Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 31 - 13. februar 2007 Amerikanski forestin hevur sum kunnugt kunngjørt eina nýggja strategi fyri Irak. Hann hevur tilnevnt nýggjan herovasta, ið er kendi generalurin Petraeus. Hesin hevur fingið til uppgávu at vinna kríggið og tryggja frið, lóg og landaskil í krígsherjaða landinum. Petraeus er ein av monnunum aftanfyri nýggju stra­ tegi­ina hjá USA í Irak. Henda strategi gongur í stutt­ um út uppá at økja talið av amerikanskum her­monn­ um við tjúgutúsund monnum. Hermegin skal fram­ yvir nýta eina guerlillastríðstrategi og reinsa eitt nú Bagdad fyri tey uppreistrarlið, sum terrorisera býin. Irakiskir stjórnarhermen skulu í alt størri mát átaka sær ábyrgd av trygdini í landinum. Hartil kemur, at Peraeus vil hava sameindu herliðini at verða verandi í Irak í óasetta tíð fyri, at uppreistrarliðini ikki skulu hava ein fráfaringardag at líta fram til. Amerikanski herleiðarin hevur boðað frá, at nú stend­­ur og fellur øll tann irakiska verkætlanin við hesi nýggju strategi. Um nýggja tiltakið eydnast, fer Irak við tíðini at gerast eitt nútímans fólkaræði. Mis­ eydnast nýggja strategiin hinvegin, so fer landið í upploysn í borgarkríggi, ruðuleika og átrúnaðarligum yvirgangi av versta slagi. Tað ber illa til at hugsa sær støðuna í Irak verri, enn hon longu er í dag. Fleiri amerikanskir eygleiðarar tala longu nú um borg­ arakríggj, og átrúnaðarligu stríðspartarnir eru lítið sinnaðir at samstarva. Hartil kemur, at onnur lond í økinum, serstakliga Sýria og Iran eftir øllum at døma meira ella minni leggja seg út í innanhýsisstríðið í Irak. Tað er ein stórur spurningur, um nýggja strategiin hjá USA fer at virka í Irak. Tað, sum Irak hevur brúk fyri, er politiskar loysnir saman við eini sterkari og vælvandari demokratiskari innlendis her- og løg­ reglumegi. Tað er neyðugt at skapa politiskar loysnir, sum tryggja teimum trimum stríðandi pørtunum javn­bjóðis politiska ávirkan og vissu fyri ikki at verða fyri vanbýti. Her er við øðrum orðum tørvur á álitis­skapandi politikki við eini álitisskapandi strategi. Henda politikk megnar stjórnin hjá Maliki ikki at geva stríðandi pørtunum. Tað, sum USA og tess sameindu í Irak, eitt nú Danmark, eiga at gera, er at virka fyri sátt og semju. Irak hevur brúk fyri eini sáttar-og semjuskipan, sum kundi fingið partar­ nar at lata fortíðina fara og byrja av nýggjum. Einki bendir á, at USA ella irakiska stjórin, sum USA stuðl­ar, hava nakrar slíkar ætlanir. Heldur er tað tvørtur­ímóti og seinasti deyðadómurin bendir á, at hildið verður fram við tí harðrendu hevndarsøkjandi og revsandi kósini. Flestu altjóða eygleiðarar meta tí, at nýggja strategiin fer at miseydnast og at ruðu­ leikin og ófriðurin í Irak fara at standa við og versna. Sosialurin Nýggj strategi – sami politikkur SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eina ferð um árið setur út­ varpið føroyska málið á skránna. Uppskriftin er neyvt tann sama á hvørjum ári: Vit dyrka meira og minni para­ noidar ósemjur, vit seta gestirnar upp sum fíggindar, við biðja tey tosa markleyst um alt í senn, vit biðja eisini fólk ringja inn og siga okk­ urt um okkurt, so vit tryggja okkum, at gruggið verður fullkomið. Og so fara vit í luftina. Hvørt ár ger útvarpið sama mistak, og hvørt ár er árliga sendingin um “føroyskt” eins miseydnað. Hugsið tykkum, um hetta varð boðað í útvarpinum: “Í dag fara vit at tosa um føroyskan tónleik – alt sum til allar tíðir og í øllum form­­um er føroyskur tón­ leik­ur. Vit seta 4 grund­leggj­ andi ósamd fólk at siga okk­ urt um føroyskan tónleik. Minst ein amatørur er við til tess at fullfíggja myndina. Úr tí vænta vit okkum stimbr­andi kjak um føroysk­ an tónleik. Lurtarar kunnu gleða seg til, at ímillum hvørja áskoðan skrambla út­varpsfólkini við nøkrum blikkum og eisini nøkrum klippum úr miseydnaðum tónleikaupptøkum, so tað verður undirhaldandi og stutt­ligt Tátturin verður væntandi tikin uppaftur í mars mánaði 2008” Hvussu høvdu tit í út­varpinum í álvara takklað ar­beiðssetningin: “4 fólk tosa um tónleik í 55 minuttir” Hvat hevði komið burturúr? Einki. Tað bera svass. Tað sama hendir við hesum sendingunum um “før­oyskt.” Hetta er tað bera svass. Og hetta svassið set­ ur skorður undir fordómar og býttiskap og grenj. Tit hava