Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2001 29 28 Nr. 30 - 13. februar 2001 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Allarbesta mamma, omma, langomma og vermóður Hjartaliga tillukku við 85 ára degnum. Heilsanin er frá øllum tínum kæru og frá mær Rolf Góða Maria Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum, alt gott í framtíðini. Ynskir Mirian mostir Góða mamma Tær verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Heilsanin er frá okkum øllum. Dóttur tín Góði Torgeir Hjartaliga til- lukku við føð- ingardegnum. Heilsan stóribeiggi og miðlingurin Góða Maria Hjartaliga tillukku við 6 ára degnum. Vit elska teg. Ynskja mamma og pabba Góða omman Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum tann 13.2. Vit vóna at tú fært ein hugnaligan føðingardag. Jesus pápi veri hjá tær. Ynskja ommusynirnir P. S. Takk fyri at tú ert so góð við okkum báðar Góða mamma Hjartaliga tillukku við degnum 13.2. og alt gott í framtíð- ini. Kærastu heilsanir Mannbjørn og Birgir P. S. Tú ert nógv saknað teir dagarnar tú ert í Havn Vit takka hjartaliga øllum, sum gleddu okkum á silvur- brúdleypsdegnum 15. nov. Takk til okkara børn og tykk- um, sum við vakra sanginum vaktu okkum henda morg- unin, og sum seinni veittu okkum so stóra hjálp. Takk fyri tær mongu blómur, gávur, fjarrit, telefonuppringingar og sangir. Takk til øll, sum komu í veitsluna, tey ið stákaðust og tykkum ið skipaðu so væl fyri sanginum. Takk fyri alla hjálp á ein hvønn hátt. Tit øll gjørdu okkum dagin til eitt ógloymandi minni. Kirstin og Kristjan Jensen, Vestmanna Nú eru tit endiliga blivnar tvær stórar og lekrar diddur. Hjartaliga tillukku við 19 ára døg- unum. Heilsan 1. HIF Vónandi hongur tungan ikki altíð uttanfyri. Takk fyri hálvtannað gott ár, har tú hevur havt stóra eggj- andi ávirkan á umhvørvið. Heilsan hini 12 Altíð í góðum lag og smíl- andi, vónandi varar tað við. Skikka tær nú so pent… Takk fyri 1 1/2 ár við nógvum góðum løtum. Heilsan hini 12 Hjartaliga tillukku við 19 ára døgunum. Gud viti hvat hetta kvøldið endaði við??? Heilsan triðja hjul Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2315, Sp/f Bio, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jákup Eli Jacobsen, Fútalág 33, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Louis Jacobsen, Fútalág 33, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 8. februar 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2414, P/F Eimskip í Føroyum, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Hørður Sigurgestsson, Posthússtræti 2, ÍS-120 Reykjavík. Innkomin í nevndina: Ingimundur Sigurpálsson, Posthússtræti 2, Box 220, ÍS- 120 Reykjavík. Skráseting Føroya tann 8. februar 2001 Kristin Balle _____________________ Av tí at leiðarin í Landsmiðstøðini fer í annað starv, og honum er játtað farloyvi til 31. juli 2002, er leiðarastarvið í Landsmiðstøðini leyst at søkja til fyribils- setan tíðarskeiðið 1.apríl 2001 – 31.juli 2002. Landsmiðstøðin er ein stovnur í undir- vísingarverkinum undir Menta- málastýrinum. Landsmiðstøðin skal: • ráðgeva og upplýsa um undir- vísaringmiðlar, • ráðgeva og veita hjálp í fakligum, námsligum og tøkniligum spurn- ingum, • virka fyri fakligari,námsligari og tøkniligari menning í skúlunum, • læna út undirvísingarmiðlar og bókmentir í náms- og sálarfrøði, • hava námsligan verkstað,bæði til egið virksemi og til tænastu og nýtslu hjá skúlum og lærarum, • ráðgeva skúlum og veita teimum hjálp at skipa mentanarlig tiltøk í undirvísingarligum høpi. Landsmiðstøðin kann • veita skúlum og øðrum undirvís- ingarstovnum bókasavnstøkniliga tænastu, • útvega skúlunum undirvísingar- miðlar,herímillum einhvønn bráð- feingis miðil,evnissavn o.t. • røkja aðrar uppgávur í undirvís- ingarverkinum eftir avtalu við Mentamálastýrið. Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og kunnleika um alt undirvísingar- verkið. Royndir í skúlabókasavnsarbeiði kunna verða ein fyrimunur. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjari hevur royndir í øðrum viðkomandi starvi. Harumframt skal umsøkjari kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tann, sum settur verður, kemur sjálv/ sjálvur í stóran mun at arbeiða sjálv- støðugt og at vera dagligur leiðari hjá lærugreinaráðgevunum á fólkaskúla- økinum. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir eru góðir fyri persónligari og fakligari menning til eftirútbúgving o.a. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og við- komandi yrkisfelag. Setanarøkið fatar um Mentamála- stýrið við tilvísing til deildarstjóran í Fólkaskúladeildini. Umsókn við prógvum o. ø. skal verða send Mentamálastýrinum, Hoyvíks- vegi 72, Postrúm 3279, 110 Tórshavn, skjótast til ber og soleiðis, at hon er Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.februar 2001. Vilja tygum hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu tygum ringja til Hensar Ellingsgaard, deildarstjóra, telefon 35 5050 í Mentamálastýrinum. Landsmiðstøðin Mentamálastýrið fyrisitur undirvísingarmál,gransking,mentamál,kirkjumál,loftmiðlar,ítrótt og annað frítíðarvirksemi. Landsmiðstøðin er stovnur undir Mentamálastýrinum og veitir skúlum tænastur í undirvísingarverkinum við atliti at undirvísingarmiðlum, hevur verkstaðarmøguleikar og umsitur lærugreina-ráðgevaskipanina.Dentur verður lagdur á framvegis at menna virksemið í Landsmiðstøðini. Mentamálastýrið Starvsfólkadeildin Fiskimannafelagið og FF-blaðið fingið heimasíðu Á okkara heimasíðu verður roynt at geva fiskimonn- um alla ta kunning teir kunnu hava brúk fyri. Heima- síðan er tó enn undir uppbygging. Allar høvuðsgreinirnar í FF-blaðnum eru hesa ferð eisini lagdar á heimasíðuna,tó uttan myndir. FF-blað- ið roynir at vera eitt øðrvísi blað,sum ger sær ómak at undirbyggja síni sjónarmið og tíðindi. Innihaldið í blaðnum 8.februar er í høvuðsheitum: Felagstíðindini: Spurt verður hví politisku myndug- leikarnir tykjast at gera sær ómak at koma til ilnar við flest møgulig fakfeløg. Fiskivinnutíðindi: M.a. er frágreiðing frá ráðstevnu í Noreg um møguleikarnar at fáa meira burtur úr fiskaslógvi og øðrum útkasti. Samfelagsviðurskifti: Hví ber ikki til eftir trimum árum at greiða eina lutfalsliga einfalda uppgávu sum at fáa eina nýggja lóg um seming? »Orðaskifti« um okkara fjølmiðlar: Peter Mandel- son, sum fyri kortum mátti leggja frá sær sum bretsk- ur ráðharri,hevði ongar trupulleikar havt í Føroyum! Frásøgn frá persónum, kendum og ókendum: FF- blaðið hevur vitjað Páll Vang, fyrrverandi borgmeist- ara á Tvøroyri, sum knappliga fyri einum ári síðani mátti leggja frá sær vegna sjúku. Eisini hevur blaðið vitjað ókendar føroyavinir í Kalundborg. Møguleiki er eisini at tekna seg sum haldara av FF- blaðnum á heimasíðuni,sum kann røkkast á: www.fiskimannafelag.fo Føroya Fiskimannafelag • FF-blaðið Útleigan av gólvmottum Virkir, fyritøkur, stovnar. Við ella uttan LOGO. Royni í 14 dagar. Vaskarí & Reingerð tlf. 316300 gsm 211312 Við at leiga, hava tit ein trupulleika minni at hugsa um. Pedagogur søkist til Dagstovnin í Gøtu, at arbeiða 30 t. um vik- una, frá 12.03.01 til 01.05.02, fyri pedagog í barns- burðarfarloyvi. Arbeiðið er í barnagarðsstovu,4–6 børn við 21 pláss- um. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Fíggj- armálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Lønarflokkur 11/13 lønarstig (16-22). Um eingin pedagogur søkir,verður hjálparfólk sett. Nærri upplýsing um starvið fæst við at venda sær til leiðaran,tlf.442012 lok.10. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmæl- um v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. febr.2001. Dagstovnurin í Gøtu Box 32 511 Gøtugjógv Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 i Sosialurin