týsdagur 13. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2007
Kunnandi fundur um kirkjulógir á Argjum
Mikudagin verður kunnandi fundur
um kirkjulógirnar í kirkjuni á Argjum.
Fundurin er ein liður í kunningarferðini
hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir.
Tað verður Bergur Berg, sum kemur
at greiða frá lógaruppskotunum. Tað
verður høvi at seta spurningar og gera
viðmerkingar.
Fundurin er fyri kirkjuráðslimir
og onnur áhugað, sigur Felagið fyri
Kirkjuráðslimir.
Ættleiðingarfelagið kunnar um ættleiðing
Danadopt heldur árliga kunningarfundin í Føroyum á Hotel Hafnia hóskvøldið 1.
februar 18.30 til 21.30.
Við á fundinum vera Marianne Wung-Sung varaleiðari, Mette Garnæs
socialráðgevi, umboð fyri Ættleiðingarfelagið og ein føroysk familja, sum fyri
stuttum hevur verið í Kina eftir einum barni. Fundurin er ætlaður teimum, ið
umhugsa ættleiðing, men øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.
Á fundinum verður millum annað greitt frá ættleiðingargongdini, hvaðani
børnini koma og hví tey eru leysgivin til ættleiðing. Tíð verður eisini sett av til at
svara spurningum frá luttakarunum. Ein neyvari skrá fyri kvøldið sæst á www.
aettleiding.fo
Spennandi, donsk
læraraútbúgving
bjóðar til mentunn
ar- og kunningar
kvøld í Miðlahúsi-
num
LÆRARAÚTBÚGVING
Tíðindaskriv
Á spennandi tiltaki í Miðla
húsinum hóskvøldið 15.
februar fara umboð fyri
Den Frie Lærerskole í Olle
rup, teirra millum tveir før
oyingar,
at
greiða
frá
útbúgvingini til frískúla-,
eftirskúla- og háskúlalær
ara.
Í løtuni liggja ítøkiligar
ætlanir frammi um bæði
frískúla og eftirskúla í
Føroyum, har frálæaran er
grundað á somu siðir, sum í
føroyska fólkaháskúlanum.
Tað er í júst hesum siðum
at lærarar verða útbúnir á
DFL.
Útbúgvingin mennir før
leikan at arbeiða í teimum
fríu siðunum á skúlum,
men royndir vísa eisini at
útbúgvingin oftani verður
brúkt til nógvar aðrar, spenn
andi uppgávur á arbeiðs
marknaðinum. Serliga innan
starvsfólkarøkt, coaching
o.l. økir, har uppgávan er at
nøra um tað menniskjaliga
tilfeingið.
Tann fría læraraútbúgving
in varar í 5 ár, harav 3. árið
er í lønandi starvspraktikk
á einum skúla. Flestu næm
ingarnir búgva á skúlanum
í Ollerup, har ein sera høg
social og faklig samverða
er reyði tráðurin í dagliga
virkinum, bæði í vanligu
skúlatíðini og í frítíðini.
Hvønn skúladag eta lær
arar og næmingar eina
høvuðsmáltíð saman á mid
degi, og øll hesi árini, sum
skúlin hevur virkað, eru
nógvir dropar av góðum
hugskotum regnaðir niður
í eitt hav av traditiónsríkum
tiltøkum, sum sermerkja
tíðina á skúlanum og gera
uppihaldið til eitt ógloym
andi tíðarskeið við dyggari
persónligari menning.
Umframt frálæru í teimum
siðbundnu lærugreinunum,
bjóðar skúlin eisini ein hóp
av kreativum lærugreinum
innanfyri best hugsandi
karmar, við góðum verk
staðarfasilitetum. Den Frie
Lærerskole er nærmasti
granni hjá kenda ítróttar
skúlanum í Ollerup og økið,
har skúlin stendur, í suður-
eysturpartinum á Fjóni, er
ein tann vakrasta náttúru
perlan í Danmark, og tað
er sanniliga eisini nakað,
sum skúlin í nógvar mátar
ger sær dælt av.
Á skránni hóskvøldið
er framløga um skúlan,
tónleikur,
upplestur,
felagssangur og sjálvandi
møguleiki at seta fram
spurningar. Tað er Hanne
Kirk, seminarielærari, sum
saman við næmingunum
Stine Dahlbæk Nielsen og
Christian Kock Andersen
fara at standa fyri innsløg
unum saman við føroyska
næminginum, Annu Tórgarð
og Djóni Dalsgarð, sum er
fyrv. næmingur á DFL.
Tiltakið verður í Miðla
húsinum í Vágsbotni hós
kvøldið 15. februar kl.
20:00.
Meiri fæst at vita um Den
Frie Lærerskole á www.dfl-
ollerup.dk
Kunna um fríu læraraútbúgvingina
Snoddi eitur bussurin
hjá Sosialinum, sum
fer at vera sjónligur
kring alt landið. Í bili
num er innrættað
skrivstova, og bilurin
hevur internetsam
band, so blaðfólk og
myndafólk kunnu
verða fyrst við tí
síðsta, líka mikið,
hvar tey eru stødd í
landinum
fjølMiðlar
Eirikur Lindenskov
Tað var William Heinesen,
sum segði, at Havnin er
heimsins nalvi. Og nú
Sosialurin hevur húsast í
gomlu handilshúsunum hjá
Williami og ætt hansara í
Vágsbotni í út við tvey ár,
kunnu vit sjálvandi eisini
taka orð hansara til okkara,
tí vit eru sera fegin um, at
tað bar okkum til at flyta
blaðhúsið heim í Vágsbotn,
tá handilin hjá Valdemar
Lützen lat aftur í 2004.
Hóast føroysku fjølmiðl
arnir kanska hava ilt við at
skilja, at tað er ein verð uttan
fyri Havnina, so hava vit á
Sosialinum ásannað tað.
Júst tí fingu vit okkum fyri
nøkrum árum síðani eina
”rullandi redaktión”, sum
skuldi vera sjónlig kring alt
landið.
Hetta konseptið hava vit
nú útbygt – og hava innrætt
að ein buss til endamálið.
Hesin bussur fer at koyra
kring alt landið – og er
hann innrættaður við eini
skrivstovu, so blaðfólk og
myndafólk okkara heit og
fjálg kunnu sita í bussinum
og skriva, gera samrøður o.
s. fr. Við beinleiðis intersam
bandið í bilinum ber til hjá
myndamonnum og blaðfólki
at senda tilfarið beinleiðis
til Sosialin, so tíðindi fáast
í blaðið beinanvegin, og
soleiðis at til ber at dagføra
heimasíðuna hjá Sosialinum
og Portalin beinleiðis úr bili
num.
Nú landfast er úr Gásadali
til Viðareiðis er tað so upp
lagt, at vit eru meira úti um
okkum á meginøkinum all
atíðina. Vit fara sjálvandi
eisini at vitja sunnanfjørðs,
har góðu umstøðurnar í Toy
ota Hi-Ace bussinum geva
okkara fólkum allar møgu
leikar at verða fyrst við tí
síðsta.
Samstundis sum Snoddi,
sum bussurin eitur, verður
at síggja kring alt landið, fer
tann lítli bilurin, Snar, fyri
tað mesta at vera sjónligur í
meginøkinum.
Skal snodda seg til tíðindi kring alt landið
SNAR og SNODDI eita tveir av bilunum í "flotanum" hjá Sosialinum. Snoddi fer at veiða tíðindi kring alt landið - og við skrivstovu umborð við
internetsambandið, kann Snoddi altíð verða fyrstur við tí síðsta
Mynd: Álvur Haraldsen