soleiðis
sum úrslitini hjá Mjølni hava verið í ár, so er lítil ivi
um, at hetta er ein dystur, sum TB skal vinna. Og
enn er munurin upp til heiðursmerkini somikið lítil,
og TB við einum sigri framvegis er væl við í tí stríð
num.
Oddabrak á Kambsdali
Tað líkist einum dysti hjá verjandi meistarunum móti
teimum komandi, tá Dráttur fer á Kambsdal sunnu
dagin. ÍF hevur fyri tað nógva verið oddalið í kvinnu
deildini, og fram til mikukvøldið tóktust tær sita sera
tungt á oddasessinum. Tapið fyri KÍF hevur tó aftur
lagt trýst á, og tí er ein sigur avgerandi neyðugur
sunnudagin. Týdningurin fyri Drátt er tó eisini sera
stórur, og tí fara báðir partar uttan iva at gera alt, sum
stendur í teirra makt, til tess at vinna dystin.
- Vit hava ein breiðari
hóp enn tær, og tí
avhongur ikki so
nógv av einum leikara
hjá okkum. Hetta
sigur Una Olsen
hjá Stjørnuni. Hon
væntar tó ein javnan
dyst ímillum tvey lið,
sum eru von við at
spæla slíkar dystir
ímóti hvørjum øðrum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stjørnan hevur verið tað
liðið, sum hevur fingið
bestu úrslitini í bestu
kvinnudeildini í hondbólti
seinnu árini. Á hvørjum ári
hava tær verið við í oddi
num í landskappingini, og
harðasta kappingin hevur
aloftast komin frá VB og
Neistanum.
Eisini í steypakappingini
hava úrslitini hjá Stjørnuni
verið góð. Tær hava verið
mest sum fastur fúsur í
steypafinaluni hjá kvinnum
seinnu árini, og í ár er einki
undantak í so máta. Hesa
ferð er tað VB, sum bíðar í
finaluni, og Stjørnan má
undan dystinum taka til
takkar við at vera favoritt
ur.
Í landskappingini liggja
tær fremst, og í steypakapp
ingini vistu tær eina øgiliga
styrki, tá tær møttu Neista
num, sum liggur á øðrum
plássi í landskappingini, í
hálvfinaluni. Her vunnu
tær við heili 16 málum í
Havnini, meðan seinni dyst
urin eisini endaði við einum
tryggum sigri til Stjørnuna.
Hetta eru nakrar av
orsøkunum til, at Stjørnan
er favorittur, men í eini
finaluna kann alt henda.
Allar eru tøkar
Tá Stjørnan spældi dyst í
landskappingini síðsta
sunnudag ímóti StÍF, máttu
tær vera ein av sínum mest
týðandi leikarum fyri uttan.
Alina Olaru sat nevniliga
uttan fyri í tí dystinum við
einum skaða í knænum,
men Una Olsen hjá Stjørn
uni sigur, at Alina er klár at
spæla aftur.
- Vit valdu at lata Alina
hvíla síðsta vikuskiftið, tí
hon hevði ávísar trupulleik
ar við knænum. Hon hevur
tó vant í vikuni, og hon tyk
ist ikki at hava nakrar stór
vegis trupulleikar nú, so
hon verður heilt sikkurt
klár til steypafinaluna. Ann
ars haldi eg, at allar eru
tøkar til dystin leygardagin,
so vit mugu bara royna at
koyra á.
- Dystirnir millum okkum
og VB eru næstan altíð
spennandi, og eg vænti
ikki, at hesin verður nakað
undantak. Vit hava tað ofta
trupult í Vági, meðan tær
hava tað trupult norðuri í
Klaksvík, so nú verður
spennandi at síggja, hvat
tað endar við. Vit ætla okk
um í øllum førum at vinna,
sigur Una Olsen.
Skulu steðga Daivu
Tað er eingin loyna, at VB
hevur ein sera sterkan leik
ara í Daivu Tuomaite. Una
ásannar eisini, at Daiva er
ein góður leikari, men hon
væntar eisini, at aðrir leik
arar hjá VB kunnu geva
trupulleikar.
- Daiva er ein ótrúliga
góður leikari, og hon hevur
ómetaliga nógv at siga fyri
tær. Hon er heilt sikkurt
tann leikarin hjá teimum,
sum vit skulu halda eyga
við. VB hevur tó eitt gott
lið, og tær fáa sikkurt eisini
Gurið Mortensen heim til
dystin úr Danmark. Gurið
kann fáa ein týdningarmikl
an leiklut fyri tær, so hetta
er eisini ein leikari, sum vit
mugu ansa eftir.
Una leggur afturat, at mál
menninir helst fara at fáa
ein stóran leiklut í dystinum,
men at teirra avrik eisini fer
at ávirkast av verjuspæli
num.
Una sigur at enda, at um
allar taka ábyrgd, so skal
tað nokk fara at ganga.
- Vit hava ein breiðari
hóp enn tær, og taka allir
leikararnir ábyrgd, so vera
vit ringar at steðga leygar
dagin.
Hava breiðari hóp
- Seinast høvdu vit
sera gott tak á teirra
vongspælarum, so
nú mugu vit royna
at steðga teirra
bakspælarum eisini.
Hetta sigur Rannvá
Johannesen hjá VB,
sum væntar sær eina
spennandi finalu
ímóti Stjørnuni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðani
vóru tað VB og Stjørnan,
sum myndaðu oddin í
bestu kvinnudeildini í Før
oyum. Dystirnir ímillum
hesi bæði liðini vóru altíð
ótrúliga spennandi. Sjálvt
um VB ikki hevur fingið
so góð úrslit síðstu árini,
so plaga dystirnir ímillum
VB og Stjørnuna altíð at
vera spennandi, og tað
verður steypafinalan í ár
helst eisini.
VB var ikki partur av
steypafinaluni hjá kvinn
um í fjør, tá Neistin og
Stjørnan brustu saman. Í
ár eru tær tó aftur við í
finaluni, har tær skulu
møta Stjørnuni. Vegurin
til finaluna var tó ikki so
lættur. Tær fingu eina
dreymabyrjan, tá tær
vunnu við seks málum á
Kyndli í Havn í fyrru hálv
finaluni, men á heimavølli
mundi gingið galið. Her
førdi Kyndil við átta mál
um eitt skifti í seinna hálv
leiki, men VB fekk akkurát
minka um kyndilsleiðsluna
so mikið, at tær sluppu í
steypafinaluna. Kyndil
vann dystin við fimm mál
um, men VB var klárt til
finaluna.
Gurið kemur heim
Rannvá Johannesen hjá
VB væntar sær ein sera
spennandi finaludyst ímóti
Stjørnuni leygardagin.
- Tað verður ein spenn
andi dystur. Vit eru sera
uppsettar til dystin, og
dystirnir ímillum okkum
og Stjørnuna eru ofta sera
spennandi. Eg vænti, at
finalan verður merkt av
Breidd og styrki á øllum plássum er hornasteinurin, sum skal tryggja Stjørnuni gullið
leygardagin
Skulu
steðga
bakspælar-
unum
Liðið, sum fyrst sleppur av við
nervarnar í dystinum, kann
fáa ein avgerandi fyrimun,
heldur Rannvá Johannesen
hjá VB