Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2007 Apotekið einskiljast Fólkaflokkurin heldur, at tað rætta er at einskilja apoteksverkið, so tað verður eitt alment partafelag eins og Føroya Tele og Postverkið. Tað sigur tingmaðurin Jørgen Niclasen, sum heldur, at Løgtingið eigur at taka hetta stigið, nú apoteksverkið skal endurnýggjast kortini. Sum er er apoteksverkið almennur stovur uttan fyri fíggjarlógina. Harafturat mælir hann til at taka av einkarrættin hjá apoteksverkinum at selja heilivág. Fiskur meiri verdur Norsk skip fiskaðu 2,2 mió. tons í fjør, men hóast tað var seks prosent minni enn árið fyri, var veiðuvirðið at kalla tað sama. Tað kemst ikki minst av, at toskurin vaks munandi í virði. Norska toskaveiðan minkaði trý prosent í 2006, men søluvirðið vaks kortini 10 prosent. Størsta minkingin var í sildini. Nøgdin minkaði trý prosent og virðið heili 22 prosent. Verða rækjur og annar skeljafiskur tald við, var veiðuvirðið 11,6 mia. norskar krónur í fjør. Turið Debes Hentze, advokatur, setir spurnar­tekin við óheftni og gjøgnum­ skygni, sum nýggja ognarmeklara­fyri­ tøkan hjá Føroya Banka, Skyn, profil­er­ ar seg við. – Man skal rokna við, at øll hús­ ini Skyn selur, fær Føroya Banki eisini fíggjað, sigur hon og spyr so, um tað er óheftni og gjøgnum­skygni? VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Tað má vera brúkarunum púra greitt, hvørjum áhuga­ málum tú arbeiðir fyri, sigur Turið Debes Hentze, advokatur. Føroya Banki fór í gjár undir ognar­mekl­ aravirksemi við fyri­tøk­uni Skyn, har tvey av slag­ orð­un­um eru óheftni og gjøgnumskygni. Orð, sum Turið Debes Hentze hevur bestan hug at lýsa sum reklamustunt. – Hvussu óheft er støðu­lýsingin, um Lands­ byggifelagið er fastur kundi hjá Føroya Banka til hetta, spyr Turið Debes Hentze og svarar so sjálv, at tað ikki er vanligt at kalla nakað óheft, um ein sáttmáli er gjørdur partanna millum, tí tá eru jú sambond av onkrum slag. – Hevði tað verið óheft, hevði seljarin sjálvur valt, hvør tað var sum gjørdi hesa støðulýsing, heldur hon. Turið Debes Hentze leggur tó aftrat, at Skyn nú fer undir at gera støðulýsingar er avgjørt eitt stig rætta vegin. Óheppin samanblanding Hon vísir á, at tað má vera keyp­aranum púra greitt, at selj­arin ikki umboðar keyp­aran, tí tey hava onnur áhugamál. Turið Debes Hentze hevur eisini hug at draga fram sambandið millum Skyn og Føroya Banka. – Man skal rokna við, at øll húsini, Skyn selur, fær Føroya Banki eisini fíggjað, sigur hon og staðfestir so, at tað liggja vinnulig áhugamál aftanfyri hetta. Turið Debes Hentze held­ ur, at samanblandingin av áhugamálunum hjá einum meklara sum eru knýtt at einum ávísum banka, kann vera óheppin. Hon vísir til donsku lógina um “Om­sætning af fast ejen­ dom”, har tað í grein 7 stendur soleiðis: “En rådgiver skal oplyse for­brugeren om enhver øko­nomisk eller personlig interesse, som rådgiveren har i forbrugerens valg af finansiering, forsikring eller andre ydelser i tilknytning til omsætning af fast ejen­ dom.” Eitt beinleiðis úrslit av hesi lóg var eitt rættarmál, har seljarin ákærdi meklaran, sum var knýttur at ávísum banka, fyri at fylgja øðrum áhugamálum enn seljarans. Meklarin var ikki áhugaður í absolutt at fáa tann keyparan, sum bjóðaði hægst, men held­ur tann keyparan, ið sam­stundis var sinnaður at fíggja keypið júst í hesum banka, sum meklarin hevði avtalu við. – Ein fylgja av hesum dómi var millum annað eitt krav um gjøgnumskygni. Mekl­arin skal leggja fram skjøl um tilknýti og greiða frá, um hann fær provinsión fyri at selja aðrar tænastur í samband við húsasøluna, til dømis lán ella tryggingar, vísir Turið Debes Hentze á. Áhugamálini mugu vera púra greið – Skyn er seljarans maður, har er eingin ivi. So greið er stjórin í nýggjastu ognar­mekl­ ara­fyritøkuni í Før­oy­ um, Torgun Davidsen. Hon slær fast, at tey ikki hava sum endamál at veita Føroya Banka fleiri lán, og