annars eina fína uppskrift, sum riggar í sam­ bandi við tónleikaumrøður. Tit seta trý fólk, sum starv­ ast við tónleiki, at tosa um tónleikaútgávur. Tey hava før­leika og innlit, og tey siga sína hugsan um tónleik. Hetta eru fólk, sum hava skil fyri tí, tey tosa um – tey eru stundum samd, stundum ósamd, men felagsnevnarin er, at tey tosa um tónleikin á ein hátt, ið er áhugaverdur. Tey síggja tónleikin úr yms­ um hornum, leggja dent á ymist í sambandi við ymisk evni. Gera vart við sínar hugsanir um hetta og hatta. Tey fáa eina bundna upp­ gávu. Tey loysa hana væl. Har situr eingin amatørur. Tey verða ikki sett í tveir bólk­ar – fyri og ímóti. Tey megna at hava eitt evni í brenni­depli, og tey eru fyri­ reikað. Eg eri ikki áhugaður í hvørji einastu fløgu, ið verð­ur umrødd, men eg lurti, tí tað er stuttligt at hoyra metingarnar hjá ser­ køn­um. Hví seta tit ikki ein tílíkan bólk at kjakast um øll tey mongu fyribrigdini, sum til­ samans mynda okkara mál? Her í landinum eru nógv, sum høvdu lurtað eftir slík­ ari sending, tí tá ið ser­kunn­ leiki kemur inn í myndina og greiðir frá, so verður tað áhugavert at lurta eftir. Sama hvat evnið er. Innlit og kunn­leiki vekur áhuga. Mál er eins fjøltáttað og áhugavert og tónleikur, mynd­list og alt annað. Men tað má verða viðgjørt og tikið upp í bitum, annars renn­ur alt saman í eina fløkju. Tað, ið oyðileggur prátið um føroyskt mál í miðlu­ num, er, at einki avmarkað evni verður sett í brenni­ depilin. Og í aðru syftu, at tað altíð skulu vera amatørar við í sendingini. Fólk, ið ikki vita, hvat tey í roynd veru tosa um. Tílík sending kundi verið ógvuliga áhugaverd og upp­ lýsandi og verið við til at lyft okkum úr hesum evinda­ liga sjagginum um nøkur orð, sum okkum dámar ella ikki dámar, sloppið okkum undan teimum somu býttu spurningunum, sum eingin málfrøðingur hevði funnið uppá at sett, lynnt undir eitt prát, sum var øðrvísi enn tað, vit hava sósað okkum inní seinastu fjórðings øld­ ina. Hesar útvarpssend­ingar­ nar eru við til at trygda náttur­ligt málkjak millum mál­køn fólk niður í eitt runu­dýki, har einki trívist, har eingin vil vera, men sum grundað á fordómar verð­ur dyrkað í okkara al­menna tænastumiðili. Landið skríður skart í fólki, sum hevur málsliga út­búgving, latið tey sleppa framat – júst sum tit lata trý tónleikakøn fólk sleppa at práta um tónleik. Skulu fólk sleppa úr sjagg­inum, so má reglulig send­ing vera í útvarpinum um málið kanska eina ferð um vikuna. Júst sum gjørt verður við tónleikin og ítróttina og annað, vit vilja fylgja við í, skifta orð um og menna. Bara soleiðis kunnu vit práta á skilagóðan hátt um tað. At seta móðurmálið á skránna eina ferð um árið er eins burturvið og at seta fótbólt, tónleik, andakt og veðurtíðindi á skránna eina ferð um árið. Tað er skilligt, at tey áhug­ aðu í fótbólti, tónleiki, andakt og veðri høvdu ikki kunnað fylgt við, um einans sending var um árið. Tey høvdu enntá mist áhugan fyri hesum evnunum, sum høvdu verið gjørd um til óvið­komandi svass, ið kom sum ketta upp úr høvdatrogi eina ferð um árið í útvarp­ inum. Ein sending um okkara fjøltáttaða móðurmál – eina ferð um árið – hevur somu ávirkan. Væl skipað, kundu vit havt áhugavert prát um mál­ ið hvørja viku. Og tað hevði ment okkum, tað hevði flutt okkum og kundi verið eitt fínt íkast til eitt øðrvísi mál­ kjak. Pláss er fyri at tosa um enskan fótbólt hvørja viku og at spæla tónleik 7 x 18 tímar um vikuna. Tað merk­ ir, at pláss er. Hetta er bara spurningur um raðfesting, ella sum tann eini við pall­ borðið segði í gjár: attitydir Er tað ringt at fáa fólk inn í útvarpið at práta um hesi evni, verið so eitt sind­ ur pedagogisk. Tit kunnu ikki vænta, at øll fólk - fólk ið ikki eru miðlavand og kanska fjálturstungin við tank­an um at skula í útvarpið - glaðbeint fara í útvarpið í beinleiðis send­ ing. Gevið teimum ein kjans. Tit kundu lætt um hjá hesum fólkum og band­ að sendingarnar framman­ undan, so feilir kundu verið kliptir burturúr. Leitið eftir fólki, ið kunnu taka sær av hesum, og venjið tey við miðil­in. Tit høvdu gjørt øll­ um føroyingum - eisini tykk­um sjálvum - eina stóra tæn­astu. Tað drejar seg um attitydir til sproodgje viðmerking til útvarpssendingina um mál 6. februar Pit lor sim vel dolore magnis ad ea Jonhard Mikkelsen