týsdagur 13. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2007
Vígdis boðin við til Finlands
Vígdis Hentze Olsen var partur av framførsluni hjá DQ, ið
vann danska Melodi Grand Prixið, nú er Vígdis boðin við til
Finlands. Vígdis var ein av almennu dansarunum í sendingini
og umframt at luttaka í vinnandi framførsluni dansaði hon
bæði í byrjanini og í øðrum framførslum. Tað kann hugsast,
at DQ fer at broyta sína framførslu í Eurovision finaluni, tí
var tað ikki greitt, um Vígdis fór at verða boðin við í sjálva
finaluna. Men Vígdis sigur við Dimmalætting í dag, at hon
er boðin við til Finlands. Enn hevur Vígdis tó ikki avgjørt,
um hon tekur av tilboðnum, skrivar Dimma.
Teitur skrivar tónleik til show
Bellevue leikhúsið leggur í hesum døgum pall til framførsluna
Enden er nær hjá brøðrunum Anders og Peter Lund Madsen.
Dimmalætting skrivar í gjár, at framførslan hevur eitt
føroyskt íkast við, at Teitur hevur gjørt tónleikin. Teitur sigur
við blaðið, at hann fekk eina sera leysa uppgávu og skuldi
bara skriva vanlig Teitur løg. Hann sigur, at hann hevur valt
at gjørt tónleikin rættiliga myrkan. Enden er nær verður at
síggja á Bellevue fram til 5. mai. Umframt Teit hevur Bent
Fabricius-Bjerre skrivað tónleik.
Tá DQ, alias Peter
Andersen, sang seg
víðari í altjóða final
una í Eurovision
kappingini, var tað
við hollum stuðli frá
ikki færri enn tveim
um føroyingum. Um
framt okkara egnu
dansidrotning Vígdis
Hentze Olsen, var
onnur kórgentan før
oyska Linda Andrews
Eurovision
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Linda Andrews, navnið ljóðar
ikki beinleiðis føroyskt, men
handan altjóða kenda navnið
goymir Linda Andreassen úr
Havn seg. Linda er í Føroyum
best kend av kristiliga tónleika
pallinum m.a. av fløguni So
gott at vita, og frá nógvum
framførslum m.a. saman við
Vanju og Lailu Carlsen. Síðan
miðskeiðis í 90 árunum hevur
Linda búleikast í Danmark.
Hon hevur luttikið sum kór
sangari á hópin av útgávum
bæði í og uttanfyri Danmark.
M.a. hevur hon sungið kór
hjá heimskenda týska euro
dance tónleikaranum Sash
og danska poppfenomeninum
Blå Øjne.
Góður stemningur
Leygarkvøldið var Linda
ein av trimum kórsangarum
hjá DQ. Hetta dámdi henni
sera væl.
– Har var ordiliga góður
stemningur. Vit høvdu tað
hugnaligt frá fyrsta degi.
Í ár vóru øgiliga nógvir
professionellir luttakarar
í Grand Prixnum. Hetta
gjørdi, at stemningurin var
góður. Fólk vóru stuðlandi
og ynsktu hvørjum øðrum
alt gott, greiðir ein heldur
hás Linda frá í telefonini úr
Danmark.
Linda kennir væl Peter
Andersen. Tey hava áður
arbeitt saman í Tina Turner
hermibólkinum Turn on
Tina, har orkubumban
Peter Andersen í konufólka
klæðum fyllir út leiklutin
sum Tina Turner
– Peter er ein fest! Tað
er altíð stuttligt at syngja
saman við honum. Tí vildi
eg fegin syngja við í Grand
Prixnum, tá hann bað meg,
greiðir Linda frá.
Linda í buksum
Meðan Petur var í kjóla undir
framførsluni vóru Linda
og hinir kórsangararnir í
klædningi.
– Man kann siga, at tað
vóru vit, sum vóru í buksum
á pallinum. Har var bara
pláss fyri eini Drama Queen
flennir Linda.
Nú gongur leiðin til Fin
lands, og hetta gleðir hon
seg til.
– Ja, Finland er kanska ikki
so eksotiskt, sum man kundi
hugsað sær, men nú taka vit
tað við eisini, flennir hon,
tá vit tosa um framførsluna,
ið væntandi væl yvir 100
milliónir hyggjarar fara at
hyggja at.
Aftur í danskt
sjónvarp
Linda væntar somuleiðis,
at tey skulu luttaka, tá DR
í samstarvi við krúnprinsa
hjúnini komandi vikuskiftið
hevur innsavning til vælger
andi endamál í Tivoli. Tað
hevur ligið í kortunum, at
Grand Prix vinnarin skuldi
framføra í sendingini, har
m.o. Planet Awards aktuelli
Bryan Rice luttekur.
Gospel og popp
Linda arbeiðir nógv við tón
leiki og hevur nógv jørn í
eldinum.
– Eg fáist mest við popp
og gospel. Í løtuni havi eg
trý gospelkór, har eg eri kór
leiðari. Eg skrivi tónleik til
fólk og eri sum heild í ferð
við nógv ymiskt. Tað kennist
eitt sindur løgið beint nú. Eg
havi nógvar tráir sum eru
ikki eru festir. Eg fari t.d.
skjótt yvir til USA, har eg
havi fingið kontaktir bæði
innan gospel og popp. Men
tað sum eg fari yvir til nú
er modernað gospel, og her
er talan um meg sum artist,
sigur Linda.
Visti ikki av stakfløgu
Navnið Linda Andrews
er ikki longur heilt ókent
í USA.. Fyri jól var RnB
stakfløgan Hot Santa givin
út í USA. Ein seksutur jóla
sangur, ið m.a. fæst til keyps
á TDC Online og á Amazon.
Hóast lagið var givið út í
fjør undir hennara navnið,
so var tað ikki fyrr enn í
síðstu viku, at Linda sjálv
varð greið yvir, at lagið var
givið út.
– Hatta er ein demo, ið eg
sendi til USA síðsta summar.
Hon var upprunaliga ikki
ætla til útgávu. Eg havi ikki
frætt aftur frá teimum, og
nú síggi eg, at lagið er givið
út, og enntá í mínum navni,
høvdu tey givið tað út undir
onkrum øðrum navni, hevði
eg neyvan funnið útav tí. Eg
má nú seta meg í samband
við tey, tí onkur vinnur pen
ing uppá hetta, og tað er ikki
eg, sigur Linda.
Hon er heldur ikki heilt
nøgd við lagið, ið jú varð
sungið inn til demo nýtslu
og ikki til útgávu. Hon tykist
tó, at taka alt hetta við einum
smíli og heldur, at tað á onkr
an hátt er nokkso skeg.
Linda Andrews ytst til høgru hevur fyrr arbeitt saman við Peter Andersen í bólkinum Turn On
Tina
(mynd: DR)
Linda sang Petur til Finnlands
Føroyska Linda Andrews
og hinir kórsangararnir
vóru í klædningi á
pallinum, har var
nevniliga bert pláss fyri
eini Drama Queen
(mynd: DR)