fríggjadagur 9. februar 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 29 - 9. februar 2007
tíðindi
Fram til mánamorg
unin kunnu lesararar
hjá Sosialinum vera
við til at skjóta upp
ÁRSINS MANN OG
KVINNU og ÁRSINS
KJAKVIRÐISLØN.
Tað er Miðlahúsið,
sum er stigtakari,
og Føroya Banki
stuðlar tiltakinum.
Virðislønirnar verða
latnar á samkomu í
Miðlahúsinum hós
dagin 15. februar kl.
15.30.
Ársins maður og
ársins kvinna í
Føroyum í 2006
HON og HANN, sum hava
gjørt nakað GOTT fyri onn
ur, fyri síni næstu, sínar vin
ir, sínar grannar, sítt
arbeiðspláss, sítt yrki, sína
heimbygd, sítt land ella fyri
eina ávísa søk, skulu nú
veljast sum ÁRSINS MAÐ
UR og ÁRSINS KVINNA í
Føroyum í 2006
Aftur í ár bjóðar
Sosialurin øllum lesarun
um, tvs. øllum Føroya fólki,
at velja ársins mann og
ársins kvinnu í Føroyum í
2006. Hetta verður aftur
vendandi tiltak á hvørjum
ári. Fyrstu ferð var í 2005.
Tá vórðu Leila Solmunde,
forkvinna í Meginfelag
Teirra Brekaðu, og Sofus
Olsen, stigtakari til listasavn
á Sandi, kosin ávíkavist
ársins kvinna og ársins
maður.
Vit lata fyrst og fremst
tykkum lesarar gera av, hvat
tit halda er besta orsøkin til
ella prógvið um, hvør eigur
heiðurin at gerast Ársins
maður og Ársins kvinna í
Føroyum í 2006.
Men vit fara so eisini at
leggja dent á hetta:
Maður og kvinna, sum
hava uppiborið hetta heiti,
hava gjørt nakað GOTT
fyri onnur menniskju, síni
næstu, tað veri seg familju,
vinir, grannar, starvsfelagar
og fólk annars. Hesi kunnu
eisini hava gjørt nakað
GOTT fyri sítt nærum
hvørvi, lokalsamfelagið og
samfelagið sum heild, ella
fyri eina søk, eitt ávíst felag
ella felagsskap, eitt yrki
ella eitt arbeiðspláss. Tað
ber eisini til at skjóta upp
fólk, sum tit halda hava
gjørt nakað GOTT við at
hava havt serstaka kveikj
andi og hitandi ávirkan á
onnur.
Veljið tykkara mann og
kvinnu og grundgevið, hví
hesi eru tykkara val!
Fyllið út lepan niðanfyri
og sendið hann við bræv
bjálva til okkara: Miðla
húsið, Tórsgøta 1, ella Post
smoga 76, við merkinum:
”Ársins maður í 2006”
og ”Ársins kvinna í
2006.” Tit kunnu eisini
senda uppskot tykkara sum
vanligt bræv. Eisini ber til
at senda hetta sum teldupost
til post@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd mannað
við Jóhonnu á Bergi, stjóra
á Faroe Ship, Andrasi Róin,
samfelagsfrøðingi, Esther
Djurhuus, pedagogi á
Landssjúkrahúsinum, og
Eyðuni Andreassen, fólka
lívsfrøðingi, velur ársins
mann og kvinnu millum
mongu uppskotini. Vit
loyva okkum eisini at
prenta nøkur av uppskot
unum við grundgevingunum
í komandi bløðum.
Ársins kjakvirðisløn
2006
Aftur í ár verður ársins kjak
virðisløn latin. Miðlahúsið
hevur tikið stig til hesa
virðisløn, sum verður latin
einum persóni, felag,
felagsskapi ella stovni, sum
hevur givið sítt góða íkast
til at fremja samfelagsliga
kjakið, ið er ein av grundar
steinunum undir fólkaræði
num.
Endamálið við at lata
hesa virðisløn er eisini at
menna og stimbra almenna
orðaskiftið og gera tað
meira fólksligt, professio
nelt og náttúrligt. Í fjør fekk
Óli Petersen, teknari, virðis
lønina fyri við sínum tekn
ingum og viðmerkingum at
geva sítt góða íkast til sam
felagsorðaskiftið.
Lesarar kunnu senda okk
um uppskot til ársins kjak
virðisløn við at fylla út lep
an og senda hann til Miðla
húsið, Tórsgøta 1 , 100
Tórshavn, ella tit brúka
teldupostadressu okkara
post@sosialurin.fo. Setið
frámerki á: ”Ársins kjak
virðisløn”.
Ein dómsnevnd við Jón
Brian Hvidtfeldt, útvarps
manni, Karin Kjølbro,
leiðara á Kriminalforsorgini,
Jóannesi Dalsgaard, deild
arleiðara í Mentamálaráð
num, og Annleyg Lam
hauge, deildarleiðara á
Menningastovuni, ger av,
hvør fær virðislønina .
