Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2007 Brandur Enni fer í apríl mánað til Haw­ aii, har hann skal prá­ ta við Real Eagle film­ felag­ið um møgu­leik­ an til at verða við í ein­ um filmi. Um film­ur­ in verður til nakað, so er fíggjarætlanin trígg­ jar til fimmhundrað mill­ión­ir, kendi danin Vig­go Mortensen kem­ ur møguliga til at spæla høvuðs­leik­lut­ in, og helvtina av film­ in­um verður møgu­li­ ga upptikin í Før­oyum Filmsætlan Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Tað hevur verið heldur frið­ ar­ligt seinastu tíðina rundan um unga tvøroyrardrongin Brand­ur Enni. Men nú eru stór­tíð­in­di at frætta, tí í apríl mánað sleppur Brand­ ur Enni til Hawaii, har hann kanska fær møguleikan til at verða við í einum stórum Holly­wood filmi. Hetta er ein gomul ætlan, sum í flei­ ri ár hevur verið ávegis. Og Brand­ur hevur alla tíðina havt samband við fólkini aftan­f­yri filmin. At hann nú verð­ur bjóðaður til Hawaii kann hava í sær, at nú verður kans­ka álvari í, at hann slepp­ur við í filmin. -Tá ið tað kemur til film­s­ heim­in, so eru tingini rætt­i­ li­ga óítøkilig. Tað er langt frá hugskot til veruleika. Men tá ið ein verður bjóð­að­ ur yvir har sum tingini hen­ da, so kann tað væl verða, at okkurt kemur burturúr, sig­ur Jógvan Eliasen, ið tek­ ur sær av sølu og mark­nað­ ar­før­ing hjá Brandi. Óvissur leiklutur Um nú Brandur slapp við í film­in, so er tað enn rætt­i­li­ ga óvist, hvat fyri leiklut Brand­ur skal hava í film­i­n­ um. -Talan kann verða um ein films­l­eik­lut ella um ein sang til filmsfløguna. Líka­ mik­ið hvør møguligi leik­lut­ ur­in verður, so kann hetta la­ta heimsmarknaðin upp fyri Brandi, soleiðis at hann kann gera seg galdandi ikki ba­ra her heima í Føroyum men eisini á heims­mark­nað­ in­um, sigur Jógvan Elia­ sen. Í løtuni gongur Brandur á tón­leika­skúla í Svøríki, ein nýggj fløga er á veg, og my­space heimasíðan hjá Bran­di er so væl umtókt, at eini 10.000 fólk hava longu ver­ið og vitjað. Taka film upp í Føroyum Tað er Bonnie Carrini, ið er hav­mynda­kvinna, sum er kom­in við hugskotinum um film­in. Hon hevur verið og vit­jað í Føroyum, og bleiv hug­tik­in av hvussu nógv Før­oy­ar líktust Hawaii. -Henni dámdi so væl lík­ heit­ina millum Hawaii og Før­oy­ar, at hon fekk hug­ skot­ið um at gera ein film, har helvtin skal upptakast í Haw­aii og helvtin í Før­oy­ um. Møguliga verður víst, hvus­su lívið er í Føroyum í mun til lívið í Hawaii. Hetta skal nokk krydrast við tí van­li­gu filmssøguni um kær­leika og tað góða móti tí ónda. Eg haldi, at tey hava Viggo Mortensen í hu­ga til ein av høvuðs­leik­ lut­un­um, sigur Jógvan Eliasen. Ì samband við Val­en­ tines­dag­in í ár ger ba­ka­ríð­ið Grón reyð­ ar hjarta­for­mað­ar kær­leiks­køk­ur. Tað eru serliga ungu menn­i­n­ir, ið koma inn at keypa Valentinesdagur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer bakaríðið Grón at gera nak­að serligt burturúr Val­en­ tin­es­degn­um. Tey hava í hes­ um sambandi baka hjarta­ for­maðar reyðar kær­leiks­ køk­ur. Sveinur Thomasen, ið er ein av eigarunum í Grón, sigur, at tey fara at roy­na hetta, tí hetta er nakað, sum vindur alsamt mei­ra upp á seg í Føroyum. -Vit síggja, at fleiri og fleiri keypa hvørjum øðrum blóm­ur henda dagin, so vit tonk­tu, at nú skuldu tey ei­si­ ni fáa møguleikan at keypa hvørj­um øðrum eina kær­ leiks­kø­ku, sigur Sveinur Thoma­sen. Ungir menn eru mál­bólk­ur­in Tað eru serliga teir ungu menn­in­ir, ið Grón hevði í hu­ga, tá ið tey fóru undir at ge­ra hesar køkurnar, og tað eru eisini teir, sum koma inn at keypa. -Jú, teir hava bara verið rask­ir at keypa, so onkur kona kann vænta sær eina lek­­ra køku seinni í dag, sig­ ur Svein Thomasen. Konurnar hinuvegin eru ikki