fríggjadagur 9. februar 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 9. februar 2007
39
Mentamáladeildin
Starvið sum einalærari í Hovs skúla verður lýst leyst til
setanar frá 1. mars 2007.
Um starvið
Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans og hevur
sjálvur meginpartin av undirvísingini í skúlanum. Starvið
er fulltíðarstarv, og í hesum skúlaári eru seks næmingar
í Hovs Skúla.
Søkt verður eftir einalærara, sum
•
undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyri sit-
ingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av
virksemi skúlans
•
skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv
millum skúla og heim
•
dugir at samstarva og er fyrikomandi
•
skal vera førur fyri at loysa trupulleikar
•
skal skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí
einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
•
skal eggja næmingum og foreldrum til at fáa sum
mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
•
hevur hugsjónir um skúlamenning, og hvussu hon
verður sett í verk.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tæn-
astu í Hovs skúla. Tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola
broyt ingar starvinum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í lønarfl okkunum 21.2, 23.2, 23.3,
23.4, 25.4, 27.4 og 30.2 sambært avtalu millum Fíggj ar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag um, hvussu lærarastørv
verða fl okkað og lønt.
Umsóknir
Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi mikudagin 14. februar 2007 kl. 16.00.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja
til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus
Jespersen, deildarstjóra.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Einalærari í Hovs skúla
sansir.fo
Søkt verður eftir Pedagogi
til at vera stuðul hjá barni í fyrsta flokki 20 tímar
um vikuna, í Frítíðarskúlanum í Runavíkar kom
munu, fram til 300607. Frítíðarskúlin heldur til í
gomlu læknahúsinum á Heiðavegi 22 Saltangará.
Vit ynskja at umsøkjarin :
• er íðin nærlagdur og álítandi
• dugir at samstarva við foreldur og
arbeiðsfelagar
• hevur umsorgan og virðing fyri børnum og
foreldrum
• dugir at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka
barninum
• er opin fyri avbjóðingum
Starvið verður sett 1. mars 2007.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við leið
aran á tlf. 448594 lok.12 ella 216630.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndum, skal vera kommun
uni í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. februar
2007 kl.12.00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Ellis- & Avlamisheimið í Vágum
FO-370 Miðvági · TLF 332 600 · FAX 333 604
Ellis- & Avlamisheimið í Vágum søkir:
Frítíðaravloysarar
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum/heilsurøkt-
arum/sjúkrahjálparum og heilsuhjálparum í tíðar-
skeiðinum 1. juni til 31. august 2007.
Umsóknarfreistin er 16.marts 2007
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran á tlf. 332600/223600.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við-
mælum o.t. skulu sendast til:
Ellis-& Avlamisheimið í Vágum
Att.: Leiðarin
370 Miðvágur
Starvið
Fulltíðarstarv sum skrivstovufólk er leyst at søkja í
Mentamálaráðnum.
Talan er um eitt áhugavert og fjølbroytt starv í Yrkis-
deplinum við møguleikum fyri fakligari og persón ligari
menning við skiftandi uppgávum.
Arbeiðsøki
Í høvuðsheitum at arbeiða við øllum vanligum fyrisiting-
arligum uppgávum og at hava skrivligt og munnligt
samskifti við viðskiftafólk, t.e. lærupláss, lærlingar, yrkis-
skúlar, yrkisnevndir og onnur innan arbeiðsmarknaðar-
og yrkis útbúgvingarøkið.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari:
- Hevur handilsskúlaútbúgving og royndir í skriv stovu-
yrkinum ella aðra javnsetta útbúgving og royndir,
- hevur góðan teldukunnleika og kunnleika til mál,
serliga føroyskt, og
- hevur góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálv-
støðugt.
Lønar – og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar -
málaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Yrkisdepilin
Postrúm 3279
FO-110, Tórshavn
ella sum teldupostur til: peturoh@yrkisdepilin.fo
Umsóknir skulu vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta
lagi 23. februar 2007, kl. 16.00.
Starvið verður at seta skjótast til ber.
Upplýsingar um virksemið hjá Yrkis deplinum eru at
fi nna á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo
Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til
Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðara, tlf. 555066.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið
uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Yrkisdepilin er ein sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálaráðnum, sum fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at
vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið,
herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l.
Skrivstovufólk
sansir.fo
lýsingar
www.sosialurin.fo