Til Onglands
at vitja mostur
Tað gjørdist 9-ára gamla Jastrið Augustinussen úr Havn,
sum vann Sudoku-kappingina her í blaðnum fyri januar
mánað.
Vinningurin hesa ferð var ein flogferð fyri tvey frá
Atlantic Airways, og Jastrið var ongan tíð í iva um, hvat
ferðaseðlarnir skuldu nýtast til.
- Vit skulu til Onglands at vitja mostur mína, sum býr
í Winchester. Tað høvdu vit longu ætlað frammanundan,
men nú er ferðin so púrasta vís, heldur hon.
Tað var tó um reppið, at seðlarnir frá Jastrið og
mammuni als ikki komu á Sosialin. Sunnudagin vóru
nógvir januar-seðlar eftir, og Jastrið helt tá fyri við
mammuna, at nú máttu tær í holt við at loysa gáturnar.
Sjálv hjálpti hon eisini til, og tað var so við einum av
hennara seðlum, at vinningurin varð dirgin heim.
Jastrid gongur í Kommunuskúlanum í Havn, og hon
var sjálvandi errin, tá hon fór í skúla fríggjadagin.
-mørk
Tað var ein bæði fegin og errin Jastrid Augustinussen, sum
hósdagin kundi taka móti sjónliga prógvinum fyri, at hon
hevði vunnið tvær flogferðir við Atlantic Airways
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinasta útkall til ÁRSINS
Hvalur vakti
stóran ans
Tað er sanniliga ikki á hvørjum degi, at ein grindahvalur
verður skorin upp í Danmark, og nógv fólk vóru komin
saman uttan fyri sjó- og fiskivinnusavnið í Esbjerg at
hyggja, tá ein hvalur bleiv skotin upp har seinasta leygar
dag. Tey vórðu eisini væl kunnað um tilburðin, tí í sjónvarp
inum bleiv fráboðað, nær hvalurin skuldi skerast upp.
Hvalurin varð funnin deyður á jútsku vesturstrondini.
Tað er ikki óvanligt, at hvalir gera landgongd har, men lív
frøðingarnir halda, at hesin hvalurin var deyður, áðrenn
hann kom inn á land.
Nú skulu serkøn gera ymsar kanningar av tí, sum fekst
av hvalinum.
HON og HANN, sum hava gjørt nakað GOTT fyri
onnur, fyri síni næstu, sínar vinir, sínar grannar, sítt
arbeiðspláss, sítt yrki, sína heimbygd, sítt land ella fyri
eina ávísa søk, skulu nú veljast sum ÁRSINS MAÐUR
og ÁRSINS KVINNA í Føroyum í 2006
Aftur í ár bjóðar Sosialurin øllum lesarunum, tvs. øllum
Føroya fólki, at velja ársins mann og ársins kvinnu í
Føroyum í 2006. Hetta verður afturvendandi tiltak
á hvørjum ári. Fyrstu ferð var í 2005. Tá vórðu Leila
Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu,
og Sofus Olsen, stigtakari til listasavn á Sandi, kosin
ávíkavist ársins kvinna og ársins maður.
Vit lata fyrst og fremst tykkum lesarar gera av, hvat tit
halda er besta orsøkin til ella prógvið um, hvør eigur
heiðurin at gerast Ársins maður og Ársins kvinna í
Føroyum í 2006.
Men vit fara so eisini at leggja dent á hetta:
Maður og kvinna, sum hava uppiborið hetta heiti, hava
gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað
veri seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk
annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri
sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið og samfelagið sum
heild, ella fyri eina søk, eitt ávíst felag ella felagsskap,
eitt yrki ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisini til at skjóta
upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við
at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á
onnur.
Veljið tykkara mann og kvinnu og grundgevið, hví hesi
eru tykkara val!
Fyllið út lepan niðanfyri og sendið hann við brævbjálva
til okkara: Miðlahúsið, Tórsgøta 1, ella Postsmoga 76,
við merkinum: »Ársins maður í 2006« og »Ársins
kvinna í 2006«. Tit kunnu eisini senda uppskot tykkara
sum vanligt bræv. Eisini ber til at senda hetta sum
teldupost til post@sosialurin.fo
Ein dómsnevnd við Jóhonnu á Bergi, stjóra á Faroe
Ship, Andrasi Róin, samfelagsfrøðingi, Esther Djur
huus, pedagogi á Landssjúkrahúsinum, og Eyðuni
Andreassen, fólkalívsfrøðingi, velur ársins mann og
kvinnu millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini
at prenta nøkur av uppskotunum við grundgevingunum
í komandi bløðum.
Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 12. februar.
Avdúkingin av ársins manni og ársins kvinnu í Føroyum
í 2006 verður á samkomu í Miðlahúsinum hósdagin 15.
februar kl. 16.00.
M I Ð L A H ú S I Ð · T ó R S G ø T A 1 · B O K S 7 6 · F O 1 1 0 T ó R S H A V N · P O S T @ S O S I A L U R I N . F O
Á r s i n s m a ð u r
&
Á r s i n s k v i n n a
í Føroyum í 2006
Uppskot:
Grundgeving:
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon: