Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 29 - 9. februar 2007 ] Flogbóltur í Badmintonhøllini Fram hevur óvanligan heimavøll í Badmintonhøllini, tá teir í kvøld, fríggjakvøldið, taka móti SÍ. Men hetta eigur tó ikki at forða havnarliðnum í at stremba móti oddinum. Hjá Fram kom tað væl við, at teir megnaðu at basa ÍF í miðvikuni, og tann sigurin ber við sær, at bronsan at kalla er heima. Enn er tó eisini møguleiki fyri betri metalli, men tað krevur so ein sigur móti botnliðnum. Klassikarin í Havn Dystirnir millum Fleyr og Mjølnir hava mangan verið avgerandi fyri meistaraheitið, og hjá Mjølni stendur gulldreymurin í øllum førum upp á spæl, tá teir vitja í Havn sunnudagin. Fleyr er dragnað nakað í kappingini, og tí kann hugsast, at teir ikki longur eru heilt so motiver­aðir, sum teir hava verið onkran dystin. Mjølnir kann hinvegin koma heilt nær ÍF við einum sigri. - Eg haldi, at vit hava eitt sterkari lið enn teir, men á tí mentala økinum eru teir helst sterkari enn vit. Hetta sigur Ingi Olsen hjá VÍF, sum vónar, at vestmenningar fara at koppa strandingum í ár HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo VÍF hevur helst saman við Kyndli verið fremsta hond­ bóltsfelag í føroyskum manshondbólti tey síðstu nógvu árini. Hesi bæði lið­ ini hava í nógv ár kempað um meistaraheitið, men í steypakappingini hevur gingið heldur striltið hjá vest­menningunum. Ikki tí, teir hava mangan verið í final­uni, men her hevur eitt triðja lið, StÍF, stolið mynd­ ina tey síðstu árini. Seinastu tvey árini hevur VÍF møtt StÍF í steypafinaluni, men í báðum førunum hava strand­ ingar drigið longra stráðið. Aftur í ár er VÍF partur av steypafinaluni, og triðja árið á rað er mótstøðuliðið StÍF. VÍF hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár, har teir liggja á odda í lands­ kappingini, og tí eru teir helst eisini favorittar undan finaluni í Coca Cola-kapp­ ingini. StÍF hevur tó steypa­ sigrarnir undanfarnu árini at vísa á, og tí er spurning­ urin, um VÍF fer at koppa strandingum hesa ferð. Sterkari lið enn teir VÍF hevur verið onkrar av teirra stuðulsleikarum fyri uttan seinastu dystirnar. Fyrr í ár bleiv málmaðurin, Dejan Lacok, skaddur, og hann verður ikki við til dyst­ in. Sterki vongurin, John Zachariassen, hevur heldur ikki verið við síðstu dyst­ irnar, men Ingi Olsen hjá VÍF sigur, at hann helst verður við leygardagin. - John hevur vant í vikuni, so hann verður við í dyst­ inum leygardagin. Sjálvandi er ilt at meta um, hvussu leingi John klárar at spæla, men hann verður í øllum førum á beinkinum. Ingi sigur annars, at vest­ menningar eru optimistiskir undan dystinum. - Vit hava góðar vónir til dystin. Eg haldi, at vit hava eitt sterkari lið enn teir, og eg vóni, at hetta fer at tryggja okkum sigurin. Tó skal leggjast afturat, at teir á onkrum økjum eru heldur sterkari enn vit. Kanska ser­ liga á tí mentala, hvat við­ víkur steypakappingini. Teir hava nakrar stórar styrkir Ein av leikarunum hjá StÍF hevur verið fram úr góður tey síðstu árini. Rumenski málverjin, Marian Cirlo­ ganescu, hevur mangan tik­ ið broddin av mótstøðu­lið­ unum, og Ingi Olsen er eis­ ini greiður yvir, at Marian hevur nógv at siga fyri strandingar. - StÍF hevur nakrar stórar styrkir á liðnum. Marian í málinum er helst tann størsta av teimum. Vit mugu endiliga ikki skjóta hann heitan, tí er hann fyrst komin í gongd, so kann hann næstan avgera ein dyst einsamallur. - Ein onnur av styrkjunum er Finnur Hansson. Finnur er ein sera góður spælari, og geva vit honum ov nógv pláss, so er hann ringur at steðga. Harafturat hava strand­ingar fleiri aðrar góðar leikarar, sum kunnu gera um seg, og m.a. ein Leivur Justinusen hevur víst gott spæl síðstu dystir­ nar, sigur Ingi Olsen. At enda sigur Ingi, at rutinan kann gerast avger­ andi í einum slíkum dysti, og her heldur hann, at steypa­­rutinan hjá strand­ing­ um ger, at teir trúgva sera nógv uppá steypa­kapp­ing­ ina. Hann sigur seg tó ikki vóna, at hetta fer at avgera dystin til teirra fyrimuns, tí hann heldur, at møguleikin hjá VÍF er veruliga til stað­ ar í ár. nervum fyrstu løtuna, og so er spurningurin, hvør sleppur fyrst av við teir. Eitt er tó sikkurt, vit ætla okkum at vinna dystin. VB hevur fleiri góðar leikarar í hópinum, men liðið fær ein stóran styrk til steypafinaluna. Tá kem­ ur Gurið Mortensen nevni­ liga heim, og Rannvá dylir ikki fyri, at Gurið kann gerast ein týdningarmikil leikari. - Gurið hevur nógv at siga, serliga í slíkum dyst­ um. Hon torir at fara sjálv, og er ikki bangin fyri at taka ávísar møguleikar. Hon kann fáa stóran týdn­ ing fyri okkum í hesum dystinum. Gott tak á teimum seinast Tað er ikki so langt síðani, at VB og Stjørnan møttust seinast. Tá brustu liðini sam­an í Vági, og hesin dyst­urin gjørdist sera spenn­andi. Stjørnan vann at enda við einum máli, men dysturin kundi kopp­ að báðar vegir. Rannvá heldur, at VB hevði gott tak á Stjørnuni henda dagin. - Tann dystin høvdu vit ótrúliga gott tak á teirra vengrum, og vit kláraðu at steðga teirra trýsti frá vengr­unum. Tá høvdu vit tó trupulleikar av teirra bak­spælarum, og hetta skulu vit bøta um í steypa­ finaluni. Her skulu vit hava eitt serliga vaki eyga við Alinu Olaru og Simonu Petersen, sum eru ótrúliga sterkar. - Annars vænti eg, at mál­verjarnir kunnu fáa stór­an týdning fyri ein slík­ an dyst. Til tíðir kunnu teir taka broddin av mót­støðu­ liðunum, og hetta kann blíva avgerandi í finaluni, sigur Rannvá. At enda sigur hon, at verj­an hjá VB fer at hava stóran týdning í hesum dysti­num. - Verjan hjá okkum kem­ ur at hava nógv at siga. Vit mugu bara fara út á vøllin og geva alt tað, vit eiga, og so mugu vit vóna, at vit fara at vinna dystin. Mugu arbeiða við tí mentala Ingi Olsen heldur, at møguleikin hjá VÍF veruliga er til staðar í ár. Men so má liðið eisini vera sterkari á mentala økinum, enn teir hava verið