týsdagur 13. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2007
- Ofta hevur alivinn
an heldur satsað upp
á at umbygt fiskifør
til alibátar, men eg eri
onga løtu í iva um, at
hetta er tann rætti
alibáturin, sigur
Marnar Dam,
rakstrarleiðari á
alibrúkinum hjá Pan
Fish í Oyndarfirði
Hydro Cat
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið nýggi alibáturin hjá
Pan Fish í Føroyum fyri
fyrstu ferð kom til Oyndar
fjarðar seinasta hósdag,
varð skipað fyri hugnaløtu
við smyrjibreyði og øðrum
í hølunum hjá felagnum í
Oyndarfirði.
Tað
er
KJ-Hydraulik,
sum hevur teknað bátin, ið
er ein tvíkilja. Sjálvur
skrokkurin er smíðaður utt
anlands, men er bygdur lið
ugur, meðan hann hevur
staðið í leigaðum hølum á
Borðoyarvík.
Herfyri varð tvíkiljan sjó
sett og sigld til Fuglafjarðar,
har KJ hevur lagt seinastu
hond á verkið.
Yngsta dóttirin
Seinnapartin
hósdagin
stevndi báturin so norður
um Ennið og helt leiðina til
Oyndarfjarðar, har Pan Fish
í Føroyum skal brúka hann
í alivinnuni.
Á samkomuni í Oyndar
firði hendan dagin vóru eitt
nú umboð fyri Pan Fish og
stjórin
í
KJ-Hydraulik,
Ólavur A. Olsen.
Rakstrarleiðari hjá Pan
Fish í Oyndarfirði er Marn
ar Dam, sum eisini býr í
Oyndarfirði. Hann og kon
an, Leila, eiga eina 4 ára
gamla dóttir, sum eitur Jón
leyg, og nýggja tvíkiljan er
uppkallað eftir henni.
Í gjár ringdu vit til Marnar
Dam og fregnaðust, hvussu
teir eru nøgdir við tvíkilj
una, sum samstundis er
fyrsti báturin, ið Pan Fish
hevur latið KJ byggja.
Sera arbeiðsligur
- Jú, vit eru stak væl nøgdir.
Hetta er ikki tað sama. Tví
kiljan er væl útgjørd til okk
ara arbeiði, og plássið á
dekkinum er sera gott.
Marnar vísir á, at alivinn
an ofta hevur ”satsað” upp
á at umbygt fiskifør til ali
bátar.
- Men eg eri onga løtu í
iva um, at hetta er hin rætti
alibáturin.
Tá ið Sosialurin hevði
Marnar Dam í telefonini,
vóru teir júst í holt við at
taka fortoyningar upp á
Oyndarfirði.
- Tað er soleiðis, at tá ið
slíkar fortoyningar hava lig
ið úti eini 5-6 ár, er tíðin
komin til at taka tær upp og
skifta tóverkið út, áðrenn
fortoyningarnar verða lagd
ar útaftur.
Hann sigur, at nú teir
hava fingið nýggjan og rúm
ligan bát, gongur hetta
arbeiði bæði skjótt og væl.
- Vit kunnu saktans hava
einar tvær, tríggjar ella fýra
fortoyningar á dekkinum í
senn, og tað hevði ikki ver
ið møguligt, um dekkið ikki
var so rúmligt. Jú, hetta er
nakað av tí, heldur Marnar
fyri.
Lidnir at taka
Í løtuni hevur Pan Fish ong
an fisk úti á Oyndarfirði.
- Vit vóru lidnir at taka í
november, og nú liggur
økið stilt, til vit fara at seta
smolt útaftur seinni í vár,
sigur Marnar Dam, rakstrar
leiðari í Oyndarfirði.
Tvíkiljan Hydro Cat:
Ein væl egnaður alibátur
Farvæl kustur - føstulávint sum bara á Sandi
Føstulávintshaldið heima á Sandi er tiltikið, og ikki bara her um
leiðir. Blíðskapurin á Sandi stendur ikki aftan fyri nakran, og á føstul
ávint er hann framúr. Í ár hevur Ungmannafelagið Virkið valt at læta
tiltiknað føstulávintsskemtið í ein altjóða ham, har skemtið eisini
røkkur onnur, enn bara okkum lokalu.
Skemtileikir um Listasavnið og seyðasýning, ganga nú í parlag við
Bonnie Tyler og sjálvan Elvis Presley. Eiggiligu bygdasprundini
syngja sangir um Pisakanning og 266b. Eins og vit eru til vakurleika
viðgerð í Klaksvík, støkka inn gólvið hjá Pól Jákupi á Skarvanesi, og
í sambadansi í Rio.
Á serliga hugnakvøldinum, leygarkvøldið 17. februar kl. 21.00, er
helvtin av Pipar og Salt, Jákup Veyhe, føstulávintsgekkur. Kalda
borðið skal tú teknað teg til tí avmarkað er hvussu nóg sleppa til
borðið. Eftir borðhaldið kl.24.00, spæla Brak við Signari í Homrum
og øðrum góðum kreftum til dans. Kl 01.00 fáa vit eisini vitjan av
okkara Bonnie og Elvis.
Føstulávintsmánadagur er føstulávintsmánadagur, ið hvussu er á
Sandi. Ungmannafelagshúsið er brynjað við barnatiltøkum, frá tunnu
sláing til grýlumáling. Børnini sláa tunnu kl. 13.00 og tey vaksnu kl.
15.00. Aftaná verður sjálvandi húsagongd og grýludansur, har prýði
ligasta grýlan fær virðisløn.
- Vit eru stak væl nøgdir við tvíkiljuna. Hetta er ikki tað
sama. Báturin er væl útgjørdur til okkara arbeiði, og plássið á
dekkinum er sera gott. Vit kunnu saktans hava tvær, tríggjar
ella fýra fortoyningar á dekkinum í senn, sigur Marnar Dam,
rakstrarleiðari hjá Pan Fish í Oyndarfirði Myndir: Sofus
Gregersen