Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 29 - 9. februar 2007 Føroya Studentaskúli og HF-skeið Rektarastarvið á Føroya Studentaskúla og HF-skeið er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 23. febuar 2007, kl. 12.00. Meira fæst at vita á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo (undir teiginum „leys størv“) Sí eisini heimasíðuna hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði: www.hoydalar.fo Mentamálaráðið Rektari til Føroya Studentaskúla og HF-skeið Framsýning av DNG C6000I snelluni Í samband við útróður verður ein framsýning av Íslendsku DNG C6000I snelluni, línuspølun & meira. Fólk frá DNG er við, og har tit hava møguleika at fáa meira at vita, og kunnu seta spurningar. Framsýningin verður tann 3. mars í hølinun hjá Fa. Jóannes F. Dahl. Norðskála Tilmelding til og við 28 Februar á tlf. 221000, Fax, 422189 & e-mail: dam-dahl@post.olivant.fo. Fa. Jóannes F. Dahl Maskinsmiður & Umboð fyri Vaki-DNG Mýruvegur 10. Fo- 460 Norðskála * Føroyar Spinning instruktørur SøkiSt Spinning-instruktørur søkist 1 ella 2 ferðir um vikuna. Ring 517100 og tosa við Janu. Starvsfólki til Barnagarðin á Mýrunum Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í hvørjari, 2 barnagarðsstovur við 20 børnum í hvørjari, 1 barnagarðsstova við 20 6-ára gomlum børnum og 1 stova við børnum við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/ venjingarrúm og stórt felagsrúm við barnavinar- ligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúru- lendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum at geva tí møguleika at mennast, bæði persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur. Vit ynskja tí at umsøkjarin: • hevur umsorgan fyri børnum • hevur góð samstarvsevni • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin • er nýhugsandi og ígongdsetandi Søkt verður eftir: Pedagogi, hjálparfólki, ergo/fysioterapeutur ella einum við viðkomandi útbúgving 25-30 t. um vikuna, til eitt 3 ára gamalt rørðslutarnað barn Starvið, er inni í einari barnagarðsstovu. Uppgávan hjá tí, ið settur verður, kemur primert at snúgva seg um at stuðla barninum í geradisdagnum. Setan verður frá 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Eyðnu Norðfoss leiðara ella Mariu í Króki varða- leiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. feb. 2007, kl. 12,00. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 600 Saltangará Runavíkar kommuna søkir eftir Leiðari til Barnagarðin Vípuna Sjálvsognarstovnurin Barnagarðurin Vípan søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2007 ella eftir avtalu. Í barnagarðinum eru 28 børn í aldrinum 3 til 7 ár. Eftir summarfrítíðina fer stovnurin eisini at taka ímóti børnum úr 1. flokki. Vit bjóða • eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv • møguleika at seta dám á stovnin • møguleika fyri ráðgeving • møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta at tú • ert útbúgvin námsfrøðingur við leiðsluroyndum • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði barnagarðs- og frítíðarskúlabørnum • hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag í einum avbjóðandi fakumhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum umframt foreldrum og starvsfeløgum • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • sært møguleikar framum vansar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanveggja • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarvíðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Før- oya. Starvið er lønt á lønarstigi 19-25. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Agga Niclasen, nevndarformann, tlf. 50 86 89 ella Dianu Jóanes- arson, álitisfólk, tlf. 31 75 35 Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Barnagarðinum Vípan, Vípuvegur 3, 100 Tórshavn í hendi innan 25. februar 2007. Barnagarðurin Vípan, Vípuvegur 3, 100 Tórshavn. Tlf. 31 75 35 lýsingar