so raskar at keypa. -Nei, tær hava vit sæð fær­ ri av. Kanska baka tær sjálv­ ar monnunum eina kaku, sig­ur Svein og flennur. Dagurin í dag eitur Val­en­tin­us. Tað er dag­ ur­in tey flestu av okk­ um kenna frá am­eri­ kon­skum filmum, har tey, ið eru góð, geva hvør­jum øðrum kort og sjokolátur, og ann­ ars fjálga hvørt um ­annað. Á Tvøroyri er het­ta við at vinda upp á seg, og fleiri í Suð­ur­oy kunnu vænta sær blómur í dag og kanska eisini ein góð­ an døgurðabita Valentinesdagur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Í blómuhandlinum hjá Karl Øst­er á Tvøroyri rigga tey til Valentinesdag. Inni í hugna­li­ga handlinum angar av reyðum rósum og fleiri reyð hjørtu eru at síggja. Blómu­bind­ar­in Súsanna í Toft stríðist við at gera eitt rom­an­ti­skt horn, har tann, ið ynskir at gleða sín part­na­ ra, kann finna alskyns rom­ an­tisk­ar lutir. -Heilt fitt av fólki støkkur inn á gátt her, og menninir smæð­ast ikki burtur. Tað eru fleiri, ið koma at keypa til konurnar á Val­en­tines­ degi. Tað eru serliga tær reyðu rósurnar, ið selja væl, sig­ur eigarin av blómu­hand­ lin­um, Anton Øster. Kvinnurnar eru heldur ikki eiðasørar, og tær eru ei­si­ni raskar at velja okkurt til menninar burtur úr tí stó­ ra úrvælinum í handlinum. -Vit royna at gera rættiliga nó­gv burturúr; vit pakka blóm­ur­nar inn og pynta við hjørt­um. Og vit hava leingi op­ið. Hetta haldi eg dáma bæði monnum og kvinnum væl, sigur Anton Øster. Vindur upp á seg Val­en­tines­dag­ur er eitt rætt­i­ li­ga nýtt fyribrigdi her í Før­ oy­um, og tað er hann eisini í blómuhandlinum á Tvør­ oy­ri. -Hetta er triðja árið, ið vit roy­na at gera okkurt serligt burt­­ur­­úr hesum degn­um. Tað gekk eitt sindur stril­ti í fyrst­ani, men nú byrjar til­ tak­­ið at vin­da upp á seg. Tað er sum um, at vit før­oy­ ing­ar júst eru vorðnir til­vit­ að­­ir um, hvat Val­en­tines­dag­ ur er, sig­ur Anton Øster. Tó er tað ein annar dagur, ið altíð er toppskorari hjá blómu­­hand­­lin­um á Tvør­oy­ ri. -Mammudagurin er av­ gjørt okkara besti dagur her í handlunum. Kanska verð­ ur tonkt meira upp á mam­ mur­­nar enn upp á kvinn­ur­ nar, flennur Anton Øster. Romantiskan bita í Øravík Sum nakað heilt nýtt fer Hot­el Øravík eisini at gera nak­að burtur úr Val­en­tines­ degn­um. Tey fara at bjóða eina serliga Val­entines­mat­ skrá við onkrum lekrum búf­fi og einari romantiskari dess­ert. Tó vænta tey ikki, at hetta verður tað heilt stóra kvøld­ið. -Mat­stovu­mentan­in er ikki heilt tann sa­ma her suðri sum eitt nú í Havn. Her eru fólk eitt sindur trek­ ari, tá ið tað kemur til at fara út at eta. Tey eta heldur heima. Og so er Valentinesdagur eitt so nýtt fyribrigdi her í Før­oyum, at tað kanska eru fleiri, ið ikki vita hvør dag­ur­in er, sigur Uni Mort­en­sen, stjóri á Hotel Øravík. Valentinesdagur vindur upp á seg á Tvøroyri Í blómuhandlinum á Tvøroyri gera tey heilt fitt burturúr Valentinesdegnum Brandur Enni á veg til Hollywood Brandur Enni verður í næstum møguliga at síggja ella at hoyra í einum stórum Hollywood filmi Savnsmynd Kærleikskøka frá Grón Tað er rættiliga óvist, hvar Valentinesdagur hevur sín uppruna, men mest sannlíkt er, at Valentinesdagur er nevndur eftir Sankta Valentinus. Hann var ein prestur í triðju øld í Rómverjaríkinum. Tá var Claudius annar keisari, og hann kravdi av sínum soldátum, at teir máttu verða stakir menn, tí hann metti, at stakir menn vóru betri soldátar enn giftir menn. Hetta fekk Valentinus prest at gifta soldátarnar í loyndum. Tá í Claudius keisari fann út av hesum, fongslaði hann Valentinus. Her hitti Valentinus prestur eina kvinnu, ið hann gjørdist góður við, og hann sendi tað fyrsta valentinekortið, ið hann undirskrivaði frá tínum Valentine. FAKTA UM VALENTINESDAG