at tey onga ávirkan hava á, hvat Landsbyggifelagið skrivar í støðu­lý­s­ing­arnar VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Advokaturin Turið Deb­es Hentze heldur, at tað má vera púra greitt hvørj­um áhuga­mál­ um bústaðar­mekl­ara­fyri­tøkur sum arbeiða fyri. Og sam­bært Torgun Davidsen, stjóra í Skyn, er heldur eingin ivi um, hvar teirra áhugamál eru. – Skyn er seljarans maður, staðfestir hon. Tá Føroya Banki eigur Skyn er skjótt at hugsa, at høvuðsuppgávan hjá nýggju ognar­meklarafyritøkuni ikki er at selja sethús, men heldur at skaffa bankanum fleiri lán. Hesum afturvísir Torgun Davidsen. – Ein meklarafyritøka í Føroyum situr ikki og ráð­ gevur kundum sínum í, hvørji lán hann skal taka. Tað er orðna áðrenn kundin kemur til okkum, so har hava vit onga ávirkan. Í Dan­mark hevur tað verið øðr­vísi, tí har hava vit sæð, at meklarafyritøkur hjá bank­um hava ráðgivið kundum sínum í lánum. Í Føroyum er marknaðurin ikki soleiðis háttaður, tí lánið er fingið upp á pláss, tá kundin vendir sær til okkum, so í so máta tosa vit um sól og mána, um vit samanbera føroysk og donsk viðurskifti, sigur Torgun Davidsen. Um so var, at ein kundi kom inn uttan lán, og tey í Skyn beintu kundan til Føroya Banka og soleiðis gav bankanum eitt lán aftrat, høvdu tey í Skyn fáa ikki eitt oyra burtur úr hesum, sigur Torgun Davidsen. Samstarvsavtala og óheftni Turið Debes Hentze, advok­ at­ur, setir spurnartekin við, at Skyn nýtir orðið óheftni um sítt virksemi, tá teir hava eina samstarvsavtalu við Lands­­byggifelagið, sum skal gera støðulýsingarnar fyri ognar­meklarafyritøkuna. Turið Debes Hentze vísti á, at í Danmark er tað seljarin sjálvur, sum velur hvør skal gera støðulýsingina og ikki nøk­ur avtala, sum ognar­ mekl­ara­fyritøkan hevur við onkran. – Niðri hevur tú havt eitt lóg­arverk í rúma tíð, og tú hevur upparbeitt tær siðvenjur á økinum, sum vit ikki hava í Føroyum. Avtal­una hava vit gjørt rætt og slætt fyri at fáa gongd á virksemi. Tí er tað eisini, at vit bara hava gjørt eina tíðaravmarkaða avtalu við Landsbyggifelagið, vísir Torg­un Davidsen á. Hon leggur so aftrat og sigur, at í mun til óheftni og Landsbyggifelagið er tað at siga, at Skyn absolutt onga ávirkan hevur á tað, sum Landsbyggifelagið skriv­ar í støðulýsingunum av bústaðunum, sum Skyn skal selja. Skyn er seljarans maður Sethúsa­ økið ikki skipað í ár Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, viðgongur, at lands­ stýrið ikki hevur raðfest øki við keyp og sølu av sethús­ um, har lógloysi valdar í løtuni. Hann dugir ikki at siga, nær vit fáa við­ urskiftini skipaði á sethúsa­marknaðinum VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í Útvarpinum í gjárkvøldið kundi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Inn­ lendismálum, ikki siga nakað sum helst um, nær viðurskiftini á set­ húsa­marknaðinum verða nøkulunda skipaði. Aðrastaðni tryggjar lóg­gávan keyparan, og Jacob Vestergaard við­gekk, at lógin ikki tænir keyparanum upp á nakran máta. Í Føroyum er marknaðurin seljarans burturav, og eitt beinleiðis úrslit av hesum er, at fimta bústaðarmeklara­ fyritøkan sá dagsins ljós, tá Føroya Banki kom á marknaðin við Skyn. – Vit hava ikki lógina nóg væl aftanfyri, tá ið tú keypir hús, ásannaði Jacob Vestergaard í Útvarpinum í gjárkvøldið. Hann mátti viðganga, at landsstýrið ikki hev­ur raðfest øki. Jacob Vest­er­ gaard dugdi ikki at siga, nær vit í Føroyum fáa skipaði viðurskifti á set­ húsamarknaðinum. Tað verður tó neyvan í ár, fram­gekk tað av út­­sagn­ un­um hjá lands­stýris­ manninum. – Tað má vera púra greitt, hvørjum áhugamálum tú arbeiðir fyri, sigur Turið Debes Hentze, advokatur – Síðani tey lótu upp í gjár, hava fleiri fólk sett seg í samband við Skyn, og eisini umvegis heimasíðuna hava fólk skrivað seg upp Mynd: Jens Kr. Vang Fimm ognarmeklara­fyri­ tøkur eru í Føroyum: • Húsamekling • Sethúsasølan • Meklarin • Inni • Skyn FAKTA