týsdagur 13. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 31 - 13. februar 2007
Færri suðuroyingar
Fráflyting og vantandi burðaravlop eru orsøkin til, at fólkatalið minkar støðugt í
Suðuroy. Á nýggjárinum búðu 4.943 fólk í oynni, og tað er tað minsta síðani í fyrru
helvt av 1920-árunum, skrivar Suðuroyarportalurin. Síðani 1990 eru 322 fólk flutt úr
Vágs kommunu, 280 úr Tvøroyrar kommunu, 96 úr Hvalbiar kommunu, 80 úr Sumbiar
kommunu, og fráflytingin hevur eisini verið stór í hinum kommununum burtursæð frá
Fámjin.
Færri bilar
Ferðslan ígjøgnum Norðoyatunnilin er ikki so stór, sum tunnilsfelagið hevði roknað
við. Upprunaliga varð mett, at 1.500 bilar fóru at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið,
og frá 1. mai til 31. desember í fjør var talið eitt vet oman fyri metingina. Men
samanborið við royndirnar frá Vágatunlinum høvdu millum 1.400 og 1.500 bilar koyrt
ígjøgnum tunnilin um samdøgrið, roknað fyri alt árið. Norðoyatunnilin lat upp í apríl í
fjør.
Brøðurnir, Stig og
Sammi Isaksen, eiga
fyritøkuna EasyFisk í
Danmark. Hetta er
ein føroysk fyritøka,
sum selir føroyskan
fisk til privat húski,
matstovur og kantin
ur í Danmark. Við
skiftafólk gjalda fyri
vøruna við gjalds
korti, og síðan verður
fiskurin koyrdur til
dyrnar eftir fastari
koyriætlan. Nú leita
menninir, sum standa
aftanfyri fyritøkuna,
eftir íleggjarum í
Føroyum fyri at
kunna veksa uppaftur
meira um virksemið í
Danmark
EasyFisk
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyska fyritøkan í Dan
mark, EasyFisk, leitar nú
eftir nýggjum íleggjarum,
sum kunnu verða við til at
veksa um virksemið hjá
fyritøkuni.
Virksemið hjá felagnum
byrjaði í oktober 2005 og
teir báðir, sum standa aftan
fyri EasyFisk, siga, at
gongdin higartil hevur verið
á einari leið.
- Jú, tað hevur gingið
hampiliga væl, sigur Sammi
Isaksen, sum er annar av
monnunum.
Easyfisk hevur gjørt eitt
stórt arbeiði fyri at økja um
talið av viðskiftafólki, og í
dag hevur felagið eini 1000
skrásett viðskiftafólk, sum
regluliga keypa føroyskan
fisk.
- Sølan fyri hvørt viðskif
tafólk - ella fyri hvørja
bílegging - liggur um 500
krónur í miðal, sigur Sammi
Isaksen.
Íleggjarar vælkomnir
Øll byrjan er vanliga tung,
og fíggjarliga hevur Easy
Fisk klárað seg við einum
minni rakstrarláni frá Nord
ea Bankanum og einum
sonevndum "kom-i-gang-
láni", sum danski Vækst
fonden hevur latið. Hetta er
ein grunnur, sum stuðlar
nýggjum íverksetarum í
Danmark.
Sammi Isaksen sigur, at í
dag er javnvág við at koma
í inntøkur og útreiðslur hjá
felagnum, og hann heldur,
at um neyðugur kapitalur
fæst til vega, hevur EasyFisk
góðar møguleikar at økja
munandi um søluna tey
komandi árini.
- Vit kundu hugsað okk
um at gjørt nógv meira við
marknaðarføring fyri soleið
is at rokkið enn fleiri við
skiftafólkum. Men mark
naðarføring kostar pening,
leggur hann aftrat.
Hann dylir tí ikki fyri, at
møguligir íleggjarar í Før
oyum - og millum føroying
ar í Danmark - eru meira
enn vælkomnir at stuðla
fyritøkuni, soleiðis at Easy
Fisk veruliga kann gera seg
galdandi á danska mark
naðinum.
Á heimasíðu
Sammi Isaksen sigur, at
danir eru farnir at eta nógv
meira fisk seinastu árini,
men samstundis gongur
ikki so væl hjá teimum at
fáa dygdargóðan fisk.
- Vit hoyra í heilum frá
okkara
viðskiftafólkum,
hvussu góður tann føroyski
fiskurin er.
Hann ivast onga løtu í, at
vakstrarmøguleikarnir hjá
EasyFisk eru stórir, um fel
agið fær møguleikan at gera
meira við marknaðarføring.
- Tí hevði tað verið
ógvuliga kærkomið, um vit
fingu nakrar áhugaðar ílegg
jarar, leggur hann aftrat.
EasyFisk hevur heima
síðuna www.esyfisk.dk
- Fólk og fyritøkur eru
soleiðis meira enn vælkom
in at seta seg í samband við
okkum, um áhugi er fyri at
verða við til at styrkja fyri
tøkuna, sigur Sammi Isak
sen.
Adressan hjá EasyFisk í
Danmark er Amager Lande
vej 96c,2.tv. 2770 Kastrup
Føroyskur línufiskur
3
kilo
av
føroyskum
línufiski, sum er pakkaður í
500 gr. eskjur.
Tað er luksuspakkin, ið
danir og føroyskir útisetar
kunnu keypa á heimasíðuni
hjá EasyFisk, og longu viku
na eftir liggur pakkin á gátt
ini.
Fiskurin, sum menninir
aftanfyri fyritøkuna í Dan
mark bjóða, er eitt nú før
oyskur kalvi, toskur, reyð
sprøka, hummari og annað,
sum upp úr havinum kem
ur.
Teir selja bæði til privat
viðskiftafólk, matstovur og
kantinur um alt Danmark.
Sammi Isaksen er teldu
maður, sum hevur lisið HA,
EasyFisk leitar eftir í
- Vit kundu hugsað okkum at gjørt nógv meira við marknaðarføring fyri soleiðis at rokkið enn fleiri viðskiftafólkum í Danmark. Men marknaðarføring kostar
pening, og tí ynskja vit nýggjar íleggjarar í Føroyum, sigur Sammi Isaksen